sum eisini fæst í Listaskálanum. Bókin, sum er 64 blaðsíður, er í A5 stødd og inniheldur 39 litmyndir av føroyingum í Bretlandi og føroyskum lutum, sum standa á ymsum bústøðum kring um í Bretlandi. Bókin [...] fólk í Bretlandi í dag, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til Føroyar. Antin tí at foreldur teirra búgva her ella hava búð, ella tí, at skyldfólk teirra - longri úti - búgva í Føroyum. Og í hesum [...] Guillemot Press í Aylesbury. Bókin fer ikki serliga djúpt, men greiðir lætt frá eitt nú mununum millum mentaninar í londunum báðum. Tilfarið er lætt at lesa men tað er undrunarvert, at tað í bókini eru g
uppboðssøluna. Flett verða eini fýra lomb, sum verða seld í stykkjum. Uppboðssølan byrjar um 6 tíðina seinnapartin. Ofta fæst góður prísur. Peningurin, ið fæst fyri seyðin, fer til góðgerðarendamál og til at røkja [...] vanliga góður. Lombini viga javnan 50 pund og meira. Í ár eru seks veðurlomb. Eitt gimburlamb lá deytt á slættanum tíðliga í summar. Slept verður út í Stakkin eftir fjallgongu um heystið. Seyðurin er so [...] seyður, sum »Stakkurin« keypir frá høgunum. Í fjør var ongin seyður í Stakkinum. Væntast kann tískil, at tjørnuvíkingar hesaferð fáa eina góða »auktión«, nú tvey ár eru síðan seinast, seyður varð seldur
hendir á hesum øki úti í stóru verð. Føroyar eru sjálvstøðugur limur í NKH og hevur verið tað síðani 1982. NKH Føroya deild hevur reikað fyri fundum í Føroyum í 1982, 1993 og nú aftur í 1998. Eisini skipaði [...] skúlarnir gera, er í samsvari við ynski og tørv vinnulívsins nú og í framtíðin? ?Hvussu verður undirvísingin eftirmett nú nýggir undirvísingarhættir vinna frama? ?Hvussu hava royndirnar verið í teimum ymsu londunum [...] verður eftir týðandi sjónarmiðum í teimum ymsu londunum. Frágreiðingar verða skrivaðar og ymist samstarv fæst í lag, skúlanna millum, fyrisitinganna millum osfr. Spurningar, sum í dag leika á eru: ?Hvussu verður
munandi oftari í summar og lutvíst av einum øktum áhuga at ferðast til Føroya. - Í juli eru mest sum bara ferðafólk, ikki handilsfólk gistandi. Vit hava havt nógvar bólkar við ferðafólki í juli í ár, sigur [...] Zealandi. Hvønn dag leita nógv fólk inn í kaffistovuna í kjallarahæddini á Sjómansheiminum, har møguleiki er eitt nú at bíleggja pizza. Matstovan á aðru hædd er nú eisini opin um kvøldið, men har vitjað [...] ein lítil framgongd, og eitt størri bjartskygni. Tað er í høvuðsheitum tað fólk í gistingarhúsvinnuni kunnu siga um, hvussu summarið hevur roynst í tali av vitjandi. Tað, sum hevur eyðkent serliga juli-
landinum. Men tær broytingar, sum nú eru gjørdar í flutningskervinum kunnu í síðsta enda føra við sær, at suðuroyingar missa ein stóran part av feskfiskivinnuni av oynni. Tí nú eru umstøðurnar blivnar so [...] ella seint hóskvøld. Broytingarnar, sum nú eru gjørdar, føra tað við sær, at, afturímóti tí, sum var frammanundan, missa virkini í Suðuroynni nú fleiri tímar í framleiðslutíð, av tí at tey skulu vera so [...] staðfest, at broytingarnar, sum í síðstu viku vórðu gjørdar í ferðasambandinum ímillum Suðuroynna og Havnina - og ímillum Føroyar og umheimin, hava kostað fiskivinnuni í Suðuroynni pengar og arbeiðsfólkinum
hátíðarløtuni. Frits hevur spælt í Hornorkestrinum í Fuglafirði í 18 ár og hevur somuleiðis líka frá ungum árum av sungið í kóri, og tá ið okkurt stórverk verður framført í Havn er hann eisini fastur fúsur [...] hendir, tí tað fer í gloymibókina. Tá ið fólk um nakrar øldir fara at granska í, hvat hendi í Føroyum í 1998, verður myndin ógvuliga einstáttað. Hvør spældi á fótbóltslandsliðnum í 1990, tá ið Føroyar [...] kór. Í 1980 tók hann stig til at seta á stovn tiltikna gentukórið í Fuglafirði, sum hevur sungið seg inn í hjartarøturnar bæði herheima og uttanlands. Tað byrjaði við, at Frits fór á læraraháskúla í Danmark
vágbingur Andrew av Fløtum royndi seg í unglingafinaluni mánakvøldið, og tað ger, at hann verður ikki við í morgin. Jan Dam, sum nú venur í Herfølge, verður við í hópinum í morgin. Liðformaðurin Rúni Nolsøe [...] Eftir javnleikin í Klaksvík helt formaðurin í HB, Gunnar Mohr, fyri, at um felagið hjá honum ikki fór at megna at vinna FM heitið frammanfyri áskoðarafjøldini í Gundadali, tá sumbingar koma at vitja, so [...] hava verið sektaði. Nevndin í HB hevur einki fyrireikað, um HB vinnur FM í morgin, men tað fer neyvan at koma óvart á viðhaldsfólkini, sum eru klár at skapa karmin, sum sømir seg í slíkum førum. Steyp og
Sum áskoðari í Listaskálanum í hesum døgum, nú øll uppskotini í arkitektakappingini um eitt nýtt tinghús verða sýnd fram, er fyrsta fatanin og varhugin ein fær, at uppskotini øll sýnast at skjóta upp eini [...] stórfingin nýggj tinghús. Flaturnar eru stórar, í førum ógvusligar og í mun til verandi tinghús eru fleiri av uppskotunum at líkna við skrivstovubygningar í Chigaco. Men tað er eisini bara fyrsta inntrykkið [...] gamla og nýggja partin í miðbýnum og fáa urtagarðarnar við tinghúsvegin til sín rætt. Væl gjøgnumhugsað Sum bæði býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, og Bárður Jákupsson, leiðari í Listaskálanum og listamaður
rlógini, ið var sett í gildið árini 1995-96. Jógvan Ingvard Olsen var løgtingsformaður um hetta mundið, og hann gjørdist eisini tann fyrsti, ið fekk hægsta tignaðarliga starvið í lut, tá nýggja stýris [...] heldur tó tað vera í so »bombastiskt« at vilja hava henda bygning burtur. ? Okkurt annað kann helst gerast við hann fyri at prýða um, heldur fyrrverandi løgtingsformaðurin. Og hóast hann nú er fyrrverandi [...] reypa av. ? Har er ongin atmosfera. Salurin er ov smalur. Verandi tingsalur fæst heldur ikki til góðan sal, so tað er onki at ivast í, at brúk er fyri nýggjum tingsali, sigur Jógvan Ingvard Olsen. Um kostnaðin
ár. Í sambandi við hesa útbúgving skal man í starvslæru, og Bjørg slapp í Sjónvarpi at royna seg tvær reisur. Ætlanin hjá familjuni var allatíðina at flyta heim aftur til Føroya, og tá ið Bjørg í mai mánaða [...] læra í SVF tann 1. august í fjør, og tað gongur fitt av tíð, áðrenn hon verður útlærd. MTM útbúgvingin tekur ikki færri enn fýra og eitt hálvt ár, harav meira enn eitt heilt ár er á skúlabonki í Danmark [...] Danmark, so unga fuglfjarðagentan hevur meiri enn trý ár eftir at læra í. Arbeiði Ein teknikari í sjónvarpinum fæst við mangt ymiskt. Dagligdagurin hjá Bjørg gongur fyrst og fremst við at taka upp myndir, umframt