Hvalbingar eiga vakrasta seyðin í Suðuroynni.
Hetta varð staðfest á seyðasýning í Trongisvági leygardagin.
Tá var seyðasýning fyri úrvalsseyð í allari Suðuroynni. Og av teimum níggju virðislønunum, sum vórðu lætnar, fingu hvalbingar meiri enn helvtina, ella fimm virðislønir tilsamans.
Seyðasýningin í Trongisvági var ein finala, eftir seyðasýningarnar, sum hava verið í teimum ymsu bygdunum nú í heyst.
Seyðasýningar hava verið í øllum kommunum í Suðuroy í heyst, uttan í Fámjin, og avgjørt varð at savna allan seyðin, sum høvdu fingið úrvalsvirðislønir í teimum ymsu sýningunum, í eina finalu fyri at velja tann vakrasta seyðin av øllum.
Og hendan sýningin var á Tvøroyri leygardagin, har úrvalsseyðirnir í sýningunum í Hvalbiar Kommunu, Tvøroyrar, Vágs og Porkeris Kommunu, blivu savnaðir til endaligan dóm. Ongir seyðir vóru úr Øravík, Hovi og Sumba.
Hvalbingar bestir
Kappast var í trimum bólkum.
Ein kapping var ímillum lomb, ein ímillum veturgamlar veðrar og ein ímillum veðrar, sum vóru eldri enn veturgamlir.
Og tá ið avtornaði, vísti tað seg, at tað hevði hilnast avbera væl hjá hvalbingum, tí teir fingu ikki færri enn fimm av teimum níggju virðislønunum, sum lætnar vórðu. Men porkenningar eru kendir at gera nógv burturúr veðrahaldi og tað hilnaðist eisini væl hjá teimum, tí teir fóru við trimum virðislønin. Níggjunda virðislønin fór til Vágs.
Sostatt fekk seyður seyður úr Trongisvági virðisløn á hesum sinni.
Eisini hjá summum einstaklingum hilnaðist væl. Tí nevnast kann, at bæði Eliesar Poulsen í Hvalba og Sverri Christiansen í Porkeri fingu hvør sínar tvær virðislønir.
Tó verður ikki hildið, at hendan finalusýningin gevur eina haldgóða mynd av støðuni. Tí av teimum 54 seyðunum, sum høvdu fingið úrvalsvirðisløn á teimum ymsu sýningunum, vóru bara 20 við á hesi sýningini.
Eitt nú vóru bara 8 lomb við av teimum 21, sum høvdu rætt at verða við, og somuleiðis bara 6 veturgamlir veðrar av teimum 21, sum kundu vera við. 12 veðrar, tvey ár og eldri, høvdu rætt at vera við, men taðvóru bara seks.
Úrslitið av kappingini var annar hetta:
Kappingin ímillum lomb:
1. Virðisløn: Josvein Ellendersen í Hvalba.
2. Virðisløn: Sverri Christiansen í Porkeri.
3.Virðisløn: Hanna Willumsen í Hvalba.
Kappingin ímillum veturgamlar veðrar:
1.Virðisløn: Vilmund Michelsen í Hvalba.
2.Virðisløn: Sverri Christiansen í Porkeri.
3. Virðisløn: Eliesar Poulsen í Hvalba.
Kappingin ímillum veðrar, eldri enn ein vetur:
1. Virðisløn: Eliesar Poulsen í Hvalba.
2. Virðisløn: Josef Midjord í Vági.
3. Virðisløn: Óli í Hjøllum í Porkeri.
Tey, sum fingu virðisløn, fingu steyp, sum kommunur í Suðuroynni høvdu latið.
Ógvuliga trupul avgerð
Sýnsmenn vóru Frits Poulsen úr Sumba, Óli í Hjøllum úr Vági, Ásmundur Bærendsen og Petur Karl av Rana av Tvøroyri og Eliesar Poulsen úr Hvalba.
Petur Karl av Rana sigur, at dømingin hesuferð var ómetaliga trupul og at tað einans vóru smálutir sum gjørdi av, hvørjir fingu virðisløn, og hvørjir ikki.
Ringast var at døma ímillum teir veturgomlu veðrarnar.
Hugt var ikki so nógv eftir stødd. Hinvegin varð dømt eftir eftir heildarmeting av seyðinum, hvussu teir stóðu, hvussu ullin var, og, hvussu teir annars bóru seg. Trý mál vórðu tikin. Hæddin varð máld, og annars vórðu teir máldir um bringuna og um mjóryggin.
Eitt, sum fólk løgdu til merkis, var, at tann veturgamli veðrurin hjá Vilmund Michelen, sum vann, var tann minsti av øllum teimum veturgomlu, sum vóru á sýningini.
Petur Karl av Rana hevur hesa frágreiðingina.
? Hatta var ein ógvuliga vakur veðrur og hann var snøgt sagt feilfríur. Og hóast hann var minstur, var hann breiðastur um mjóryggin av øllum, hann var 23 cm.
Hinir veturgamlu veðrarnir høvdu allir smávegis brek, sum gjørdi, at tann hjá Vilmund Michelsen varð tikin framum.
Áhugavert er eisini, at veðrurin, sum vann, hevur gingið í feitilendi, men kortini vann hann á teimum, sum eru gøddir heima.
Havt stóran týdning
Petur Karl av Rana sigur, at seyðasýningarnar hava havt sera stóran týdning fyri seyðahaldið í Suðuroynni.
Tað er týðiligt, at seyðurin er blivin nógv betri, síðani sýningarnar komu, sigur hann.
Hann sigur, at fyrr vóru lombini gjørd upp ímeðan tey lógu bundin í rættini, og so varð tað størsta tikið burturfrá og gjørt til brund.
?Tað kemur ikki fyri longur. Nú verður mett um lombini ímeðan tey standa uppi og tey verða kannað og dømd eftir eini heildarmeting. Nú er tað týðiligt, at menn eru blivnir meiri áhugaðir at seta tað besta við, sum rætt er, ístaðin fyri at gera sum fyrr, tá ið tað besta mangan varð dripið.
Nýtt blóð er neyðugt
Annars verður mangan sagt, at seyðurin í Suðuroynni er minni enn seyðurin norðanfjørðs.
Og Suðuroyingar eru somuleiðis ógvuliga ójavnir á máli um, antin tað er rætt hjá suðuroyingum at fáa seyð norðanfjørðs suður.
Summir halda, at tað oyðileggur slagið í Suðuroynni. Tí av tí at seyðurin norðanfjørðs er størri, krevur hann eisini meiri fóður. Og fær hann ikki nokk fóður, verður hann rak.
Seyðurin í Suðuroynni krevur hinvegin minni fóður fyri at gerast feitur.
Hesum er Petur Karl av Rana ikki samdur í.
? Tað er rætt at flyta seyð inn av og á, fyri at fáa nýtt blóð. Men annars er tað ongin grund til at flyta seyð til Suðuroyar, tí her er seyðurin nóg góður, sum er.
? Tað er bara at seta tað besta við so hvørt. So tað er ongin orsøk til at flyta so nógv inn.
Annars heldur bóndin í Trongisvági, at tað er ein leysasøga, at seyðurin norðanfjørðs skal vera so nógv størri enn seyðurin sunnanfjørðs.
?Eg havi nógv samband við bøndur norðanfjørðs.? Og eg haldi ikki, at seyðurin norðanfjørðs er so nógv størri enn okkara seyður.
? Tað, sum vit hoyra um, eru bara stakseyðirnir.
Tí tað eru sanniliga eisini nógvir bøndur norðanfyri, sum hava seyð, ið ikki kemur nær í námind av seyðinum, sum nógvir hava her suðuri, sigur Petur Karl av Rana.
Dupultskipað
Hinvegin heldur bóndin í Trongisvági, at suðuroyingar hava alt ov nógvan seyð á.
Hann sigur at eitt nú í Trongisvági er tað dupultskipað.
? Tað eru nógvir, sum hava fulla skipan í haganum.
Men afturat tí hava teir eisini traðirnar fullar av seyði.
? Meiningin er jú, at um veturin skal seyðurin úr haganum kunna koma á traðirnar á vetrarbit. Men tá eru traðirnar avbitin.
? Men tað eru eisini trongisvágskingar, sum hava seyð í øðrum bygdum, sum eisini verður sleptur í bøin í Trongisvági um veturin.
Og hetta heldur Petur Karl av Rana ikki er tann gongda leiðin.
? Varð skipanin hinvegin lækkað, hevði vektin hækkað munandi, kjøtið hevði batnað munandi og fleiri ær høvdu lemt tvey lomb.
Tvs, at menn skuldu bara føtt eina ær fyri at fingið tvey lomb, ístaðin fyri sum nú, at teir mugu føða tvær, sigur Petur Karl av Rana.