Alskyns spennandi tiltøk vóru á skránni, og fløvandi var at Miðlahúsið var á tremur við fólki hetta kvøldið psykiatridagurin var.
Undri meg mangan, hvussu til ber, at tað tykist at vera ósømiligt at tosa ov nógv um sálarsjúku, tá vit øll kunnu gerast sálarsjúk. Nógv av teimum sum eru sálarsjúk liva heilt væl longri tíðarskeið, onnur klára seg heilt væl, um bert tey fáa rætta stuðulin ella viðgerðina. Og so eru tey mongu, sum fá ein smeit á lívsleiðini og annars liva væl. Sjúkrasøgurnar og lagnurnar eru altíð ymiskar og trupult kann og skal vera at generalisera.
Eitt er tó púra vist, og tað er, at eitt hitt týdningarmesta, eisini hjá tí sálarsjúka er, hetta við at hava nakað at fara upp til, kenslan av at tað er brúk fyri mær og at eg geri ein mun, er sera umráðandi.
Haldi at vit í Føroyum eru komin alt ov stutt í mun til eisini geva teim sálarsjúku og øðrum við skerdum førleika ein møguleika á arbeiðsmarknaðinum.
Nú arbeiðsloysið er metlágt, átti at verið sjálvsagt, at rúm eisini var fyri teimum við skerdum førleika.
Havi í fleiri ár arbeitt bæði í Danmark og í Føroyum innan sonevnda rúmliga arbeiðsmarknaðin. Eitt sera jaligt arbeiðsøki, tí har eru so nógvar ‘sólstrálusøgur’!
Royndir mínar eru, at um rúm skal gerast fyri øllum, er neyðugt at tað almenna gongur á odda. Vard størv á øllum almennum arbeiðsplássum er avgjørt ein gongd leið, men eisini lógarkarmurin krevur ábøtur í so máta. Í Danmark rinda øll arbeiðsplássini hjá statinum í eina pulju, so tað verður beinleiðis motiverandi at seta fólk við skerdum førleika í starv. Puljan rindar ein part av lønini hjá tí í varda starvinum, umframt at tað almenna rindar ein part.
Í Danmark hava tey gjørt ein sonevndan mentorskipan. Ein mentorur er ein, sum nakrar tímar um vikuna í eitt tíðarskeið burturav tryggjar, at eitt starvsfólk við serligum tørvi kennir seg væl á arbeiðsplássinum. Tað kann bæði vera sosialt og fakliga. Arbeiðsplássið fær so endurgoldið mentortímarnar frá tí almenna. Millum annað var ein kvinna, sum eftir eina heilabløðing hevði ilt við at skipa dagin, tá hon var til arbeiðis. Hon fekk ein mentor sum hjálpti henni við at raðfesta uppgávurnar og leggja henni lag á. Eisini var ein sum hevði verið sjúk í longri tíð vegna strongd. Hendan fekk eisini ein mentor, tá hon kom aftur til arbeiðis, sum hjálpti henni at byrja við, so hon kom væl inn í uppgávurnar, og fekk áræði til at megna arbeiðsdagin aftur.
Nú tosað verður nógv um hetta við at fáa útlendska arbeiðsmegi higar, er mentorskipanin eisini gagnlig. Mentorarnir kunnu tá, umframt at seta útlendska starvsfelagin inn í uppgávurnar eisini hjálpa og læra nýggja starvsfelaganum málið við at tosa við tey, og harafturat kann mentorurin læra nýggja starvesfelaganum um okkara arbeiðsmentan.
Í dag er kapping um bestu starvsfólkini. Um arbeiðsplássið er rúmligt, gevur tað starvsfólkunum eina kenslu av, at tey kunnu kenna seg trygg. Tey hugsa:”Sum eg eri heppin at starvast her. Um eg fái trupulleikar, fara tey kortini at kýta seg til tess at eg kann verða verandi her – so her vil eg vera!” Eisini er IN, at vera eitt arbeiðspláss sum tekur sosiala ábyrgd – men lógarkarmurin krevur eisini ábøtur. Mentorskipanin kundi verið eitt uppskot ... men afturat henni ber til at gera alskyns munagóðar loysnir, um vit hva ein lógarkarm sum rúmar tí.









