ngin broytt enn einaferð, og tað aftur til fyrstu og upprunaligu versiónina, har tú skuldi koyra í vinstru síðu fyri at kunna koyra beint fram. Hetta er hent í farnu viku, og uttan at nakar bilførari hevur [...] Sum bilførari og borgari í Havn vil eg fegin koma við nøkrum viðmerkingum og spurningum, sum hava tilknýti til ferðsluna á krossinum Landavegur og Frælsið. Í meira enn 10 ár havi eg koyrt oman eftir L [...] í miðjuni tvs. vinstu breytina móti býnum, har pílurin vísti beint fram og til vinstru. Eg gjørdist tí ikki sørt ørkymlaður og bilsin fyrr í ár, tá vegaavmerkingin bráddliga varð broytt. Uttan at hava
miðbýin. Júst hvar og nær søgan fer fram, er ikki nærri ásett, men tíð og stað líkist nógv okkara nútíðar samfelag. Høvuðspersónurin Ikaros Ð. er fangaður í eini óndari ringrás av marrum og svøvnloysi. Í einum [...] boðskapin ella annað fram. Men í hesum føri gera endurtøkurnar bert, at ein missir hugin til at skilja høvuðspersónin og trupulleikar hansara, og at sjálv søgugongdin gerst ov trek og kringlut. Gaman í, [...] Ikaros stríðist við allar heimsins og himmalsins spurningar og gátur fyri at vissa sær, at ætlan hansara er tann rætta. Spurningurin um rættvísi er samstundis eitt spennandi og afturvendandi evni í bókini. Ikaros
Svalbard 975 tons og kvotan av øðrum botnfiskasløgum 235 tons. Fiskiskapurin eftir rækjum við Svalbard hevur verið og er eitt standandi stríðsevni millum Føroyar og Noreg. Síðani í 1983 og fram til 1996 átóku [...] føroysku toska- og hýsukvotunum í Barentshavinum sæst aftur í lægri botnfiskakvotu hjá norskum skipum í føroyskum sjógvi, og at dagatalið hjá norskum línuskipum er skorið á Føroya Banka eins og fyri føroysk [...] vánaligu støðuna í stovnunum av hvítingsbróður og nebbasild hava ES og Noreg sum strandarlond avtalað, at ongin fiskiskapur skal verða eftir hvítingsbróðir í 2005, og royndin eftir nebbasild skal skerjast niður
tekur stig á hesi leið og at tú hevur neyðugu amboðini og neyðuga umhvørvið til tess. Eitt nú djúpt vatn og góðar havnir. Enn er so spurningurin, hvussu hetta arbeiðið skal fara fram, og her verður so eisini [...] ikki, tey venda tingunum aftur og aftur fyri at finna fram til, hvussu tey skulu arbeiða og koma á mál. Hava tey mistikið seg eina staðni, so royna tey nýggjar arbeiðshættir og leiðir aðrastaðni. Tí trúgvin [...] verkið og fær tey at halda fram. At tað hevur gingið skeiva vegin í eitt ár fær tey ikki at gevast. Eg trúgvi heldur ikki, at oljumálaráðharri og týðandi umboð fyri BP fóru á røðarapallin her og tosa um
heima í Føroyum og yvirfyri okkum sjálvum, segði Lars Olsen, og hann helt fram: -Tað var væl betri í seinna hálvleiki. Tá vístu vit væl betri hugburð, og vit tordu betri at samanspæla og raka hvønn annan [...] spælskipanin – frá 3-5-2 ella 5-3-2 og til 4-2-3-1 – gjørdi, at Rógvi Baldvinsson varð fluttur á vongverjan í vinstru, at Odmar Færø varð fluttur fram á verjukent miðvallarpláss, og at Brandur Hendriksson Olsen [...] Olsen varð fluttur úr vinstru og inn á framrættað sentralt miðvallarpláss. Hetta riggaði betur, og tað hava vit í huga, nú vit fara at eftirmeta og fyrireika okkum til avbjóðingina á Malta týskvøldið. Ætlar
konjunkturviðgangandi og fara at økja um sveiggini í búskapargongdini fram yvir. Ráðið mælir tí enn einaferð til, at íløgurnar hjá landi, kommunum og almennum feløgum verða endurskoðaðar og samskipaðar. Ráðið [...] Stórur munur er á inntøkunum hjá kvinnum og monnum. Tað staðfestir várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum, sum er løgd fram í dag. Meðan lutfallið millum kvinnur og menn er nærum javnt býtt í lønarbólkunum [...] tríggir av fýra løntakarum menn, og tá vit koma upp í 600 til 700 túsund krónur eru níggju av tíggju menn. Av teimum, ið forvinna yvir eina millión um árið, eru 97 prosent menn og 3 prosent kvinnur. Búskapa
til og frá finaluni er meir enn bara eitt ítróttarligt átak, tí hetta fer at gera, at næstan 1000 fólk fara at sleppa undan at koyra í bilum og bussum teir samanlagt 150 kilometrarnar aftur og fram millum [...] Løgmanssteypið verður leikt á Tórsvølli í Havn leygardagin 27. august millum bestu mansliðini hjá KÍ og Víkingi, og tað verður roknað við einum metstórum áskoðaratali til hesa finaluna. Smyril fer at sigla beinleiðis [...] leygardagin, har finaludysturin í hesum sambandi er fluttur fram til klokkan 18:00. Eftir finaluna siglur Smyril norðuraftur úr Havn til Klaksvíkar, og er fráferðin tá sett til klokkan 21:00. - Hetta verður
Ferðslutrygd á, at nú er tíðin komin, at stór og smá finna sær fram endurskinini. - Tað er eisini neyðugt at brúka endurskin, har gøtuljós eru, sigur RFF. Og tað kann saktans verða ein spurningur um lív [...] ikki endurskin, hevur bilførarin bara tvey sekund at snara uttan um fólk til gongu - og tað kann vera munurin millum lív og deyða, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd. Tey vísa til eina norska kanning, sum vísir [...] børn, sum byrja í fyrsta flokki, ókeypis endurskinsvestar, og á myndini eru tað skúlabørn í fyrsta flokki í Kvívík, sum vísa sínar vestar fram.
n Jesus og Makedonarin varð framførd, og seinni fóru kvinnukórið Cantabile og fólkasangarin at syngja saman, m.a. á konsertferðum í Norðurlondum. Samspælið millum kór og sangara er serstakt og hugvekjandi [...] Útsetingarnar til løgini, summi kend og onnur nýggj, geva yrkingunum dýpd og vídd, og mótsetningurin millum djúpu røddina hjá Hanusi og ljósu kvinnurøddirnar skapa bæði spenning og harmoni. Cantabile hevur áður [...] Dahl-Olsen, Pól F. og aðrir. Hanus G. Johansen eigur øll løgini, og Pauli í Sandagerði eigur allar útsetingarnar. Samstarvið millum Hanus G. Johansen og Cantabile er ikki nýtt. Pauli og Hanus arbeiddu fyrstu
fólk halda seg framat, og kjakast á einum siðiligum støðið, sigur Ólavur, og leggur afturat, at kjakið er at fara fram á tann góða gamla háttin, har ein stendur á einum kassa og sigur sítt, inntil ein [...] Umframt tey nógvu feløgini og politisku flokkanir, ið verða á fólkafundinum í ár, verður eisini ymiskt annað á skránni. Millum annað verður Speakers Corner og politisk tippikapping. - Hóast fólk vóru sera [...] eitt gott og gevandi kjak, hava fyrireikararnar valt at gera nøkur evni, ið luttakararnar kunnu halda seg til. Evnini í ár verða fullveldi ella samband, eldraøkið, eitt ella fleiri valdømi og uttanríki