kanska at vera betri, enn tær hava verið undanfarnu ferðirnar. Vestmenningur og Klaksvíkingur løgdu bragdliga fyri, og teir lógu stavn um stavn fyrra partin av teininum. So fór tað at vísa seg, at tøkini [...] spurningurin undan finaluni av øllum finalum í hesum róðrarárinum var, um tað mundi fara at eydnast Vestmenningi at taka Klaksvíking. Vestmenningar hava verið ógvuliga treiskir, men hvørja ferð hava teir
Hestoy við sær, og viðmerkjarin metti ikki, at Pál er nøgdur við úrslitið, men hann helt hinvegin, at hetta kann eggja til, at Pál leggur nógv fyri, og fer at klára seg væl, tá 1500 metra teinurin skal [...] við tíðini 7, 46,51. Yang Sun úr Kina gjørdist nummar eitt við tíðini 7,38, 57. Pál er kendur fyri at klára seg best á 1500 metra teininum, og er 800 metra teinurin sostatt ikki teinurin, har Pál trívist
hann miðskeiðis í hesi vikuni, sótu teir á byggifundi við Skagens Skibsværft. - Vit vænta, at skipið verður klárt at loysa í Skagen um einar 14 dagar, sigur hann. Hitt skipið hjá felagnum, Finnur Fríði, hevur [...] Tróndur í Gøtu kom til Skagen um mánaðarskiftið, mars/ apríl, men nú fer so at líða, sigur Jógvan Dávid. Hann leggur aftrat, at Finnur Fríði varð liðugur til páskar. - Sum eg havi skilt á reiðaranum á Fagrabergi [...] Fagrabergi, verður skipið helst liðugt hesa vikuna, sigur Jógvan Dávid Jacobsen og leggur aftrat, at okkurt eisini er gjørt við nakran av tangunum umborð á Fagrabergi.
flaggdagshald klokkan 14 og har fer Sámal Matras Kristiansen, søgufrøðingur, at halda røðu. Aftan á verður tombola og ein drekkamunnur at fáa í skúlanum. Eisini í Hvalba verður flaggdagshald klokkan 14, har Nita [...] Roynhøllini verður eisini ein drekkamunnur at fáa. Í Leirvík verður flaggdagshald í Skúlagarðinum klokkan 15, har Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík, fer at røða. Ein hálvan tíma áðrenn, klokkan [...] skótahúsinum og í sambandi við haldið, verður eisini kondibingo og tá ið alt er liðugt, verður drekka at fáa í skótahúsinum.
einum tveimum støðum, umframt at teir høvdu møguleikar at økja. Tveir minuttir fyri tíð broyttist alt bráddliga. Manu minkaði um munin eftir innlegg og so trýsti Getafe fyri at fáa eitt stig. Og tað var eisini [...] Madrid tók á Vicente Calderon ímóti stórabeiggja, Real Madrid. Tað eru eftir hondini fleiri ár síðani, at Atletico Madrid hevur vunnið á Real Madrid og tað gjørdu teir heldur ikki í kvøld. Karim Benzema legði [...] Casillas í Real Madrid málinum stóð væl. Ikki fyrr enn fýra minuttir fyri tíð eydnaðist tað Sergio Augero, at minka um munin. Barcelona fekk fyrr í kvøld vitjan av Getafe á Nou Camp. Oddaliðið í Spania hevði tamarhald
stóra kapping í tennisárinum, og Caroline Wozniacki er væl á veg at vinna hana. Gamaní má sigast, at Wozniacki hevur verið heppin, við tað at argastu kappingarneytarnir hava tapt óvæntað, ella hava tikið [...] og skal nú møta fronsku Marion Bartoli í finaluni. Og eftir at hava sæð hálvfinaluna millum Bartoli og belgisku Yanina Wickmeayer er ilt at síggja, hvussu damp-kenda og undarligt sláandi Marion Bartoli
læknavaktin, sum er at hitta á telefon nummari 1870, um alt landið. Tað hendir, nú Suðuroy, Sandoy, Skúvoy og Dímun eisini eru knýtt upp í vaktarskipanina. - Læknavaktin er fyri at hjálpa við sjúku, sum [...] sum ikki kann bíða, tá kommunulæknin ikki er at hitta, sigur heilsumálaráðið. Tað merkir, at fáa suðuroyingar, sandoyingar, skúvoyingar og dímunarfólk brúk fyri lækna eftir klokkan 16 í dag, skulu tey ikki [...] ikki ringja til sín vanliga lækna, men á telefon nummar 1870. Tað var á vári 2007, at skipanin við hesi læknavaktini varð tikin í nýtslu. Hendan læknavaktin kom í staðin fyri gomlu skipanina við vaktunum
harmiligt, at ein leikari soleiðis má taka seg úr kappingini, so strikar hetta undir orðatakið, at »einki er so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt«. Sum nummar fýra seedað er Williams mett at møta nummar [...] umfari móti Sandra Zahlavova, og mátti út í trý sett, áðrennn sigurin var í hús. Men hetta vísti seg at gerast ein dýrur sigur. Williams fekk skaða í kokuvøddan (lyskuna), og bert seks minuttir inn í dystin
- Hetta fer helst at geva okkum nýggjar avbjóðingar, vísir Jórun á. - Eitt uppskot kundi tí verið, at hildið valið samstundis sum kommunuvalið. Við hetta høvið er eisini møguleiki at fáa ?samsvar? millum [...] verður komandi kirkjuráðsval hildið samstundis sum kommunuvalið. - Hetta hevði uttan iva gjørt sítt til, at so nógvir limir í fólkakirkjuni sum gjørligt kundu atkvøtt, sigur Jórun Johannesen. Fyrr í morgun helt [...] fremjast longu við komandi val. - Tað hevði helst skap størri fjølbroytni, um vit løgdu okkum eftir, at minst ein kirkjuráðslimur í hvørjum kirkjuráði var fólk í tjúgunum ella tríatiárunum, vísir Jórun
Føroyar, og Gunnar í Liða leggur frá sær eftir at hava røkt stjórastarvið í góð 10 ár. Tað var fyri tveimum mánaðum síðani, at Gunnar í Liða boðaði frá, at hann fer úr starvi sum stjóri á Tryggingarfelagnum [...] er tað enn bara Tryggignarfelagið Føroyar - gjøgnum móðurfelagið TF Holding - sum hevur víst áhuga í at keypa bankan, sum fór av knóranum 30. september. Sølutilgongdin hevur ikki gingið so lætt, sum Finansiel [...] - hann er blivin bæði jólatrøll og nýggjárstrøll. Tað verður so helst uppgávan hjá nýggja stjóranum at finna fram til, um handlin verður egg ella ungi.