Stórur munur er á inntøkunum hjá kvinnum og monnum. Tað staðfestir várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum, sum er løgd fram í dag.
Meðan lutfallið millum kvinnur og menn er nærum javnt býtt í lønarbólkunum undir 300.000, so eru væl fleiri menn í øllum lønarbólkunum yvir 300.000. Longu í lønarbólkinum frá 400 til 500 túsund krónur, eru tríggir av fýra løntakarum menn, og tá vit koma upp í 600 til 700 túsund krónur eru níggju av tíggju menn. Av teimum, ið forvinna yvir eina millión um árið, eru 97 prosent menn og 3 prosent kvinnur.
Búskaparfrágreiðingin vísir eisini, at tey, ið arbeiða í útlondum fáa hægri løn enn tey, sum arbeiða í Føroyum, og at stórur munur er á inntøkunum hjá fólki við ymiskum útbúgvingum.
Greiningarnar hjá Búskaparráðnum staðfesta eisini, at arbeiði einans verður til umleið helmingin av teimum, sum fara undir hægri lesnað.
Aftur í ár vísa framrokningarnar hjá Búskaparráðnum at búskaparvøksturin fer at minka komandi árini. Vøksturin í 2015 var 6,2 prosent, meðan hann í 2016 verður 5,3 og í 2017 verður 2,9 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá innlendis eftirspurningi.
Eins og í heyst ávarar Búskaparráðið um stóru almennu íløgurnar, sum standa fyri framman. Búskaparráðið sigur, at tað enn sær út til, at almennu íløgurnar eru konjunkturviðgangandi og fara at økja um sveiggini í búskapargongdini fram yvir. Ráðið mælir tí enn einaferð til, at íløgurnar hjá landi, kommunum og almennum feløgum verða endurskoðaðar og samskipaðar. Ráðið skjýtur upp at hava sum meginreglu at halda almennu íløgurnar sum ein støðugan part av bruttotjóðarúrtøkuni.