Ein og sama læknavakt í øllum Føroyum

Nú fevnir læknavaktin, sum er at hitta á telefon nummari 1870, um alt landið.

Tað hendir, nú Suðuroy, Sandoy, Skúvoy og Dímun eisini eru knýtt upp í vaktarskipanina.

- Læknavaktin er fyri at hjálpa við sjúku, sum ikki kann bíða, tá kommunulæknin ikki er at hitta, sigur heilsumálaráðið.

Tað merkir, at fáa suðuroyingar, sandoyingar, skúvoyingar og dímunarfólk brúk fyri lækna eftir klokkan 16 í dag, skulu tey ikki ringja til sín vanliga lækna, men á telefon nummar 1870.

Tað var á vári 2007, at skipanin við hesi læknavaktini varð tikin í nýtslu. Hendan læknavaktin kom í staðin fyri gomlu skipanina við vaktunum hjá kommunulæknum.

Hendan nýggja læknavaktin hevur virkað væl og er í støðugari menning, sigur heislumálaráðið.

Og í dag, 1. februar, verður skipanin eisini tikin í nýtslu fyri Suðuroy, Sandoy, Skúvoy og Dímun og sostatt fevnir læknavaktin um allar Føroyar.

Læknavaktin svarar á telefon 1870 gerandisdagar millum fýra seinnapartar og klokkan átta á morgni. Harumframt svarar 1870 alt samdøgrið halgidagar og um vikuskiftið.

Annars verður nærri kunning um Læknavaktina borin í hvørt hús í Suðuroy, Sandoy, Skúvoy og á Stóru Dímun næstu dagarnar.