B71-venjarin ljóðaði ikki til at vera ónøgdur, tá ið vit tosaðu við hann eftir dystin. Vit spurdu hann, hvat uppskriftin er til at stjala stig frá HB.
- Tað er ein góður spurningur. Hon er hin sama sum ímóti øllum øðrum. Tað hevur ikki riggað væl á stigatalvuni, og tað er so tað, sum tað er. Við 10 monnum er tað trupult at halda hjá HB, og vit fluttu liðið longri fram á vøllin í seinna hálvleiki, segði Eli Hentze.
B71 hevur í ár havt trupulleikar við at fáa eina góða byrjan á ein dyst, og er sum oftast komið afturúr.
- Tað er langt ímillum góðu løturnar. Spælið blívur krampagtigt og stirvið til tíðir, og tað slepst ikki undan. Vit hava havt trupulleikar við at skora, so tað var gleðiligt at fáa mál, heldur Eli.
- Fyritreytir hava hvørki verið ella eru góðar. Vit hava havt nógv fleiri skaðar og leikbann enn í fjør, men vit royna at fáa nógv burturúr. Kappingin endar ikki í juni, hon endar í oktober, segði Eli Hentze at enda.