Tað eru nú skjótt liðin 55 ár síðani seinni veraldarbardagi endaði, men vit verða tíðum mint aftur á hesi árini, sum fóru so illa við heiminum.
Men tað kom okkurt gott burtur úr hesum ólukkuárum, meiri enn so.
Krígsárini vóru Føroyar hersettar av bretum og sum vera mann vóru nógvir bretskir hermenn í Føroyum.
Teir vóru hvørki verri ella betri enn onnur fólk, og gjørdust í mongum førum, ein partur av føroyska dagligdegnum.
Nógvir teirra fingu sær føroyska konu. Onkur búsettist her, meðan onnur pør fluttu aftur til Bretlands at búgva.
Tí búgva nógv fólk í Bretlandi í dag, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til Føroyar. Antin tí at foreldur teirra búgva her ella hava búð, ella tí, at skyldfólk teirra - longri úti - búgva í Føroyum.
Og í hesum útlendsku føroyingum eigur land okkara kærar vinir.
Tey fjálga um sambandið til Føroya m. a. við myndum, minnisgripum, grindareiðskapi og útstappaðum lundum.
Ein teirra er David Day, sum er royndur dokumentarfotografur og hevur m. a. havt fleiri fotoframsýningar.
David Day er triðja ættarlið av føroyskari konu og hann hevur ferðast til mong føroysk/bretsk húski í Bretlandi og tikið myndir.
Tað eru m. a. hesar myndir hann fer at sýna á framsýningini, sum byrjar í Listaskálanum leygardagin 19. september klokkan 16.
Bókin FaroesUK
Í sambandi við framsýningina hevur David Day latið gera eina bók, sum eisini fæst í Listaskálanum.
Bókin, sum er 64 blaðsíður, er í A5 stødd og inniheldur 39 litmyndir av føroyingum í Bretlandi og føroyskum lutum, sum standa á ymsum bústøðum kring um í Bretlandi.
Bókin er skrivað á enskum og á føroyskum.
Tað er Mark Streatfield, sum hevur skrivað enska tekstin og Hanna Absalonsen, sum hevur týtt hann til føroyskt og essayin er eftir Kirsten Didriksen.
Bókin er útgivin av Guillemot Press í Aylesbury.
Bókin fer ikki serliga djúpt, men greiðir lætt frá eitt nú mununum millum mentaninar í londunum báðum.
Tilfarið er lætt at lesa men tað er undrunarvert, at tað í bókini eru gjøgnumgangandi villur.
Konufólkanavn er bent skeivt í føroysku týðingini, so tað knappliga ger kvinnu til mann. Her kann talan sjálvandi verða um eitt óhapp, men eitt mannfólkanavn, sum gongur aftur fleiri ferðir er stavað skeivt. Byrjunarbókstavurin er skeivur.
Slíkt er keðiligt, tí tað er einki at ivast í at tað verða fleiri sum kunnu gleðast um eina slíka bók.
Í sambandi við at framsýningin letur upp leygardagin fara Ingegerd Rönnbäck og Kirstin Didriksen at siga nøkur orð um konufólk undir krígnum.
Kirstin Didriksen er rithøvundur og býr í Havn. Hon hevur skrivað bøkurnar Kvinnur undir krígnum (1995), Tær vóru ungar undir krígnum (1996) og Kærleiki undir krígnum (1997).
Ingegerd Rönnbäk er rithøvundur og dramatikari og býr í Skåne. Hon hevur skrivað fimm sjónleikir, ið hava verið spældir á Götateatern í Göteborg. Eisini hevur hon skrivað tvær barnabøkurog bøkurnar um Tildu - Tilda med segerhuvan (1994 og Tilda lever över (1997), ið lýsir lívið hjá eini kvinnu øll 1900-árini í vestursvenska skergarðinum.










