10-mannafør: Við sannførandi sigri í síðsta róðrinum í hesum kappingarárinum hevur Klaksvíkingur á Havnarvág tryggjað sær FM heitið vil fullum stigatali.
Stóri spurningurin undan finaluni av øllum finalum í hesum róðrarárinum var, um tað mundi fara at eydnast Vestmenningi at taka Klaksvíking. Vestmenningar hava verið ógvuliga treiskir, men hvørja ferð hava teir mist í endaspurtinum.
Hesa ferð var teinurin bara 900 metrar, og tí vórðu fyritreytirnar hjá vestmenningum mettar kanska at vera betri, enn tær hava verið undanfarnu ferðirnar.
Vestmenningur og Klaksvíkingur løgdu bragdliga fyri, og teir lógu stavn um stavn fyrra partin av teininum. So fór tað at vísa seg, at tøkini hjá klaksvíkingum vignaðust betri, og hálvur skutur gjørdist til skut og síðani til hálva bátslongd. Á málinum var munurin tvey sekund ella tað mesta av einari bátslongd.
Hesa ferð bjóðaði Ormurin Langi hjá Knørrafelagnum seg fram, og hann tapti kappingina um bronsuplássið ímóti Hoyvíkingi, sum fyri sjeyndu ferð endaði á triðja plássi.
1 Klaksvíkingur 04:02.18
2 Vestmenningur 04:04.17
3 Hoyvíkingur 04:10.01
4 Ormurin Langi (RK) 04:13.00
1 Klaksvíkingur 49
2 Vestmenningur 42
3 Hoyvíkingur 35
4 Ormurin Langi (RK) 4