Sterkir menn kappast á Hálsi

Kappingin um sterkasta mann verður í dag, fríggj­a­dag­in 2. mai í Høllini á Hálsi í Havn.

Tað eru sterkastu menn í Íslandi, Danmark, Nor­eg, Svøríki, Onglandi og Før­oy­um, sum hittast til kapping í fimm disiplinum.

Tað er serliga ís­lend­ing­ur­in, sum er áhugaverdur, tí hann var bara millimetrar frá at gerast heimsins sterk­asti við seinastu HM kapp­ing.

Føroyska umboðið, Bogi Hamm­er, heldur, at hjá sær ræð­ur tað um ikki at enda aft­ast­ur, tí tað eru ógvuliga sterk­ir menn, hann er uppi í­móti.

Kappingin klokkan 19. Bogi Hammer hevur sagt, at hann væntar nógv fólk til kapp­ingina.

Lesið eisini samrøðu við Boga Hammer í Viku­skift­i­num inni í blaðnum.