lortin, sum so vant er. Lorturin er súmbol á nógv annað enn nakað skitið, ólekkurt. Heldur ikki noyðist lortur ella ræðsla fyri sama hava nakað við tí analu fasuna hjá Freud at gera, treyðugt so er Psykodiddan [...] ið gongur fyri seg á kirkjuloftinum í kirkjutíð. Hetta skal lesarin tó sjálvur sleppa at uppliva. Tað er eisini brot, sum tað á kirkjuloftinum, sum ger søguna so frálíka. Tað er kenst sum verður tú skriktur [...] duga at avgerða um, hvør er meiri útvaldur enn ein annar. Fyri hesar zionistar er Jesus harumframt jú ikki annað enn, sum skaldsøgan eisini peikar á, ein fuppmakari og lygivætti fyri ortodoksar jødar. Havi
eisini at slóðað fyri, at Svf sleppur meiri út á bygdirnar. Ofta hevur verið funnist at Svf, og mangan ikki av órøttum, at tað kemur ikki útum Havnina. Alt politiskt og umsitingarligt vald er í Havn. [...] hví føroyskt sjónvarp er óáhugavert. Tíðir broytast Johan Petersen leggur dent á, at Øravíkarskjalið er ikki eitt endaligt skjal. Tað eru ikki eini boð til sjónvarpið. Tað er skrivað í samstarvið við [...] fyrst at tendra fyri SvF. Ta sjónvarpstíðina, sum so er til avlops, kann hann brúka uppá aðrar rásir. Í høvuðsheitum kann sigast, at sjónvarpið skal senda fleiri føroyskar sendingar. Sum mest skal verða
Olaf Olsen er ikki samdur við teimum sum eru sannførd um, at oljuvinnan fer at beina fyri fiskivinnuni, tí hon verður ikki kappingarfør í lønum Men vandin er ovurhonds stórur, føra vit ikki ein miðvísan [...] føroyingar ikki at samstarva. Eg veit ikki hví. Kanska er frágreiðingin tann einfalda, at landið er so lítið. Men vita skulu vit, at oljuvinnan er so stórt mál, at hon krevur, at allir føroyingar, sum kunnu [...] Somuleiðis er tað upplagt, at tænastuvinnan á landi er á føroyskum hondum. Men her er tað so, at vit renna okkum í tað eyðkendu Føroyasjúkuna, sum er spjaðingarlyndi, heldur enn samanhald. Oljuvinnan er so umfatandi
ldina. Men eg mátti geva andlitsbrái hansara rætt: Tað er óluksáliga synd, at tá ið tað endiliga koma so góðir tónleikarar hendavegin, so er ikki ein sál og lurtar... [...] teir í bás. Sum teir sjálvir greiddu frá, so høvdu teir í sambandi við mentanarvikuna sett saman eina skrá av tónleiki við uppruna í baltiskari og norðurlendskari mentan. Men teir høvdu ikki meira enn sett [...] so sleptu teir tí fyri at fara um nýútsettan klassiskan tónleik hjá Grieg til spanskt flamenco, og vit sluppu tá av álvara at hoyra, at tað vóru virtuosar á hvør sínum ljóðføri, sum so einsamallir stóðu
t herðaklapp fyri. NORDBOK, sum er ein nevnd undir Norðurlendska Ráðharrastovninum, avgjørdi á fundi mikudagin at geva Birgiri Kruse eina journalist-virðisløn, sum er eitt ferðalegat fyri sendirøðinaV [...] latin fyri journalistiskt avrik, sum hevur stimbrað áhugan fyri og vakt kunnleika um norðurlendskar bókmentir. Virðislønin kann verða latin fyri greinir, reportagur, essays e.a. Ferðalegatið er 25.000 [...] rithøvundar og bókasavnsfólk. Føroyski nevndarlimurin er Hanus Andreassen, og varamaður er Martin Næs, sum luttók á fundinum hesu ferð. Birgir Kruse visti ikki, at hann skuldi hava hesa virðislønina, fyrr enn
arbeiði at hugsa um? Nei, tað er ikki trupulleikin. Eg havi altíð kunna passa fótbóltin og arbeiði saman, og tá tú arbeiðir saman við fólki, sum skilja tína støðu, er tað eingin trupulleiki. Og skuldi [...] fjølmiðlarnar, har teir fyri fyrstu ferð luftaðu tankanum um partvís yrkisfótbólt í felagnum. Ætlanin er at stova partafelag, sum skal reka 1. deildarfótbóltin hjá HB, og ætlanin er at gera sáttmála við allar [...] tað á sama hátt, sum eg havi gjørt tað øll árini, eg havi spælt, og tí fari eg ikki at gera sáttmála við HB, sigur Kaj Leo Johannesen. Gott hugskot, men... Kaj Leo Johannesen hevur altíð tikið fótbóltsspælið
havt á lofti, at føroyskt mál er viðbrekið og kompliserað, at tað hevur ikki ein og hvør skil fyri. Hetta er ikki nakni veruleikin, men minnir ikki sørt um skálkaskjól, sum tey gomlu nýttu til tess at ræða [...] vit ikki hava eina demokratiska málstøðu, tá eingin frælsur og mennandi kjakfundur er. Men sum støðan er í dag, har málið er við at fara í tvíningar, og almenningurin ikki eigur nakran leiklut, er enn [...] tykjast láturligt, men er veruleikin so, hví so ikki skipa fyri einum breiðum málkjakfundi, sum kundi verið hildin í útvarpshøllini ella Norðurlandahúsinum. Nú Móðurmálsorðabókin enn ikki hevur sæð dagsins
okkum«. Tað er einki mark fyri, hvat ið ein tungusnildur drongur fær seg at siga fyri at sleppa undir dýnuna hjá eini gentu. Svikið hjá dronginum, sum í veruleikanum ikki hevur aðrar kenslur fyri gentuni enn [...] kvinnan verður nevnd Øra-Sigga, ikki tí hon er ør, heldur tvørturímóti, men hon er øðrvísi, og tað er nóg mikið. Ein annar svimjari kallast Býtti-Sámal, ikki tí hann er býttur, men góðtrúgvin og tykkin [...] til listamann, vikast ikki. Fyri hesum má alt víkja. Eisini tey, sum standa tær næst. »Ein ónyttug stjørna« er - hóast áhugaverd - ikki fullborin. Teir einstøku partarnir megna ikki at gera eina samansjóðaða
sterku stuðlum, sum tú altíð kundi leita til, tá á stóð. Í teimum ráðum, tú kundi fáa frá honum, var hansara politiski boðskapur altíð serstakliga týðiligur. Tað var boðskapurin um at virka fyri at stuðla teimum [...] hjá ommuni og abbanum á Tvørabakka. Abbin, sum kom úr Svøríki, var arbeiðsformaður í Rangabotni í mong ár, og sum vera man, so var Bjarni eisini millum teirra sum styttri tíðarskeið arbeiddi í Rangabotni [...] umsorgan fyri sínum egnu, har hann næstan niður í minsta lut fylgdi við, hvussu tað gekst teimum. Hesa umsorgan hava vit øll merkt, og serliga mugu tað vera hansar abbabørn, sum í dag kunnu takka fyri, at tey
kundarnir gjalda fyri okkara fisk, sigur hann. »Millum 10% og 50% av tí, sum útlendski brúkarin rindar fyri føroyskan fisk, fer til aðrar enn føroyingar,« sigur Sigurd Poulsen. Tað dugir ikki at liva av at [...] bundin av fiskivinnuni, sum fara at merkja sviðan. Klaksvík er eitt, sigur hann. Hinvegin eru onkrar bygdir, sum eru at kalla handverkarabygdir, sigur Sigurd Poulsen. Tær fara ikki at merkja so nógv beinanvegin [...] vilja altíð hava. Og hava nógv. So ein grundin til, at nú kanska verður galið aftur, er, at vit hava verið ov grammir á teimum góðu árgangunum. »Vit hava ikki lurtað eftir fiskifrøðingunum, og tað er skeivt