Kann vera munurin ímillum lív og deyða

Eitt lítið endurskin ger nógv størri mun enn tey flestu hugsa um – men tað skal brúkast rætt

 

Nú tann myrki veturin nærkast í stórum, minnir Ráðið fyri Ferðslutrygd á, at nú er tíðin komin, at stór og smá finna sær fram endurskinini.

- Tað er eisini neyðugt at brúka endurskin, har gøtuljós eru, sigur RFF.

 

Og tað kann saktans verða ein spurningur um lív ella deyð.

 

- Ofta halda fólk, at bara tey síggja tey bilin, sær bilførarin eisini tey. Men hava fólk til gongu ikki endurskin á sær í myrkri, er tað næstan ógjørligt hjá bilførarum at síggja tey, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

 

Tey siga, at tað er javnan, at bilførarir venda sær til teirra og vísa á, at alt ov mong fólk til gongu, eru ring at síggja í myrkri, tí tey hava ikki endurskin.

 

Bilførarar síggja ikki fólk við ongum endurskini, fyrrenn tey eru er 25-30 metrar burturfrá. Men hava tey endurskin, síggjast tey 140 metur burturfrá - og hetta er tá bilurin brúkar nærljós.

 

- Koyrir bilurin 50 kilometrar um tíman, hevur bilførarin 10 sekund at leggja upp fyri fólki, sum hava endurskin. Hava fólk ikki endurskin, hevur bilførarin bara tvey sekund at snara uttan um fólk til gongu

 

- og tað kann vera munurin millum lív og deyða, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

 

Tey vísa til eina norska kanning, sum vísir, at brúka fólk endurskin, er vandin fyri at verða yvirkoyrt 85 prosent minni, enn tá ið tey ikki brúka endurskin.

 

Á hvørjum ári fáa øll børn, sum byrja í fyrsta flokki, ókeypis endurskinsvestar, og á myndini eru tað skúlabørn í fyrsta flokki í Kvívík, sum vísa sínar vestar fram.