Grind í Vági

Ein lítil grind legði beinini í Vági gjáramorgunin. Skjótt gekst at fáa lívið av fáa og smáu hvalunum, ið vórðu býttir millum drápsfólkið

Snimma gjáramorgun; klokkan 10 minuttir í seks, varð boðað frá grind á Vágsfirði. Tað var opni lopransbáturin, Joan, við Egon Jacobsen og Eyðtóri Bech umborð, ið rendi seg beint í eina grind. Finningarmenninir vóru á veg at taka nátaungar, men fáa nú ístaðin feska grind á borði; og tað verður ikki hildið at vera verri?


Fáir og smáir

Tað sást alt fyri eitt, at talan var ikki um stóra grind, men kortini fóru vágbingar og onnur á fjørðinum fullhugaði til verka, og skjótt var at reka grindina innum grótkastið og vestur á mølina undir kappróðrarneystinum á sunnara armi, har hon varð hildin til.

Um hálvgum áttatíðina høvdu teir 17 hvalirnir lagt beinini, og 15 teirra vórðu býttir millum drápsfólkið. Vágbingar siga, at hetta er aðru ferð teir minnast grind á vágsfirði, ið einans er býtt í drápspartar.

Eins og vanligt hevur verið seinastu mongu árini, vórðu hvalirnir beinanvegin sleipaðir út á keiina, har væl liggur fyri at skera upp.

Av sýsluskrivstovuni frættist, at einans 67 skinn vóru at býta, so hvalirnir hava verið smáir.