Ástarkvøður frá Hanusi G. Johansen og Cantabile

Hvat er meiri hóskandi enn at leggja 12 ástarkvøður fram á sjálvari Valentinsmessu?

Heitur kossur” er heiti á nýggjari kærleiksfløgu, sum kemur út leygardagin. Fløgan verður m.a. at fáa í handlunum hjá Tutl og í Expert.

 


Hvat er meiri hóskandi enn at leggja 12 ástarkvøður fram á sjálvari Valentinsmessu?

 

Leygardagin 14. februar verður nýggja fløgan “Heitur kossur” eftir Hanus G. Johansen og kvinnukórið Cantabile endiliga at fáa. Fløgan er upptikin á konsert, sum varð hildin fyri akkurát einum ári síðan í Múllers pakkhúsi á kærleiksdegnum.

 

Á fløguni eru 12 heitir kærleikssangir, ið byggja á yrkingar eftir 10 ymiskar yrkjarar. Millum yrkjararnar eru Janus Djurhuus, Gunnar Dahl-Olsen, Pól F. og aðrir. Hanus G. Johansen eigur øll løgini, og Pauli í Sandagerði eigur allar útsetingarnar.

 

Samstarvið millum Hanus G. Johansen og Cantabile er ikki nýtt. Pauli og Hanus arbeiddu fyrstu ferð saman longu 1984, tá ið tónleikamyndin Jesus og Makedonarin varð framførd, og seinni fóru kvinnukórið Cantabile og fólkasangarin at syngja saman, m.a. á konsertferðum í Norðurlondum.

 

Samspælið millum kór og sangara er serstakt og hugvekjandi. Útsetingarnar til løgini, summi kend og onnur nýggj, geva yrkingunum dýpd og vídd, og mótsetningurin millum djúpu røddina hjá Hanusi og ljósu kvinnurøddirnar skapa bæði spenning og harmoni.

 

Cantabile hevur áður útgivið fløguna Seinnameiri, og Hanus G. Johansen hevur m.a. útgivið Gaman og Álvara, Bouquet, Frå leddigen, Hørpuspælaran og Á fold eru túsund gudar.

 

 

Fløgan “Heitur kossur” verður løgd fram leygardagin 14. februar kl. 13-14 í handlinum hjá Tutl í gongugøtuni í Havn, har til ber at ogna sær fløguna og fáa hana signeraða.