Kann geva KÍ eyka vilja og spæligleði

Jógvan Skorheim fegnast um avgerðina hjá SSL at lata Smyril sigla úr Klaksvík til Havnar í samband við steypafinaluna í fótbólti 27. august.

Finalan um Løgmanssteypið verður leikt á Tórsvølli í Havn leygardagin 27. august millum bestu mansliðini hjá KÍ og Víkingi, og tað verður roknað við einum metstórum áskoðaratali til hesa finaluna.

 

Smyril fer at sigla beinleiðis úr Klaksvík til Havnar klokkan 14:00 hendan leygardagin, har finaludysturin í hesum sambandi er fluttur fram til klokkan 18:00. Eftir finaluna siglur Smyril norðuraftur úr Havn til Klaksvíkar, og er fráferðin tá sett til klokkan 21:00.

  

- Hetta verður ein ómetaliga spennandi dagur fyri okkum í Norðoyggjum og fyri stóra viðhaldsfjøldina hjá KÍ, at næstan 1000 av okkum kunnu ferðast so trygt og ómakaleyst til finaluna, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim.

 

- Men hetta tiltakið at fáa Smyril at sigla beinleiðis til og frá finaluni er meir enn bara eitt ítróttarligt átak, tí hetta fer at gera, at næstan 1000 fólk fara at sleppa undan at koyra í bilum og bussum teir samanlagt 150 kilometrarnar aftur og fram millum býirnar báðar. Hetta fer at gera ferðsluna munandi tryggari hendan dagin, tí eingin ivi er um, at talið av akførum hendan dagin verður stórt, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum eisini takkar Strandferðsluni fyri teirra tænastusinni og samstarvsvilja, sum gjørdi hetta møguligt.

 

- Vónandi fer hetta eisini at geva okkara leikarum nøkur eyka prosent av vilja og spæligleði, so tað røkkur til enn ein KÍ-sigur, ið vit kunnu fegnast um saman við leikarum, venjarum og hjálparfólki. Her kann hesin møguleikin at vera saman umborð á SMYRLI eisini styrkja samanhaldið enn meira, sigur Jógvan Skorheim.