Venus úti í Australia

Nummar fýra seedaða Venus Williams hevði ein ógvuliga harðan dyst í øðrum umfari móti Sandra Zahlavova, og mátti út í trý sett, áðrennn sigurin var í hús. Men hetta vísti seg at gerast ein dýrur sigur.

 

Williams fekk skaða í kokuvøddan (lyskuna), og bert seks minuttir inn í dystin í triðja umfari móti týsku Andrea Petkovic, mátti hon gevast.

 

Venus Williams hevur vunnið tríggjar av teimum fýra Grand Slam kappingunum (Australian open, French Open, Wimbledon og US Open), men ongantíð Australian Open, og tað ger hon so heldur ikki í ár.

 

Hóast tað er ógvuliga harmiligt, at ein leikari soleiðis má taka seg úr kappingini, so strikar hetta undir orðatakið, at »einki er so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt«. Sum nummar fýra seedað er Williams mett at møta nummar eitt seedaða leikaranum í hálvfinaluni, og sum øllum kunnugt er nummar eitt seedaða danska Caroline Wozniacki.

 

Andrea Petkovic skal nú í fjórða umfari møta Maria Sharapova, sum hevði stórar trupulleikar móti týsku Julia Görges, sum vann fyrsta sett 6-4. Sharapova kom tó aftur og vann tey tvey næstu settini 6-4, 6-4.