Smuglari í varðhaldi
Hin 33 ára gamli maðurin, ið varð handtikin fyri rúsevnissmugling tórsdagin á flogvøllinum, varð dagin eftir varðhaldsfongslaður. Fyribils í eina viku, meðan málið verður fyrireikað til rættarviðgerð.
Maðurin hevði 80 gramm av hassji og 5 gramm av kokaini uppi á sær. Tá ið talan er um slíkar nøgdir, verður hildið, at málið kemur undir tað, ið kallað verður, »gerandislig mál«. Dómur fellur væntandi í vikuni ella fyrst í komandi viku.
§13 kanning
Fríggadagin, leygardagin og sunnudagin kannaði løgreglan 519 bilar. Teir 65 av førarunum fáa væntandi bót. Í 30 førum vóru ljósini ikki í lagi, og 6 bilførarar dugdu ikki at nýta mjørkaljósini rætt. Átta fólk »gloymdu« at spenna seg í trygdarfetilin, meðan heili 31 førarar heldur ikki mintust til at hava koyrikortið hjá sær. Fýra bilar vóru ikki rætt skøddir og ein bilførari var als ikki koyriførur. Hann verður nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Súni Vinther sigur, at løgreglan fer at halda fram við kanningunum, men at hann vónar, at brotini á ferðslulógina fara at fækkað.
Hálka í Havn
Sera hált var í Havn í vikuskiftinum. Fríggjamorgunin var sum á flundrubaki í erva, og aftur á kvøldi legðist svartakálk á vegir og í tún. Frætt er, at nógv lógu endalong fríggjakvøldið, tá farið varð til gongu í býin. Kortini er ikki frætt um skaðar, elvdir av hálku. Bilskaðarnir hava neyvan heldur verið mangir og álvarsamir, tí heldur ikki um slíkar er frætt á løgreglustøðini. Suni Vinther, støðleiðari, gleðist um, at serliga bilførarar eftir øllum at døma hava ansað sær og øðrum á vandamikla svartakálkinum.
Herverk og húsaófriður
Í miðbýnum í Havn er partur av gongugøtuni grivin upp. Í sambandi við arbeiðið eru nógv ferðsluskelti sett upp á økinum. Hesi skelti hava unglingar havt til frægd at flyta, so onki høpi var í fráboðanunum. Løgreglan fekk hendur á hesum argapisunum og onkur teirra kann vænta sær bót.
Stak friðarligt hevur annars verið í Havn um vikuskiftið. Kortini eru eisini ólukkulig viðurskifti, sum stinga seg upp dagliga, og løgreglan noyðist at taka sær av. Aftur hesaferð varð løgreglan boðsend til húsaófrið og aftur hesaferð noyddist løgreglan at taka sær av fólki, ið knappliga gjørdust sinnissjúk. Hesi vórðu innløgt á sálardeild 2 á landssjúkrahúsinum.