Fyri júst einum ári síðani, tann 3. nov. 1998, varð Tórshavnar Kommuna kærd inn fyri kommunala eftirlitið fyri at fyrisita bíðilista, upptøku til dagstovn og dagrøkt í stríð við galdandi rætt. Tað vóru tveir pápar í Havn, sum ikki fingu børn síni inn í kommunalu skipanini, og sum vóru ónøgdir við, at býráðsumsitingin ikki á nøktandi hátt var før fyri at upplýsa, eftir hvørjum treytum ansingarplássini vórðu býtt, ið kærdu. Eftir fyrispurningar og áheitanir á umsitingina, vitjanir á dagstovnum og fund við býráðsformannin og leiðaran á dagstovnaskrivstovuni hendi einki, ið varpaði nýtt ljós á málið, og varð kæra send.
Síðani tá hevur Tórshavnar býráð samtykt nýggjar upptøkutreytir, og á nøkrum økjum ganga nýggju reglurnar pápunum á møti. Men treyðugt so, hava teir, sum kærdu, krav uppá svar.- Viðgerðin av kæruni hevur tikið langa tíð, hon er steðgað fleiri ferðir av ymiskum ávum, men hon er kortini ikki løgd til viks. Vit fara at taka støðu til kæruna, og teir, sum kærdu, fáa svar heilt skjótt. Í hesum árinum í øllum førum, sigur Søren Pram Sørensen, fulltrúi á løgdeildini á Løgmansskrivsstovuni.
Søren Pram Sørensen sigur, at orsøkin til seinkingina er ikki, at málið er fløkt, men heldur, at tey hava ikki raðfest hana so høgt.
- Vit hava ikki mett hana hava so stóran skund. Innihaldið hevur heldur ikki verið av so stórum týdningi, at vit hava tikið hana fram um aðrar kærur, og samstundis hevur møguligi úrskurðurin av kæruni eisini verið inni í myndini. At Tórshavnar kommuna hevur fingið nýggjar upptøkutreytir hevur eisini havt týdning. Svarið uppá kæruna fer tí helst ikki at broyta so nógv, men sjálvsagt skal hon avgreiðast kortini.
Grundleggjandi rættindi ikki verða tryggjað
Í kæruni siga umrøddu pápar, at løgfrøðiliga hevur ein kommuna ikki skyldu at útvega øllum pláss á stovni, men kommunan er, sum partur av almennu fyrisitingini bundin av fyrisitingarligum reglum. Tískil hevur hon eina greiða skyldu at viðgera borgarar eftir galdandi rættarligum aðalreglum. Í hesum sambandi eru fyrisitingarlógin, líkheitsgrundsetningurin og tann kommunalrættarliga skyldan til at samtykkja rættningslinjur fyri tillutan av kommunalum veitingum av serligum týdningi.
Ein kommuna hevur eftir galdandi rætti, skyldu til at samtykkja sakliga grundgivnar rættningslinjur fyri, hvussu kommunalar veitingar skulu fyrisitast. Úrslitið av fyrisiting býráðsins er, at grundleggjandi rættindi ikki verða tryggjað, og borgarin sostatt onga hylling hevur á, hvar hann flýtur í hesi skipan. Grundreglan við einum bíðilista er, at tann sum hevur bíðað longst, hevur fyrsta rætt. Hetta verður alla tíðina kveistrað til viks av býráðnum. Tað er ófatiligt, at býráðið í áravís hevur fyrisitið økið á henda hátt óátalað.
Havandi í huga tann stóra sosiala týdning kommunala ansingarskipanin hevur í dagsins samfelag og fyri einstøku barnafamiljuni, um barnið fær pláss ella ikki, er tað sera umráðandi, at fyrisitingin er forsvarlig. Landsstýrið eigur tí at áleggja Tórshavnar kommunu at fáa greið viðurskifti á hesum øki beinanvegin, soleiðis at økið verður fyrisitið sambært fyrisitingarligum aðalreglum, verður sagt í kæruni.
Svarið ávirkan
Tey eru ikki so fá sum meta, at úrskurðurin hjá kommunala eftirlitinum kann hava týdning, nú kommunan eftir øllum at døma sjálv skal hava ábyrgdina av øllum ansingarøkinum við árslok. Vísir tað seg, at kommunan ikki hevur umsitið reglarnar rætt, kann spurnartekin setast við, hvussu verður, tá ið hon einsamøll hevur ábyrgdina.
Tórshavnar býráð hevur í svari til Løgmansskrivstovuna svarað, at ongin ivi er um, at neyðugt er at endurskoða galdandi reglar - hetta var áðrenn nýggju upptøkutreytirnar vórðu gjørdar, men býráðið er ikki samt við teimum, ið kæra, at saklig fyrilit ikki verða tikin, tá stovnspláss verða tillutað. Almanna- og heilsumálastýrið hevur eisini gjørt eitt ummæli av kæruni, og har verður sagt, at kommunan sambært viðtøkunum fyri dagrøkt og dagstovn ikki hevur brotið nakra lóg. Hvør úrskurðurin av kæruni verður, frætta vit um - um ikki so langa tíð.










