Er sligið klikk í enskum fótbólti?

.

Fíggjarliga sterka, og seinnu árini sigurssæla, Manchester United er komið at standa í andaleypi. Hóast liðið seinasta kappingarár spældi upp ímóti tí fullkomna, kom tað óvart á, at teir megnaðu at vinna the triple. Leiðandi kreftir í felagnum viðgingu móti endanum av kappingarárinum, at the triple kanska var ov stórur biti at gloypa hjá liði, sum hevði stødd sum Manchester United.

? Vit hava víst í leiki, at vit eru óvikandi. Eitt av heimsins bestu feløgum í løtuni. At vinna the Double er í sjálvum sær ein stórur heiður, ið sjálvt allar bestu feløgini ongantíð megna at fáa til høldar. Vit bíðaðu yvir 100 ár, so tað er sjálvsagt, at tað at vinna the Double krevur meira enn nakað avbera gott, segði stjórin í felagnum, Martin Edvards, í samrøðu við Sky herfyri.


Liðið kann

Ein kann spyrja, um tað at hava vunnið the Triple ikki hevur verið felagnum ov dýrt. Hóast finalan ímóti Bayern München fekk ein so at siga komiskan enda, og liðið í fleiri førum hevur megnað at at vent ósigri til sigurs í seinastu minuttunum.

At trúgva, at slíkt endurtekur seg, bert tí liðið eitur Manchester United, hevur ofta tað mótsetta við sær. Einmansavrikið hjá Giggs í semifinaluni hjá Arsenal í FA-steypakappingini borgar fyri, hvat liðið er ført fyri. Men at hava tikið seg burtur úr kappingini í ár, kann ikki tulkast øðrvísi enn, at kunnu vit ikki vinna alt, so skal leggjast soleiðis fyri, at vinnandi liðið ikki skal fáa ein veruligan siður burturúr.


Tvey lið

Nýggja HM-kappingin fyri feløg, ið byrjar fyrst í komandi ári í Brasilia hevur verið sammett við FA-steypakappingina. Felagið heldur seg ikki vera ført fyri at luttaka í báðum. Ikki er annað at siga, enn at við hesum hugburði, roknar felagið við at spæla seg lúkst í finaluna. Onki lið í FA verður styrkismett. Tískil kundi Manchester United fingið ókend mótstøðulið í fyrstu fýra dystunum. Kanska lið uttan fyri 3. deild. Hinvegin kundi verið óheppið, at lið sum Chelsea ella Arsenal vórðu hála upp úr hattinum saman við Manchester United.

Í hinari eins stóru, men minni mettu, Worthington Cup, vístu leiðslan og stak góði venjarin, sir Alex Ferguson, hvussu leikur skuldi vera. Tey sendu at kallað eitt heilt annað lið til dyst móti Aston Villa. Hví ikki nýta somu mannagongd í FA?


Jack skrálaði

Allar fremstu liðini í Premier Leauge, hava ein sera breiðan hóp. Manchester United kann uttan stórvegis trupulleikar mannað tvey lið, sum kundu átt sæti í fremstu deildini. Men innanhýsis ósemja hevur verið um málið. Navnframi Jack Charlton hevur bart út sagt avgerðina vera uttan fyri øll mørk. Sky News visti at siga, at hann hevði verið so harðmæltur og vreiður um avgerðina, at eftirljóð hoyrdist langt frá leikvøllinum, Old Trafford. Seinni hevur hann tó verið meira snúðin í orðavali, tá ið fjølmiðlar hava spurt, hvussu stendur til.


500.000 hvør?

Hóast avgerðin er endaliga tikin, kann spyrjast, um ikki pengarnir, eins og í Danmørk, hava tikið fult ræði á Premier Leauge. Enska fótbóltssambandið og liðini sita við ógvuliga góðum kortum, nú gamla loyvið at senda beinleiðis frá dystum skjótt gongur út, og nýggjur sáttmáli skal undirskrivast. Metstóra upphæddin (10 milliardir) fyri verandi loyvið er hækkað. Tað sigst, at Sky rásirnar hava bjóðað 14 milliardir fyri at endurnýggja loyvið. Men spurningurin er, um hetta er nóg mikið. Væl kann vera, at árliga dystarskráin fyri feløg sum Manchester United, Chelsea og Arsenal eru ógvuliga umfatandi; onkuntíð við fleiri dystum um vikuna. Og harafturat er EM í nánd?

Til tess at fíggja slíkar stórar spælarahópar, sum fremstu liðini í Premier Leauge ráða yvir, skulu nógvir pengar til. Teir kunnu sum onki mannað eitt lið, har leikararnir fáa eina vikuløn um tær 500.000 krónurnar.


Heimavøllurin,

ið hvarv

Øgiligar upphæddir standa upp á spæl í kappingini í Brasilia fyrst í komandi ári. Í Premier Leauge hevur Arsenal heilt greitt tveitt møguleikan fyri at sleppa víðari, burtur fyri aðru ferð á rað, tí teir hava lagt dystirnar á Wembley. Frá heimliga umhvørvinum á Highbury við uml. 40.000 áskoðarastuðlum, hevur felagið roknað sær ein fíggjarligan vinning við at kunna tvífaldað áskoðaratalið á Wembley. Arsenal hevur annars við millumbilum ikki tapt heimadyst í nærum tvey ár. Gott er hjá Arsenal, at veruligi heimavøllurin er hin smalasti í Premier Leauge, men at bjóða einum liði sum Barceona at leika á Wembley, ið er er hin størsti og breiðasti vøllurin, er at geva spanska liðnum heimavøll, og úrslitið verður hareftir.


Munur á treytum

Ongin ivi kann vera um, at hendan peningaliga framferðin hevur givið baksláttur. UEFA hevur á ein óskiljandi og tápuligan hátt broytt manngongingdina í steypakappingini í ár. Tey feløg, ið eru sligin út úr Champions Leauge kappingini kunnu nú halda fram í UEFA steypakappingini. Eitt nú hevur West Ham í alt summar spælt í undankapping til tess at sleppa við í UEFA steypakappingina. Ein verdugur háttur at tryggja sær atgongd til kappingina, mótvegis Arsenal, ið sum útsligið felag framvegis kann vera við, orsakað av tápuligu broytingunum hjá UEFA. Eitt eymt mál, ongin ivi um tað. Spurningurin er bara, um ikki skilagóður atburður aftur finnur sæti í evropeiska fótbóltsheiminum. Alt annað hevði snøgt sagt verið harmiligt.


Rógvi Petersen, Vágur