The Tragedy of the Commons1

Í 1968 skrivaði Garrett Hardin, professari í lívfrøði við University of California, grein í vísundatíðarritið Science við heitinum The Tragedy of the Commons. Greinin hevur verið nógv umrødd og millum annað nýtt í kjakinum um, hvussu fiskiveiðan skal verða skipað.

Týningin av toskastovninum við NewFoundland og av Atlantoscandiska sildastovninum hava verið nýtt sum prógv um rættleikan í greinini hjá Garrett Hardin. Hjá okkum munu vit kenna dømini um Føroya Banka og toska- og hýsuloysi seinast í áttati- og fyrst í níti-árunum. Kønir menn í Danmark við Peder Andersen á odda bóru okkum boðini um The Tragedy of the Commons, og landsstýri og løgting kendu seg kroyst at seta í verk kvotaskipan, sum síðan er loyst av av fiskidagaskipan.

At greinin hjá Garrett Hardin er sera týdningarmikil, og boðskapurin í sínari grund er sannur, eigur ongin at ivast í. Annað er so, um vit hava lisið og skilt greinina nóg væl.


The Tragedy

of the Commons

Í vælskrivaðu og, sjálvt um hon er á enskum máli, lættlisnu grein síni ger Garrett Hardin vart við, at tað eru trupulleikar í heiminum, sum ikki verða loystir tekniskt. Teirra millum eru vandarnir av vápnadubbingini2 og fólkatalsvøkstrinum í heiminum3. Uttan at loysa hesar spurningar, vísir hann á, at trupulleikarnir við hesum eru teir somu sum við felagsognini.

Hevur tú møguleikar at seta dýr á bit á øki, sum vit øll og tí ongin eigur, kann tann einstaki halda, at hann kann altíð fáa meira burtur úr, um hann setir eitt djór eyka við. Hugsa allir sum hann, endar tað við, at ov lítið bit verður til allar, og at grasið verður so niðurbitið, at skriður og svarðloysi verður víða um á felagsbeitinum. Úrslitið gerst, at allir missa, ja, teir kunnu missa alt, um heilt illa vil til.

Hetta er lagnuleikurin; tann einstaki fer ikki skeivur í sínari meting, at um bert hann setir eitt dýr afturat við, fær hann meira burtur úr, uttan at skaðin samanlagt verður stórur. Men tá allir gera tað sama, máa teir grundarlagið undan hjá øllum.

(Fortreytin hjá Garrett Hardin er, at eingin felags stýring er á felagsognini, og at heldur eingin felags avtala er um nýtsluna av felagsognini. Hjá okkum í Føroyum vita vit, at slíkar avtalur um áseyðatal hava verið gjørdar frá heilt gamlari tíð. Menn vistu, at ávísur hagi bar so og so nógvan áseyð, enntá uppgjørdur í hálvar seyðir, og at fór tú út um hetta tal, kom minni burtur úr. Tað er eisini henda sannroynd, sum ger, at kenning ikki er so væl lýdd.

Men slík vitan hevur ikki verið um, hvussu nógv kundi fiskast undir Føroyum. Tí kundi hugsanin hjá Garrett Hardin nýtast til at lýsa avleiðingarnar á fiskastovnarnar av ov stórum fiskiskapi og fiskiorku.)

Garrett Hardin vísir framhaldandi á, at sama er lagið við dálking. Tá langt var millum húsini, gjørdi tað ongan mun, um einstaka húskið tveitti alt sítt burturkast og eitrandi frárensl í ánna. Hon var sjálvreinsandi. Men hetta var galdandi, tá lítið varð tveitt burtur og nýmótans eitrandi evni ikki vóru til. Nú er tætt millum húsini, og virki av øllum handa slagi leiða eitrandi evni út í leiðingar ella skorsteinar. Reint umhvørvi, luft og vatnræsur, sum er felagsogn, verður nú dálkað, tí hvør okkara heldur, at mítt burturkast munar so lítið, at tað sæst ikki aftur, ella tí at vit ikki vilja gjalda tað, sum tað kostar at forkoma tí á ein slíkan hátt, at felagsognin verður órørd.

Hann heldur ikki, at tað nyttar nakað at biðja tann einstaka hugsa seg um. Tann einstaki hugsar bert um seg sjálvan, og biður tú hann hugsa um felagsskapin, so heldur hann seg hava fingið tveir boðskapir; annar, ?at gert tú ikki, sum vit biðja teg, verður tú í mannaeygum hongdur út sum dálkari?; og so hin, ?at gert tú, sum vit biðja teg, so fara øll, sum ikki gera tað, og sum tí sleppa undan eyka kostnaðinum, at skýra teg sum tann býttling, tú ert?.

Sama er lagið við fólkavøkstrinum. Fólkatalið er í støðugum vøkstri, og uttan mun til hvat vit halda, so er heimurin avmarkaður. Hann heldur tí, at tað kemur tann dagur, tá eitt nýføtt mansbarn, fyri at liva, má taka burtur av tí, sum hini hava at liva av. Tá fara livilíkindini hjá okkum øllum at versna, og ikki sum nú støðugt gerast betri. Tað nyttar ikki at biðja fólk hugsa seg um og hugsa um heildina, áðrenn tey seta børn í verðina. Tey, sum bert hugsa um seg sjálvan og løtuna, fara at fjølgast, og tey umhugsnu fara at fækkast í tali.

Greinin hjá Garrett Hardin er gjøllig grundgeving fyri, at neyðugt er at seta avmarkingar fyri okkara nýtslu og misnýtslu av tí sum undir einum verður kallað ?the commons?, eitt nú reint og óspilt umhvørvi (vatn, luft, friðsæla o.t.), rættin at fáa børn og frælst tilfeingi. Hann er teirra millum, sum heldur, at hetta loysir ikki seg sjálvt, og hann sigur, at hesir trupulleikar verða ikki loystir tekniskt.

Garrett Hardin kemur ikki við nakrari patentloysn upp á trupulleikarnar. Vísir bert á, at á landi hava vit frá gamlari tíð loyst trupulleikan við ognarrætti. Bóndin gjørdist eigari av parti av tí, sum frammanundan var felagsogn. Hetta var ein týðandi avmarking í felagsognini, men hann heldur ikki, at vit í dag vildu verið hesa avmarking fyri uttan, sjálvt um fleiri ikki halda hana vera bestu loysnina.


Almenn umsiting av felagsognini er verri enn ongin umsiting?

Vit munu ikki vera ósamd um, at sum vit fjølgast og fáa støðugt virknari tekniskan útbúnað til framleiðslu, flutning, samskifti o.a., gerast vit okkara egnu verstu fíggindar, tá tað snýr seg um dálking, ovnýtslu og trároynslu.

Sjálvt vit í Føroyum eru farin at kenna avleiðingarnar av dálkingini á meginlandinum, har havið og vindurin ber eitrandi burturkast til okkara. Sjálvi meta vit okkara dálking týdningarleysa, so fjarskotin vit liggja. Hon mann ikki gera mun, tykjast vit halda, bæði sum einstaklingar og sum samfelag.

Heldur ikki tá tað snýr seg um felagsognina, landsjørðina og havið um okkum, viðurkenna vit áneyðirnar at avmarka dálking, ovnýtslu og trároynslu.

Dømið: landsjørðin

Helvtin av jørðini í Føroyum er landsogn. Hon er í hondum hjá festibóndum upp á ótrúliga lagaligar treytir. Teir kunnu at kalla fara við henni, sum teimum lystir, røkja ella misrøkja hana. Teir sita sum ognarmenn, men teir hava ikki aðra ábyrgd av henni enn hana, sum vanlig samvitska og sømuleiki býður teimum. Jørðin verður fatað sum felagsogn og ikki sum teirra egna ogn, sum teir verja og varðveita, sum tú vildi farið um tína egnu ogn. Undir slíkum umstøðum fæst ikki livibreyð úr landsjørðini, og bert fátal av festibóndum hava hetta sum lívsstarv. Tað eru at kalla bert teir, sum eru bundnir av inntøkutryggjaðari mjólkarframleiðslu, sum ognarmaðurin (landið) hevur latið teimum tað fjós, neytini eru í til, og ta nývelting, sum skuldi givið neytunum føroyskt fóður, men sum tó ikki hevur givið nakran vøkstur í grasnøgd. Ullina av seyðinum og skinnini tekur tað almenna sær av at brenna á báli fyri lítið og lætt, og meginparturin av avroðunum fara eftir ánni ella verða brend á sama báli.

Landið, tað almenna, er bæði vorðið eigari og láns- og stuðulsveitari, samstundis sum tað hevur sum veruliga skyldu at verja tilfeingið, felagsognina. Og vit síggja dag um dag, at skyldan sum verji verður dyggiliga misrøkt.

Tað kann tí ikki sigast, at tað almenna er góður umsitari av felagsognini. Jørðin gjørdist landsjørð í sambandi við trúðarbótina, tá jørðin gjørdist kongsjørð. Við fólkaræðinum eru vit øll vorðin nýtarar, og ongin verji av ognini. Politiska skipanin ber í sær, at einstaka atkvøðan fær størri týdning enn skyldan, sum fylgir við ognarrættinum. Felagsognin verður oydd og latin fyri at tæna egináhugamálunum hjá politisku skipanini.

Dømi: fiskameingið

Nakað tað sama kann sigast um fiskatilfeingið og røktina av tí, sum livir í føroyska havøkinum. Í verstu kreppuárum ognartók løgtingið í 19944 eftir kravboðum frá donsku stjórnini og aftaná eitt øðiligt stríð alt livandi tilfeingi í føroyska havøkinum. Hvør óveiddur stertur var knappliga vorðin felagsogn, landsogn. Mótstøðan á tingi og í vinnu ímóti lógini um vinnuligan fiskiskap tyktist ikki vend móti sjálvari ognartøkuni, tí henni mótmælti ongin, og ongin kravdi endurgjald.

Frammanundan hevði heimsumfatandi kenslan av trároynslu og ovfiskiskapi ført við sær, at altjóða sjógvur varð lagdur undir ræði hjá strandalondum. So eisini hjá okkum. Men her, kanska eitt sindur øðrvísi enn aðrastaðir, varð yvirræðið ikki nýtt fyrst og fremst til at verja tilfeingið, felagsognina, men í eins stóran mun til at verja fiskimannin og fiskivinnuna. Vit fingu friðað øki og kassar, og ymisk øki vórðu friðað fyri ymiskum reiðskapi. Men samstundis varð stórur studningur latin til bygging av skipum og flakavirkjum, og studningur varð latin til veiðu og virking5.

Tá løgtingið í 1994 ognartók tað, sum eftir var av fiskastovnunum, hevði tað ikki skilt, at tað var júst samanblandingin av uppgávum, - øðrumegin verja av felagsognini og hinumegin inntøkutrygd í einari vinnu, sum má gerast fræls á nýggjum grundarlagi, - sum hevði ført til kreppuna. Við studningi og lánum hevði løgtingið verið ført fyri at hildið fólki bundnum í vinnu, sum ikki virkaði upp á marknaðartreytir, og tískil heldur ikki var lønandi.

At ognartøkan ongan bata hevur ført til í fiskivinnuni, eins og ætlaða handilskvotuskipanin og fiskidagaskipanin heldur ikki hava gjørt fiskivinnuna lønandi, er nú greitt. Hvussu víkir og vendir kann almenn umsiting eins illa og nakar annar tæna tveimum (ella sum er fleiri) harrum. Tá ástendur, fara politikararnir fyrst at lurta eftir umboðum fyri trongstøddu fiskivinnuna, annaðhvørt hon er á sjógvi ella á landi. Einasta gongda leiðin er, at vinnan einsamøll gerst eigari av fiskameinginum og má umsita hetta á frælsum marknaðarbúskaparligum treytum. Tá kann almenna umsitingin taka sær av sínari uppgávu, nevniliga at verja felagsognina.


Dømið: oljutilfeingið

Vit tykjast nú so smátt fara inn í eina oljuvinnu við Føroyar. Við kunngerð nr. 96 frá 13. mai 1993 varð boðað frá, at løgtingið hevði góðkent avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri um, at málsøkið ?ráevni í undirgrundini? varð yvirtikið sum føroyskt sermál. Við hesum er ráevni í undirgrundini ikki vorðið føroysk ogn, tí danska stjórnin hevur ikki átt tað frammanundan. Møgulig ráevni í føroysku undirgrundini eru hvørki skapt av føroyingum tíansheldur dønum. Hava tey eitt størri virði enn rímuligur kostnaður at fáa tey upp úr undirgrundini, tilkemur hetta virði hvørki føroyingum ella dønum at brúka eftir egnum tykki. Eitt slíkt møguligt eykavirði hevur umsitarin av málsøkinum skyldu til at goyma og lata rætta eigarmanninum, tá hesin er funnin.


Skyldan hjá føroysku almennu umsitingini er at verja hetta møguliga eykavirði, so tað so óskert sum yvirhøvur til ber verður varðveitt á sama hátt, sum skyldan hjá einum verja, sum selir ogn hjá ómyndingum, er at tryggja, at tað virði, sum ómyndingurin eigur eftir søluna, ikki er minni enn áðrenn. Føroyska almenna umsitingin skal herumframt tryggja, at tá ráevni verða loyvd tikin úr undirgrundini, skulu aðrar felagsognir o.a. ikki verða áverkaðar í nevniverdugan mun og tá móti endurgjaldi ella endurbøtan.

Tað verður nú í ramum álvara røtt upp undir, at eitt møguligt eykavirði skal verða kravt inn sum ?royalty?, og at henda inntøka, sum skal falla í landskassan, skal verða nýtt til at rinda skuld til danir aftur og til at gera føroyingar til eitt skattafrælst land. Hetta hevur einki við hvørt annað at gera, tí hvørki vit ella danir hava nakað moralskt krav upp á hetta eykavirði. Okkara skylda er, at møguligt ráevni í undirgrundini, sum rætt er at taka upp, verður fingið til høldar í so stórari nøgd, sum tað er lønsamt og ráðiligt, so virkið og trygt, sum hetta yvirhøvur kann verða gjørt, og við øllum atlitum til hesa og aðrar felagsognir. Eru vit í Føroyum kappingarførir í virkni v.m., hava vit sjálvsagdan fyrimun at taka á okkum útvinningina ella teir partar av henni, har vit eru kappingarførir.

Men umframt at blanda verju av felagsognum saman við nýtslu av møguligum eykavirði, ið ikki tilkemur okkum, hava vit latið oljumálaráðharranum ábyrgdina av verju av aðrari felagsogn, nevniliga umhvørvinum. Sjálvt um vit í avtaluni við danir um yvirtøku av málsøkinum hava viðurkent, at vit í umsitingini av málsøkinum skulu virða tær altjóða avtalur og bindingar, sum ríkið er gingið undir, og tá helst eisini Habitat direktivið hjá ES, er lætt at ímynda sær, at verja av felagsogn verður ikki so frammarliga, um møguligt er at tulka reglur6.


Niðurstøða

Frammanfyri er roynt at lýsa hugsanina hjá Garrett Hardin í greinini Tragedy of the Commons, og somuleiðis er roynt at vísa á dømi hjá okkum sjálvum um henda lagnuleik.

Eins lítið og Garrett Hardin kemur við nakrari loysn, fari eg at royna at gera hetta. Her eru ongir møguleikar fyri tekniskum loysnum, einans fyri reglum og lógum, sum vit øll mugu ganga undir ásannandi, at felagsognin er komin í trot og tí má verjast. Vit mugu eisini ásanna, at tað ber ikki til at lata úlvin verja lambið, og at tað tí er burturvið, at lata tað almenna røkja meira enn verjuna.


Í landbúnaðarmálum kann spurningurin kanska loysast skjótt og brátt á sama hátt, sum flest onnur samfeløg hava gjørt tað fyri øldum síðan, nevniliga at lata bøndrunum jørðina til ognar sum landbúnaðarjørð. Sleppa bøndur at nýta sína ogn upp á marknaðarbúskaparligar treytir, verða teir verjar av tí parti av felagsognini, sum teir sjálvir eiga7, meðan tað almenna fær tikið sær av tí yvirskipaðu verjuni av felagsognini. (At tað ikki hevur gingið heilt soleiðis í flestu londum rundanum okkum, eitt nú í øllum ES-londum, kemst av, at londini fyrr høvdu ein trygdarpolitikk, sum tey ikki eru sloppin av við, nevniliga, at landið skuldi vera sjálvbjargið við landbúnaðarvørum. Heimlig framleiðsla av landbúnaðarvørum hevur verið vard móti útlendskari framleiðslu, og ídnaður og onnur framleiðsla hevur um landskassan goldið stuðul til bøndur og landbúnaðarframleiðslu. Úrslitið hevur verið ovurframleiðsla, tránýtsla av jørðini, ovurtaðing og eitring av jørð og vatnræsum, dýrar landbúnaðarvørur o.s.fr. At sleppa burtur úr slíkum landbúnaðarpolitikki, ið forkemur felagsognini, er framvegis størsti trupulleikin hjá ES og øðrum londum.)

Trúliga er vegurin, sum longu nevnt, at lata fiskimonnunum grunnarnar til ognar eisini frægasta loysnin, tá ræður um fiskivinnuna. Her liggur tó enn einki uppskot, sum loysir vinnuna úr almennari stýring, tí hvørki fiskidagaskipanin ella kvotaskipan loysa trupulleikan við verju av felagsognini. Uttan mun til frælsi at selja, keypa og pantseta kvotur ella fiskidagar, fasthalda skipanirnar almennu stýringina og politisku íblandingina í vinnurakstur og produktivitet.

Ein skipan, sum veruliga verjir felagsognina, má hava í sær, at vinnan gerst aktivur viðspælari í verjuni, og at leikluturin hjá vinnuni ikki verður avmarkaður til virkni at taka kendar partar av tilfeinginum úr felagsognini. Sum er, kemur í mesta lagi fjórðingurin8 av tilfeinginum til høldar av veiðu í dag. Ein skipan, sum eftir øllum at døma bert skal avmarka talið á teimum, sum kunnu taka henda fjórðinginum upp úr sjónum, so hesir kunnu varðveita eitt rímuligt livibreyð, samstundis sum fjórðingurin verður varðveittur ár um ár, er ikki ein nýtilig skipan. Meira má kunna fáast burtur úr tilfeinginum.

Eg kann tí ikki annað enn halda upp á, at greinin hjá Garrett Hardin og hugsanin hjá honum og fleiri undan honum, sum hava viðgjørt sama lagnuleikin, hevur annaðhvørt verið misskilt, ella hava bert partar av greinini hildnir nýtiligir, tá tað snýr seg um fiskivinnu-na. Í hvussu so er, er almenna uppíblandingin og stýringin av vinnuni bert vorðin størri til skaða fyri felagsognina, og herumframt til skaða fyri eina vinnu, sum í dag er ein størsta forðingin fyri búskaparligum vøkstri og trivnaði í Føroyum og fer framhaldandi at vera tað, verður spurningurin um verju av felagsognini ikki loystur.

Hvat kann henda í fiskivinnuni, um vit fáa loyst henda spurning, sæst kanska best av, hvat er hent í alivinnuni, og sjálvt her restar í at fáa minkað um almennu stýringina.

Tað er ikki ov tíðliga at gera sær hugsanir um felagsogn og oljuvinnu. Í næstum skal løgtingið taka støðu til treytir fyri fyrsta útbjóðingarumfar, og í hesum sambandi tekur spurningurin um ?royalty? seg upp. Sum nevnt eiga Føroyar eins lítið og Danmark oljuna, og tí kunnu vit ikki krevja okkum ?royalty? av oljuni. Hin vegin kunnu vit ikki, loyva vit útvinning av oljuni, lata oljufeløgum eitt møguligt eykavirði, sum oljan kann hava. Vit hava tá skyldu at krevja hetta eykavirði inn og goyma tað til rætta eigaran. Hesin eigari er felagsognin, og ikki óvist verða avleiðingar í undirgrundini og jarðarskorpu á so djúpum vatni, sum vit ikki í dag duga at meta um, skulu endurbøtast. Duga vit ikki at goyma eykavirðið til slíka uppgávu, so kunnu vit sum tað minsta lata ST tað til verju av mannaættini.


Tórshavn 1. november 1999

Kjartan Kristiansen


1 Verður vanliga týtt til ?Sorgarleikurin um felagsognina?. Upprunaligi týdningurin av ?tragedy? gongur tó meira ímóti tí lagnukenda, tí sum ikki stendur til at broyta. Eins og Antigone í leikinum hjá Sofokles visti, hvat úrslitið av hennara gerðum máttu verða, hevur Garrett Hardin, ið skrivaði upprunaligu greinina við hesum heiti, vilja sagt, at felagsognin hevur í kjøti borið eina undirgongd, sum ikki stendur til at broyta. Orðið felagsogn merkir í hesum samanhangi meira ogn, sum eingin eigur, men sum vit eru felags um at nýta eftir okkara egna tykki. Munurin millum landsogn og felagsogn er eftir mínum tykki ikki so stórur, at hann ger veruligan mun; tað er eitt av páhaldinum í hesari grein.

2 Minnist til, at greinin er skrivað í 1968.

3 Júst í hesum døgum er talið alment farið upp um 6 mia. fólk.

4 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 verður í § 2 sagt: Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks. Við hesum hevur løgtingið og landsstýrið ? t.e er í praksis Fiskimálastýrið ? sett seg sum umsitara av livandi tilfeinginum, tí evsta fólkaræðisliga umboð fólksins er løgtingið. Samsvarandi grundlógini kann tað almenna taka privata ogn, tá almenvellet krevur tað, men einans móti fullum endurgjaldi. Tað, sum eg seti spurnartekin við er, um almenvellet kravdi hetta, og um ognin ikki var eins væl røkt, um hon lá á privatum hondum. Skipanirnar, sum hava verið innførdar í sambandi við lating av fiskiloyvum, hava í mongum ikki verið mannsømiligar.

5 Í Fremtidsvalg 1 (Færøernes fremtid, Akademiet for Fremtidsforskning) er studningurin í 1988 til hvønn einstakan í fiskivinnuni roknaður til 100.000 kr.

6 Í hesum sambandi kann verða spurt, hvør skal meta um kappingarføri, tá tað í avtaluni millum stjórnina og Føroya landsstýri verður sagt: Regeringen har konstateret, at Færøernes landsstyre er indstillet på, til gavn for såvel færøske som danske samfunds- og erhvervsinteresser, forudsat konkurrencedygtighed at anvende sagkundskab indenfor dansk forvaltning og forskning samt i danske erhvervsvirksomheder i den færøske råstofudvinding.

7 Trároynsla av ymiskum slagi kann geva skjótar inntøkur, men minkar um søluvirðið á ognini.

8 Hetta tal mann ikki vera ov høgt sett. Eitt fiskaflak er bert triðingurin av sløgdum fiski. V.ø.o. er virði á gørnum, livur og rogn ikki tikið við, og vit vita, at útblaking av fiski, ið ikki er beinleiðis søluvøra ella partur av fiskiloyvi, er stórt.