Messias II Synd drepur Guð. Elias Askham,
356 síður. Føroyaprent, 2005
Elias Askham byrjar skaldsøgu sína við at staðfesta, at hann sjálvur ikki er upphav til frásøgnina og bert er útgevari. Frásøgnina eigur Ikaros Ð., og tað er hansara dagbók, lesarin sleppur at hugna sær við. Men hugni er ikki júst orðið, ið best lýsir hesa søgu. Frá byrjan valdar ein myrkur, dapur og harðligur tóni, ið aldrin støðgar at dragsa lesaran ígjøgnum óteljandi líðingar og psykosur hjá høvuðspersóninum.
Marrukend ringrás
Ikaros Ð. býr einsamallur í einari skitnaðari íbúð ovast í einum íbúðarblokki, beint uttanfyri miðbýin. Júst hvar og nær søgan fer fram, er ikki nærri ásett, men tíð og stað líkist nógv okkara nútíðar samfelag. Høvuðspersónurin Ikaros Ð. er fangaður í eini óndari ringrás av marrum og svøvnloysi. Í einum meldri av mytologiskum frásagnum, bíbilskum hendingum og sitatum frá heimskendum rithøvundum, roynir Ikaros Ð. at forkoma síní líðing, ið stavar frá hansara fortíð, har millum annað tvíburasystir hansara hevur tikið sítt egna lív. Men Ikaros Ð. hevur eina ræðandi ætlan! eina ætlan, ið (sum hann sjálvur tekur til) skal skaka hvørt mansbarn, ið her livir. Søgan verður fortald út frá sjónarhorninum hjá Ikaros og uttan at avdúka ov nógv, er øll frásøgnin eitt langt fyridømi um ein persón, ið líður av álvarsligum sálarligum meini og átrúnaligari ørkymlan. Ella ger hann tað?
Eksistentielt vaml
Messias II er ein krimisøga, har ein ikki skal gita hvør drápsmaðurin er, men hvat drápsmaðurin fer at gera. Tað er nevniliga klárt frá byrjan, hvør tann óndi í bókini er. Ikaros stríðist við allar heimsins og himmalsins spurningar og gátur fyri at vissa sær, at ætlan hansara er tann rætta. Spurningurin um rættvísi er samstundis eitt spennandi og afturvendandi evni í bókini. Ikaros kemur við nógvum hugleiðingum og raðfestingum um rættvísi. Hesar hugleiðingar stava frá ymiskum sjónarhornum, men sterkasti íblásturin kemur tó frá kristindóminum, har bíblian og Guð eru uppi at venda uttan íhald - (og rithøvundurin leggur ikki fingrarnar ímillum!). Umframt alt hetta hevur rithøvundurin kryddað søgu sína við hugvekjandi, stuttligum og ørvísi hugleiðingum um siðbundnar frásagnir og eisini við alskyns millumtekstleikum. Umvegis tankameldrið hjá Ikaros fær lesarin høvi til at gera sær sínar egnu tankar um tey ymisku gudfrøðiligu og etisku evnini, bókin trívur í, og er hetta samstundis ein av høvuðsdygdunum í bókini. Við sínum ráa og kyniska framferðarhátti noyðir rithøvundurin lesaran til at fella sín egna dóm. Ikaros roynir sítt ítasta at mana fram eitt eksistentielt vaml í lesaranum. Hetta er ein øðrvísi og effektivur háttur at halda lesaran fangaðan, men mørk eru fyri, hvussu væl tað riggar í longdini.
Ov nógv av tí góða
Sera beisku og bersøgnu hugleiðingarnar hjá Ikaros Ð. um óndskap, trúgvandi fólk, bókmentir og annað eru sera undirhaldandi í byrjannini av bókini. Men sum við næstan øllum øðrum dygdum við hesi skaldsøgu, verður tað bara ov nógv av tí góða, sum frá líður. Ein blívur troyttur av at hoyra um, hvussu ringt Ikaros Ð. hevur tað, og hvussu ónd hansara ætlan er. Onkrar kapittlar í bókini kann ein næstan leypa um, tí teir bert innihalda endurtøkur. Sjálvsagt kunnu endurtøkur spæla ein týðandi leiklut í eini frásøgn fyri at fáa boðskapin ella annað fram. Men í hesum føri gera endurtøkurnar bert, at ein missir hugin til at skilja høvuðspersónin og trupulleikar hansara, og at sjálv søgugongdin gerst ov trek og kringlut. Gaman í, er tað dagbókin hjá einum sera ørkymlaðum og stórlætnum persóni, vit skulu eitast at lesa, men tað er ongin umbering. Í meldrinum av veraldarspurningum missir søgugongdin og huglagið í bókini sítt fótafesti og klárar ikki reiðiliga at fanga tað aftur. Eisini gerast tær óteljandi myndberingarnar nakað slitnar sum frá líður, tí tær einki nýtt hava at bera og bert tarna søgugongdini. Og tá ið endabresturin í bókini hevur lagt seg, stendur ein eftir við einari heldur tómari kenslu.
Kanska er tað meiningin - kanska ikki, men eg hevði væntað mær meira av tí einfaldu orsøk, at bókin sjálv leggur upp til nakað meir.
Skal ikki fara fram við
Tá hetta er sagt, er tað tó sera hugaligt at lesa eina so djarva og avbjóðandi skaldsøgu, sum Messias II. Ikki tí - tað harðliga og tað ræðuliga er ikki so sjáldsamt í føroyska bókmentaheiminum, men í Messias II verður hetta tikið eitt stig longur. Ein so víttfevnandi rannsóknarferð inn í djúpasta og myrkastu krókarnir í menniskja- (syndara) sálini, er tað, ið ger hesa skaldsøgu so áhugaverda, samstundis sum hon eisini dregur upp av nýggjum, tá tað ræður um trúgv og siðvenju. Men bókin er merkt av byrjunarfeilum, og hetta órógvar tíverri heildarupplivingina av bókini. Eg vil tó mæla øllum, ið hava áhuga í bókmentum, til at lesa Messias II, tí hon er sanniliga tað verd. Hon er ikki ein bók, ið bara skal fara fram við, uttan at hon verður kannað nærri.