NKH (Nordisk Komité for Handelsundervisning), Føroya deild, skipar 16.-18. september 1998 fyri ársfundi, har øll Norðurlond verða umboðað við fólki, sum fáast við yrkisútbúgving innan skrivstovu, handil og fyrisiting. Fólk, sum umboða undirvísingarmyndugleikar, arbeiðsgevarar, arbeiðstakarar og handilsskúlar.
Í NKH savnast øll týðandi vitan um handilsliga og fyrisitingarliga undirvísing, har arbeiðsgevarar, arbeiðstakarar, myndugleikar og skúlar ganga hond í hond at savna og viðgera ivaspurningar, framtøk innan yrkisútbúgvingar. Gjøgnum NKH fáa vit eisini nakað at vita, hvat hendir á hesum øki úti í stóru verð.
Føroyar eru sjálvstøðugur limur í NKH og hevur verið tað síðani 1982. NKH Føroya deild hevur reikað fyri fundum í Føroyum í 1982, 1993 og nú aftur í 1998. Eisini skipaði Føroya deildin fyri einari ráðstevnu í 1989, har 250 fólk vóru við. Føroyar hava á fyrsta sinni fingið formansskapin í NKH og fyrisitingina av NKH frá 1. januar 1998 til 31. desember 2001. Londini skiftast um at skipa fyri ársfundunum. Í fjør var fundurin í Íslandi.
NKH, sum varð stovnað 1949, skipar á hvørjum ári fyri ársfundi í einum av limalondunum. Á hesum fundum verða átrokandi spurningar viðgjørdir, og spurt verður eftir týðandi sjónarmiðum í teimum ymsu londunum. Frágreiðingar verða skrivaðar og ymist samstarv fæst í lag, skúlanna millum, fyrisitinganna millum osfr. Spurningar, sum í dag leika á eru:
?Hvussu verður kunningartøknin best innførd í yrkisútbúgvingar, og gerð av tilfari í sambandi við kunningartøknina. Øll lond eru trilvandi á hesum øki. At vísa seg eru Ísland og Finland fremst.
?Hvussu verður góðskan í undirvísingini tryggjað mótvegis næmingum og vinnulívinum? Hvussu hevur tað roynst, at næmingar eru við at leggja undirvísingina til rættis og eru við at eftirmeta hana?
?Hvussu verður tryggjað, at vinnulívið (alment og privat) fær ávirkan á útbúgvingar á handilsskúlunum, so tað, ið skúlarnir gera, er í samsvari við ynski og tørv vinnulívsins nú og í framtíðin?
?Hvussu verður undirvísingin eftirmett nú nýggir undirvísingarhættir vinna frama?
?Hvussu hava royndirnar verið í teimum ymsu londunum at slúsa tey ungu út í vinnulívið eftir lokna skúlagongd?
?Greitt verður frá ymiskum royndarvirksemi, sum verður framt í teimum stóru londunum, og hvat ætlanin er við teimum.
Tað koma um 25 fólk úr teimum ymsu Norðurlondunum á fundin. Hesir hava fíggjað fundin: Undirvísingar- og mentamálastýrið, Tryggingarsambandið Føroyar, Føroya Sparikassi, Føroya Banki, Tórshavnar Kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Føroya Keypmannafelag, Føroya Handilsskúli, Poul Hansen heilsøla, Starvsmannafelagið, S&K, Formula Xerox og Farodane.