Wozniacki knústi Sharapova

Tá Wozniacki og Sharapova skuldu møtast í US Open seinast, vóru miðlarnir á gosi um »Battle of the Babes«. Danin vann tá, men hesaferð hølvaði hon Sharapova av. Indian Wells er fyrsta stóra kapping í tennisárinum, og Caroline Wozniacki er væl á veg at vinna hana.

 

Gamaní má sigast, at Wozniacki hevur verið heppin, við tað at argastu kappingarneytarnir hava tapt óvæntað, ella hava tikið set aftur við skaða (Clijsters og Azarenka), men burtursæð frá tí eina settinum hevur eingin verið í nánd av dananum.

 

Tað var tí hugt fram móti hálvfinaluni millum Wozniacki og Sharapova við spenningi. Maria Sharapova, sum lá sum nummar eitt á heimsstyrkilistanum fyri fáum árum síðani, er á veg fram, og tí var spenningur um, hvørt hon kundi geva verandi eittara á heimsstyrkislistanum ein skarpan gang.

 

Men har gjørdist ongantíð talan um spenning. Caroline Wozniacki vann dystin lættliga 6-1, 6-2, og skal nú møta fronsku Marion Bartoli í finaluni.

 

Og eftir at hava sæð hálvfinaluna millum Bartoli og belgisku Yanina Wickmeayer er ilt at síggja, hvussu damp-kenda og undarligt sláandi Marion Bartoli skal hava nakran møguleika móti framúr væl spælandi heimseittaranum úr Danmark.