langa tíð, hon er steðgað fleiri ferðir av ymiskum ávum, men hon er kortini ikki løgd til viks. Vit fara at taka støðu til kæruna, og teir, sum kærdu, fáa svar heilt skjótt. Í hesum árinum í øllum førum, sigur [...] løgdeildini á Løgmansskrivsstovuni. Søren Pram Sørensen sigur, at orsøkin til seinkingina er ikki, at málið er fløkt, men heldur, at tey hava ikki raðfest hana so høgt. - Vit hava ikki mett hana hava so stóran [...] tann kommunalrættarliga skyldan til at samtykkja rættningslinjur fyri tillutan av kommunalum veitingum av serligum týdningi. Ein kommuna hevur eftir galdandi rætti, skyldu til at samtykkja sakliga grundgivnar
kjakast um. Tað gjørdi tað ikki, og tí fóru flestu fólkini til húsa aftur við somu vitan, sum tey høvdu áðrenn. Tey vóru valla vorðin klókari. Til tað vóru upplýsingarnar ov fáar. Vilhelm ímóti Sum so ofta [...] kemur til útgjaldingar um nøkur ár. Hetta er í grundini rættiliga løgin framferðarháttur av politikarunum við pallin, tí kenna teir tølini, so vita teir eisini meira um tað, sum liggur aftanfyri tey. Gera [...] fyri teimum útrokningum sum gjørdar eru, og teir høvdu tí meiri enn trupult við at halda seg til tølini, sum vórðu slongd á borðið. Eingin av teimum, sum var í Norðurlandahúsinum, kennir grundarlagið fyri
morgunin, men eg mátti stríða meg av seingini og á sjúkrahúsið, har tey so kannaðu meg nærri, greiður Allan Joensen frá. Røntgenmyndir vórðu tiknar, men tær boðaðu ikki frá nøkrum broti í fótinum, sum var [...] og nú hevur hann uppgivið dreymin um at gerast yrkisspælari í útlondum. ? Tað skal eitt lítið undur til, um eg skal spæla fótbólt aftur, staðfestir klaksvíkingurin, sum seinastu trý árini hevur verið ígjøgnum [...] tá hann í toppdysti móti HB sleit hælsinuna. Skaða undir venjing Allan Joensen smakkaði fyrstu ferð til 1. deildarfótbólt í 1990. Hann var við í hópinum ? men spældi sjáldan ? tá KÍ vann meistaraskapin í
stuttlig. Mangan verður eisini dúgliga drukkið. Men løggan er til reiðar á vegunum. Tey fáu, sum ætla sær at koyra ávirkað skulu vita, at tey seta koyrikortið í veð. Løgreglan fer at leggja sera stóra orku [...] Skrivikrampi varð ongin. Teir 27 bilarnir, ið vórðu kannaðir, vóru í fínasta standi, og allir førararnir sótu spentir við koyrikorti uppi á sær. Frá tórsdegi til leygardag steðgaði løgreglan 477 akførum, og [...] verður sagt av løgreglustøðini, at tað er púra rætt at boða teimum frá. Kemur tað seinni til skarpskeringar millum tey, sum hava rent saman, er gott at tilburðurin er skrásettur hjá løgregluni. Klubbaklandur
og at henda inntøka, sum skal falla í landskassan, skal verða nýtt til at rinda skuld til danir aftur og til at gera føroyingar til eitt skattafrælst land. Hetta hevur einki við hvørt annað at gera, tí [...] biðja fólk hugsa seg um og hugsa um heildina, áðrenn tey seta børn í verðina. Tey, sum bert hugsa um seg sjálvan og løtuna, fara at fjølgast, og tey umhugsnu fara at fækkast í tali. Greinin hjá Garrett [...] ikki nýtt fyrst og fremst til at verja tilfeingið, felagsognina, men í eins stóran mun til at verja fiskimannin og fiskivinnuna. Vit fingu friðað øki og kassar, og ymisk øki vórðu friðað fyri ymiskum reiðskapi
heldur hann eisini, at hansara styrki, tey skjótu rykkini, koma betur til sín rætt á miðvøllinum. Harumframt er heldur ikki talan um sama trýstið, við tað at krøvini til málskjóting ikki eru so stór, nú hann [...] tikið støðu til, hvat hann ætlar sær at gera eftir at yrkisleið hansara sum fótbóltsleikari er av. Hetta hevur hann als ikki støðu til, men í løtuni er hann so byrjaður at lesa fyrireiking til støddfrøði [...] fara til Danmarkar fyri at royna fótbóltsevni síni, hevði hann helst ikki væntað, at fótbóltstilvera hansara skuldi gerast so skiftandi, sum hon hevur verið. Eftir at hann á vári 1994 varð tikin upp í
leiðslan og stak góði venjarin, sir Alex Ferguson, hvussu leikur skuldi vera. Tey sendu at kallað eitt heilt annað lið til dyst móti Aston Villa. Hví ikki nýta somu mannagongd í FA? Jack skrálaði Allar [...] verið meira snúðin í orðavali, tá ið fjølmiðlar hava spurt, hvussu stendur til. 500.000 hvør? Hóast avgerðin er endaliga tikin, kann spyrjast, um ikki pengarnir, eins og í Danmørk, hava tikið fult ræði [...] dystum um vikuna. Og harafturat er EM í nánd? Til tess at fíggja slíkar stórar spælarahópar, sum fremstu liðini í Premier Leauge ráða yvir, skulu nógvir pengar til. Teir kunnu sum onki mannað eitt lið, har
var, og, hvussu teir annars bóru seg. Trý mál vórðu tikin. Hæddin varð máld, og annars vórðu teir máldir um bringuna og um mjóryggin. Eitt, sum fólk løgdu til merkis, var, at tann veturgamli veðrurin hjá [...] gjørd upp ímeðan tey lógu bundin í rættini, og so varð tað størsta tikið burturfrá og gjørt til brund. ?Tað kemur ikki fyri longur. Nú verður mett um lombini ímeðan tey standa uppi og tey verða kannað og [...] Men annars er tað ongin grund til at flyta seyð til Suðuroyar, tí her er seyðurin nóg góður, sum er. ? Tað er bara at seta tað besta við so hvørt. So tað er ongin orsøk til at flyta so nógv inn. Annars
seinasta árið, vórðu noyddir at ganga í øðrum skúlum í Havn. Hetta, at tey nú hava allar flokkarnar í sama bygningi setir sjálvsagt størri krøv til hølisumstøðurnar, og Mortan dylir ikki fyri, at tey væl kundu [...] gjár, hósdagin, fingu børnini í Argja Skúla høvi til at uppliva ein sindur øðrvísi skúladag. Tá vóru nevnliga liðin 20 ár, síðani at nýggi skúlin varð tikin í nýtslu. Argjafólk hava annars havt egnan skúla [...] skúli bygdur, og 25. november 1979 varð hesin so tikin í nýtslu. Sungu og ótu nekarakyss Dagurin í gjár byrjaði við einari hugnaløtu, har øll skúlabørnini vórðu savnað í høllini, áðrenn næmingar úr 3. flokki
Havn longu trý ár frammanundan. Í 1906 savnaði hann á frysta sinni dreingir til »gymnastik«, og tað var her grundarlagið til Havnar Fimleikafelag varð lagt. Nevndin avgjørdi alt Í teimum døgunum, beint [...] ferðaðist Havnar Fimleikafelag kring landið og tey flestu minnast uttan iva hvussu nógv fólk hesar framsýningar savnaðu. So hvørt sum dreingirnir vuksu til mans og fluttu uttanlands í lestrarørindum, tók [...] fimleikinum áhuga aftur, og tað fegnast tey sjálvsagt um í Havnar Fimleikafelag eins og í øðrum fimleikafeløgum kring landið. Hvørja heldur Elin orsøkina vera til henda vøkstur í áhuganum fyri fimleiki