Argja skúli 20 ára føðingardag

Liðin eru nú 20 ár síðani nýggi skúlin á Argjum varð tikin í nýtslu, og burtur úr hesum fingu børnini ein serligan skúladag

Í gjár, hósdagin, fingu børnini í Argja Skúla høvi til at uppliva ein sindur øðrvísi skúladag. Tá vóru nevnliga liðin 20 ár, síðani at nýggi skúlin varð tikin í nýtslu.

Argjafólk hava annars havt egnan skúla síðani 1952, men við tað at tørvurin á nýggjum hølum var alsamt vaksandi, varð nýggjur skúli bygdur, og 25. november 1979 varð hesin so tikin í nýtslu.


Sungu og ótu nekarakyss

Dagurin í gjár byrjaði við einari hugnaløtu, har øll skúlabørnini vórðu savnað í høllini, áðrenn næmingar úr 3. flokki greiddu frá, hvussu Argir hevur ment seg gjøgnum tíðina. Eftir hetta sungu tey øll nakrar sangir í felag, og harumframt fingu børnini sjálvandi hálvmánar og nekarakyss, soleiðis sum tað sømir seg í einum røttum føðingardegi.

Eftir hetta varð vanliga skúlagongdin tikin upp aftur, men bert í einar 2 skúlatímar, tí eftir døgurða fingu lærararnir eisini høvi til at halda føðingardag, tá starvsfólkini og leiðslan á skúlanum fingu sær ein bita saman við umboðum fyri Tórshavnar Býráð. Nú veit eg ikki hvussu vanlig skúlagongd skal tulkast, men tað var eyðsýnt, at allir lærararnir sóu út til at vera eitt sindur róligari enn vanligt hendan dagin. Hetta merktist eisini á børninum, sum sum kundu njóta, at tey í ein heilan dag fingu eitt sindur leysari teymar enn vanligt.


Stjórin hin sami

Skúlastjóri á Argja Skúla hevur seinasti 20 árini verið Mortan Dalsgarð. Hann er sjálvur av Argjum, og eftir at hann fyrst hevði verið lærari í Fuglafirði eitt skift, kom hann aftur til Argir í 1975, har hann 4 ár seinni gjørdist skúlastjóri.

Vit báðir, myndamaðurin, fingu sjálvandi eisini okkurt gott til góman, áðrenn Mortan fór at greiða frá, hvussu støðan hjá skúlanum er í dag. Skúlin hýsir í dag næmingum frá 1. til 10. flokk, og fer øll undirvísingin nú fram í hølunum úti á Argjum. Fyri nøkrum árum síðani vóru tað annars bert næmingar upp til 9. flokk, sum gingu úti á Argjum, ímeðan teir seinasta árið, vórðu noyddir at ganga í øðrum skúlum í Havn.

Hetta, at tey nú hava allar flokkarnar í sama bygningi setir sjálvsagt størri krøv til hølisumstøðurnar, og Mortan dylir ikki fyri, at tey væl kundu hugsað sær víðari karmar, enn talan er um í løtuni.

Argir er jú eisini vaksin rættuliga nógv hesi seinastu 20 árini, og sum gongdin er í løtuni, kann uttan iva væntast, at hølistrupulleikarnir fara at veksa komandi árini. Nógvar ungar familjur eru, og úti á Hamrinum verða nógv hús bygd, so lítið er at ivast í, at barnatalið fer at økjast nógv komandi árini.


Sum nevnt, so hava argjafólk havt egnan skúla síðani 1952, og sigur Mortan at enda, at tey vóna at í 2002 verður eitt enn størri hátíðarhald, enn talan varð um hósdagin.