Hoyringsvar frá sjúkrarøktarfrøðingum á A2

Hoyringsvar frá sjúkrarøktarfrøðingunum á A2 uppá hoyringsskriv dagfest 07. mars 2005 í sam-band við umleggingar av føðideildini og ljósmøðra-skipanini. (fylgisskjal nr 1)

8. mars, sjálvan kvinnudagin, vóru vit starvsfólk á føðideildini innkallað til fundar við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. Endamálið við fundinum var at kunna okkum um ætlaðu umleggingarnar á føðideildini.
Leiðslan legði ætlanina fram fyri okkum. Vit skiltu tað soleiðis, at hetta var ein ætlan sum hevði verið í gerð yvir longri tíð, helst seinastu tvey árini, og at tíðin nú var komin til at seta hesa í verk.
Leiðslan legði eisini dent á, at upprunaliga var ikki ætlanin, at starvsfólk skuldu sigast upp í samband við umleggjanina, men at tað nú ikki slapst undan uppsøgnum vegna manglandi fígging til nú-verandi virksemið á LS. Tað vil siga at okkara deild-arleiðsla, ið hevur fingið álagt at arbeiða við tillagingum, hevur arbeitt undir skeivum fortreytum.

Endamálið
Sjálv ætlanin snýr seg objektivt um, at betra um góðskuna og kontinuitetin í samlaðu tænastuni fyri hendan málbólkin, fyri samstundis at fáa ein meira rationellan rakstur av deildini.

Ætlanin
1.At A2 og ljósmøðraskipanin verða lagdar saman til eina deild undir somu leiðslu, men sum ein tvídeild við hvør sínum fakøki sum ábyrgdarøki.
2. At vaktarskipanin verður broytt til at ljósmøður innganga í vaktarskipanina á føðideildini.
3. At ein ljósmóðir verður sett inn fyri eitt røktarfólk í øllum vaktum.
4.At talið av seingjarplássum á føðideildini verður endurskoðað og dagført.

Vit meta, at hóast ætlanin um broytingar á føðideildini hava verið í stoypiskeiðini yvir longri tíð, so er hon nú vorðin til eina avleiðing av, at LS. leiðslan er kroyst til at spara nakrar milliónir á fíggjarætlanini her og nú.
Tað skal her gerast heilt greitt at starvsfólkið á føðideildini hevur einki ímóti at tillagingar verða gjørdar, um hetta gagnar málbólkinum best, heldur tvørtur ímóti.
Ætlaðu umleggingarnar hjá sjúkrahúsleiðsluni taka vit sum sjúkrarøktarfrøðingar á A2 ikki undir við.
Vit taka ikki undir við at 1/3 av sjúkrarøktarfrøðing-unum á A2 verða uppsagdir.
Út frá teimum skjølum, sum fyriliggja í málinum, kunnu vit bert gera okkum nakrar tankar um hvørjar avleiðingar hendan ætlan fer at hava fyri hendan málbólkin.
Eingi prógv eru fyri at okkara deild ikki veitir brúkarunum nøktandi góðsku og kontinuitet. Vit eru ikki í iva um, at tann sjúkrarøktarfrøðiligi parturin av røktini versnar munandi um 5,6 ársverk hjá okkum verða spard burtur.
Av tykkara hoyringsskrivi stinga nógvir spurningar seg upp, sum vísa at leiðslan ikki hevur kunnað seg um allar avleiðingarnar, ið umleggingarnar hava við sær. Hóast vit hava roynt at fáa innlit í málið (sjá fylgiskjal nr. 2 avleverað 31. mars 2005) hava vit onki ítøkiligt svar fingið, ( sjá fylgiskjal nr. 3 dagfest 4. apríl 2005) sum gevur okkum eina fatan av, at hendan umleggjanin av eini annars vælvirkandi skipan er ein partur av eini heildarætlan fyri hendan málbólk. Heldur mugu vit ásanna at ætlanin kemur í lag vegna sparingar her og nú. Einki prógv er fyri at gjørd er ein rakstrarætlan fyri umleggingarnar, tá tær eru førdar út í praksis. Vit eru ikki sannførdar um, at tað er nøkur sparing í teimum umleggingum leiðslan ætlar at seta í verk. Vit hava ikki fingið nakra útrokning av rakstrarætlanini, har til dømis lønirnar hjá báðum starvsbólkum verða vigaðar upp í móti hvørjum øðrum (sjá fylgisskjal nr 4 sprn.9 og fylgisskjal nr 5). Harafturat hevur LS leiðslan ført fram, at umleggingarnar eru eftir ynski frá ljósmøðrunum.
A2 er ein sjúklingadeild við fleiri sergreinum, sum allar krevja sjúkrarøktarfakligan serkunnleika, og tí skal bæði fíggjarliga og fakliga leiðslan rekast av einum sjúkrarøktarfrøðingi.
Sjúkrarøktarfakliga ekspertisan sum deildin hevur upparbeitt ígjøgnum nógv ár saman við serkønum barnalæknum, skeiðum, undirvísing og starvstíð á neonatalum deildum uttanlanda, tryggjar kvalitetin í sjúkrarøktini. 24 % av nýføðingunum hava tørv á víðari observatión/viðgerð, (sjá viðlagt fylgisskjal nr.6) og hetta kann bert røktast av sjúkrarøktarfrøðingum eins og í grannalondum okkara.
Á Føðideildini eru eisini sjúkar barnakonur og er m.a. ein partur av teimum konur sum fáa keisaraskurð.
Í 2004 vóru 98 børn fødd við ?keisaraskurði" - tað vil siga, at tað er ein rættuliga stórur partur av barnakonunum, sum verða lagdar undir skurð, og við hesum, eru at rokna sum sjúklingar. Eins og aðrir skurðsjúklingar hava konurnar tørv á og krav uppá at verða røktaðar av best kvalifiseraðu fakfólkum, sum í hesum føri eru sjúkrarøktarfrøðingarnir á A2.
Aðrar sjúkar barnakonur eru m.a. tær, ið hava høgt blóðtrýst, sukursjúku, hjartasjúku, lungnasjúku, hava krabbamein, eru misbrúkarar, sálarliga sjúkar og mangt annað. Eisini er komið fyri, konur, ið hava fingið gøgntransplantatión. Heldur ikki er at gloyma sárbarar familjur og transportar av sjúkum pinkubørnum til sjúkrahús uttanlanda. Tað dagliga fyribyrgjandi arbeiði sjúkrarøktarfrøðingarnir útinna á deildini tryggjar bæði góðsku og kontinuitet tá hugsað verður um t.d. etablering av bróstagevan og móður-barn tilknýti, grundleggjandi røkt av pinkubarninum, vøggudeyða, royking, gulsótt, sum oftast vísir seg eftir 3-4 døgnum og mangt annað. Kontinuiteturin í allari røktini av móður og barni er tryggjaður við einum vælvirkandi samstarvi millum sjúkrarøktarfrøðingar á deildini og heilsufrøðiskipanina, sum tekur yvir við útskrivan. Eisini hava sjúkrarøktarfrøðingar yvir longri tíð praktiserað og ment eina kontaktpersónsskipan fyri júst at kunna tryggja kontinuitet og góðsku.
Tað, sum við góðari leiðslu kundi elvt til skilagóðar tillagingar endar nú við, at leiðslan megnar at seta fakbólkar upp ímóti hvørjum øðrum, fyri at flyta málið frá tí veruliga trupulleikanum, nevniliga væntandi peningi til virksemið á LS og stýring av sama.
Um so er, at leiðslan er av tí sannføring, at við ætlaðu broytingum verður tryggjað ein betri góðska og kontinuitetur í tænastuni til barnakonur og pinkubørn, fyri somu pengar ella kanska minni, so er ikki løgið, at spurt verður hvussu hetta kann gerast betur, tá ið flest øll meta at góðskan er í topp og at onki er at siga um kontinuitetin, júst fyri henda málbólk.
Tað er eingin sum hevur sagt, at tænastan ikki er á hægsta støði, men bert at ljósmøðraskipanin er ein ov dýr skipan og átti at rationaliserast.
Jú, svarið er, at hetta skal kunna gerast við at uml. 7-8 røktarstarvsfólk skulu úr starvi á føðideildini, fyri at ein starvsfólkabólkur sum í dag er ov óeffektivur, kann effektiviserast.
Vit seta spurnartekin við trygdina hjá barnakonum og pinkubørnum.
Eru visiónirnar, at ambulanta virksemið skal økjast enn meira á LS, og at barnakonur, ið eftir landsstýrisins ætlan, mest framkomna landinum í heiminum um 10 ár, skulu føða teirra børn heima ella á klinikk?
Um framman fyri standandi eru hugsjónirnar, so fer at verða neyðugt við ljósmøðrum í tí ambulanta virkseminum, og so er ikki skiljandi hví so stór orka verður løgd í at leggja virksemið hjá ljósmøðrunum inni á A2, í vaktarskipanina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Eitt annað er so, at økta ambulanta virksemið fer sjálvsagt at økja um arbeiðsbyrðuna hjá bæði kommunulæknum og heilsufrøðingum. Tey eru eisini partar av samlaðu heilsutænastuni til henda málbólk, og mugu tí eisini fyrireikast til uppgávuna, um vit skulu megna at halda tørn við okkara framúrskarandi burðartølum og lága barnadeyða fyri eitt so lítið land sum Føroyar.
Vit lána glaðbeint eina skipan fyri og aðra eftir frá øðrum londum, uttan at hava trygd fyri at tænastan verður betur av tí.
Londini kring okkum hava skipanir, sum kanska hóska til teirra málsetning, men tíverri ikki altíð til okkara. Vit hoyra javnan frá starvsfeløgum vit samstarva við uttanlanda, at tey ynskja sær okkara skipan aftur, eftir at hava roynt ta ambulantu skipanina.
Vit hava í Føroyum í dag, eftir okkara bestu sannføring, eina so flotta heilsutænastu til hesar barnafamiljur, at vit næstan kundu fari út í onnur lond og selt skipanina soleiðis sum fiskidagaskipanin verður seld. Vit kunnu í øllum førum erpa okkum av nógv lægri, um ikki lægsta barnadeyða tað fyrsta liviárið hjá barn-inum, tá ið vit samanbera við hini norðanlondini.
Tað átti at sagt politikarunum, at her er ein skipan, ið vit eiga at verða varin við at broyta, og um vit skulu broyta eigur tað at gerast so tilvitað, at vit kenna meginpartin av ringvirkningunum gjøgnum alla skipanina og samfelagið sum heild, áðrenn broytingin verður sett í verk. Spurningurin er, fara vit at megna at varðveita positivu útlitini fyri okkara dýrabarasta tilfeingi, nevniliga børnini?

Niðurstøða.
Útfrá omanfyristandandi og hjáløgdu fylgisskjølum er okkara niðurstøða at LS leiðslan ikki hevur sett seg inn í hvørjar avleiðingarnar verða av ætlaðu umleggingunum. Kontinuiteturin er góður við núverandi skipan. Góðskan til brúkaran versnar munandi. Umleggingarnar fara ikki at geva ein meiri rationellan rakstur, sum LS leiðslan vil vera við.
Samanumtikið mæla vit til at verandi skipan á A2 verður varðveitt, tí ongar haldgóðar grundgevingar eru fyri at broyta verandi skipan.

Vegna sjúkrarøktarfrøðingarnar
á A2

Hervør Jacobsen
Turið Heinesen
Mia Pedersen
Fríðunn Jacobsen, álitisumboð