Upphøgging av oljupallum stórur ídnaður fyri Hetland og Føroyar

Hóast føroyingar onga olju finna ella tað ganga mong mong ár til hon verður funnin, so kunnu Føroyar eins væl og Hetland fáa nógvar inntøkur og fáa nógv fólk í arbeiði í tí nýggju ídnaðargreinini, sum er avtøka og upphøgging av gomlum oljupallum. Hetta heldur Tavish Scott, limur í skotska parlamentinum fyri Hetland og somuleiðis varafíggjarmálaráðharri í skotsku stjórnini.

Nýggj oljuvinnugrein


-Eg haldi, at Hetland kann fáa nógv burtur úr einum størri samstarvi við Føroyar, ikki bert á oljuøkinum, men á mongum økjum. Eg haldi so eisini, at okkara ídnaður og myndugleikar hava nakað av læra føroyingum, nú vit hava 25 ára royndir sigur Tavish Scott, sum ikki er so bangin fyri framtíðini hjá oljuvinnuni í Hetlandi og fyri tað á Atlantsmótinum. Hann heldur ikki, at oljufeløgini fara at rýma úr økinum fyri tað, at lønandi fund ikki eru gjørd í eina drúgva tíð. ?Oljufeløgini gevast ikki, tey venda tingunum aftur og aftur fyri at finna fram til, hvussu tey skulu arbeiða og koma á mál. Hava tey mistikið seg eina staðni, so royna tey nýggjar arbeiðshættir og leiðir aðrastaðni. Tí trúgvin uppá at olja er í økinum drívur verkið og fær tey at halda fram. At tað hevur gingið skeiva vegin í eitt ár fær tey ikki at gevast. Eg trúgvi heldur ikki, at oljumálaráðharri og týðandi umboð fyri BP fóru á røðarapallin her og tosa um møguleikarnar fyri at gera fund í økinum, um teir ikki mettu møguleikarnar at vera tilsteðar.

Tavish Scott sigur, at hetlendingar vóru sera fegnir, tá tað frættist, at BP fór undir at byggja út risastóra oljufeltið Clair, sum hevur ligið í dvala síðani tað var funnið í 1977. Sum vararáðharri í Skotlandi leggur hann eisini stóran dent á, at øll útbygging av oljufeltum á Atlantsmótinum fer fram við fyriliti fyri umhvørvinum. Eisini soleiðis at henda útbygging ikki nervar fiskivinnuna, sum framvegis er tann mest týðandi vinnugreinin í Hetlandi.

Tavish Scott vísir annars á, at fiskivinna og oljuvinna hava megnað at livað lið um lið øll hesi árini. Fiskivinnan hevur latið mong før til uppgávur í oljuvinnuni og er partur av ágóðanum frá oljuvinnuni eisini farin til at gera týðandi íløgur í fiskivinnuni. ?Oljuvinna og fiskivinna kunnu virka saman men tú mást kenna tína ábyrgd, hvar tú enn er stæddu,r og tí hevur tað eisini týdning at hava ein góðan dialog millum hesar vinnur.

Avdøka av oljupallum
Á ráðstevnuni í Lerwick varð eisini nógv tosað um avtøku/upphøgging av teimum mongu gomlu oljupallunum í Norðsjónum (Decommissioning). Innan ikki ov langa tíð verða arbeiði boðin út til at skilja sundur hesar risastóru pallar. Hetta fer at geva nógv arbeiði og hetta kann eisini gerast ein heilt nýggjur ídnaður, men tað krevur so eisini, at onkur er førur fyri at átaka sær hesa stóru og nýggju uppgávu. Tað er m.a. hetta sum hetlendingar síggja sum ein framtíðar møguleika fyri teirra ídnað.

Tavish Scott heldur eisini, at hetta kundi verið ein nýggj leið hjá føroyskum vinnulívi at gingið og møguliga kundu føroysk og hetlendsk vinnuáhugamál í felag tikið henda spurningin upp. Tað er hugsandi, at her verður so nógv at gera, at tað krevur samstarv av stóru ídnaðarfyritøkum og hví ikki í tveimum grannalondum. Hetlendingar, sum hava havt 25 ár við góðum inntøkum frá oljuvinnuni spyrja seg sjálvar, hvussu teir kunnu fáa 25 enn góð ár við inntøkum frá hesi vinnu. Og her síggja teir møguleikan fyri einum heilt nýggjum vinnuvegi, sum skal taka niður og sundur gomlu pallarnar. Tí hava teir eisini stovnað ?The Shetland Decommissioning Company?. Í felagnum eru bæði privatar og almennar fyritøkur, her m.a. havnamyndugleikarnir í Lerwick og Shetland Islands Council.

Sjálvur heldur Tavish Scott, at tað kann blíva talan um ein rættiliga stóran ídnað næstu 20 til 30 árini at taka hesar pallar sundur. Men tað krevur so, at onkur tekur stig á hesi leið og at tú hevur neyðugu amboðini og neyðuga umhvørvið til tess. Eitt nú djúpt vatn og góðar havnir.

Enn er so spurningurin, hvussu hetta arbeiðið skal fara fram, og her verður so eisini hugsað um trupulleikarnar við Brent Spar á sinni, har eingin vildi síggja henda gamla pallin. So tað er eisini ein spurningur, hvat umhvørvisfelagssskapir fara at siga og samtíðis, hvussu langt man vil fara við teimum gomlu pallunum, hvat bæði trygd og møguligari dálking viðvíkur.

Fólkatalið minkar
Hóast tað hevur gingið væl í vinnulívinum leingi, so gongur tað minni væl við burðartalinum. Í dag eru umleið 22.000 íbúgvar í Hetlandi og hagfrøðiliga gongur talið tann skeiva vegin. -Tí hevur tað eisini so stóran týdning fyri okkum, at eisini føroyingar finna olju og møguliga vilja flyta hana til Hetlands, og tað hevur eisini nógv at siga, at oljumenningin heldur fram norðan og eystan fyri oyggjarnar. Eisini ein nýggjur ídnaður sum avtøka av oljupallum er sera týðandi, tí hann kann hava við sær, at nógv fólk flyta henda vegin at fáa arbeiði. Hetta hendi eisini í 70-unum, tá arbeiðsfólk steymaðu til Hetlands at vera við í uppbyggingini av oljuvinnuni. Eg hevði fegin viljað sæð, um ikki eitt so stórt ?boom?, so tó eitt miniboom í sambandi við avtøku av oljupallum sigur vararáðharri fyri fíggjarmál og almennar tænastur í Skotlandi, Tavish Scott við Sosialin.