Tróndur í Gøtu til garantieftirlit

Seinastu tíðina hava trý føroysk nótaskip verið í Skagen, har ymiskt er gjørt við skipini. Finnur Fríði er liðugur og hevur verið fyrsta túrin, men enn liggja Fagraberg og Tróndur í Gøtu í Skagen

VINNA

Jógvan Dávid Jacobsen, sum arbeiðir fyri Vinnuna í Gøtu, er í hesum døgum í Skagen, har eitt av skipunum hjá teimum, Tróndur í Gøtu, er til eitt árs garantieftirlit.
Tá Sosialurin hitti hann miðskeiðis í hesi vikuni, sótu teir á byggifundi við Skagens Skibsværft.
- Vit vænta, at skipið verður klárt at loysa í Skagen um einar 14 dagar, sigur hann.
Hitt skipið hjá felagnum, Finnur Fríði, hevur eisini verið í Skagen, har hann er vorðin pussaður upp. Finnur Fríði er liðugur og hevur verið fyrsta túrin á svarkjafti.
Eitt annað føroyskt skip, Fagraberg, er eisini í Skagen, har hann partvís er vorðin sandvaskaður, sum tað verður rópt.
Tá vit hittu Jógvan Dávid Jacobsen, var eisini Anfinnur Olsen, reiðari á Fagrabergi, komin til Skagen.
- Tróndur í Gøtu kom til Skagen um mánaðarskiftið, mars/ apríl, men nú fer so at líða, sigur Jógvan Dávid.
Hann leggur aftrat, at Finnur Fríði varð liðugur til páskar.
- Sum eg havi skilt á reiðaranum á Fagrabergi, verður skipið helst liðugt hesa vikuna, sigur Jógvan Dávid Jacobsen og leggur aftrat, at okkurt eisini er gjørt við nakran av tangunum umborð á Fagrabergi.