Hátíðarhald og røður um alt landið í dag

Í dag er ikki bara ruskveður við nógvum vindi og hvøssum ælingini nógvstaðni. Tað er eisini flaggadagur og, sum vant, verður hann hátíðarhildin runt um í landinum við røðum og øðrum tiltøkum. Portalurin hevur áður boðað frá flaggdalshaldið í Kollafirði, í Havn, á Oyrarbakka og í Vági.

Men Merkið verður eisini hátíðarhildið í Kalsoy, í Hvalvík, í Leirvík og í Hvalba og nógvastaðni eru tað skótarnir, sum skipa fyri.

Í Kalsoy verður hátíðrhaldið klokkan 15 og har verður tað Kaj Leo Holm, Johannesen, løgmaður, sum heldur flaggrøðuna.

Í Hvalvík verður flaggdagshald klokkan 14 og har fer Sámal Matras Kristiansen, søgufrøðingur, at halda røðu. Aftan á verður tombola og ein drekkamunnur at fáa í skúlanum.

Eisini í Hvalba verður flaggdagshald klokkan 14, har Nita Næs, lærari, heldur røðu.Í sambandi við haldið verður eisini stuðulsrenning fyri Royn og í Roynhøllini verður eisini ein drekkamunnur at fáa.

Í Leirvík verður flaggdagshald í Skúlagarðinum klokkan 15, har Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík, fer at røða.

Ein hálvan tíma áðrenn, klokkan 14.30, fara skótar í skrúðgongu úr skótahúsinum og í sambandi við haldið, verður eisini kondibingo og tá ið alt er liðugt, verður drekka at fáa í skótahúsinum.