Vit hava lurtað ov illa eftir fiskifrøðingunum, og hava hjálpt náttúruni at drepa okkara fiskastovnar, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri í viðmerking til, at fiskifrøðingarnir nú rópa varskó um toskastovnin.
Vit leggja dent á skeiv ting við tí úrsliti, at aðrir fara við pengunum, kundarnir gjalda fyri okkara fisk, sigur hann.
»Millum 10% og 50% av tí, sum útlendski brúkarin rindar fyri føroyskan fisk, fer til aðrar enn føroyingar,« sigur Sigurd Poulsen.
Tað dugir ikki at liva av at selja hálvlidna vøru í heilsølu til aðrar at viðgera og selja til endaliga brúkaran. Tað mugu vit klára sjálv her í Føroyum, um vit skulu klára at liva við hesi ójøvnu tilgongdini, vit hava.
Við hesum vísir hann á, at tað verður hugsað ov stutt, tá vit umganga okkara tilfeingi.
Føroyingar hava altíð bara hugsað um at fá stóra rúgvu skjótt upp úr sjónum.
Men alt ov lítið tykist verða hugsað um, hvat vit kunnu fáa fyri tað, vit flyta út.
Nú hevur nógvur fiskur verið at fingið eina tíð, og so varð bara fiskað vilt, Eingin tykist hava hugsað longri enn til at fáa stóra rúgvu beinanvegin. Hvussu væl hesin stovnurin tolir royndina, varð minni hugsað um.
Og at minnast tær feitu og soltnu kýrnar á áarbakkanum, var so eiðasørt.
Høvdu vit havt hugsað meira um at fingið burtur úr tí, vit fáa upp á land, hevði helst verið betri vorðið.
»At taka pengarnar her og nú merkir, at vit geva okkum ikki stundir at fáa røttu vøruna á rætta marknaðin,« sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.
Vit brúka alt ov nógvar pengar skeivt, sigur hann.
Tað er greitt, at tað hevði gingið út yvir flotan, um vit lurtaðu eftir fiskifrøðingunum og fiskaðu minni, sigur Sigurd Poulsen.
Men so kundu vit í staðin flutt fólk aðrastaðni at viðgjørt og selt tað, vit veiða.
Soleiðis kundu vit fingið væl meira burtur úr tí, vit flyta út.
Og hóast tað kanska ikki hevði verið betri fyri sjálvan fiskiflotan, hevði tað heilt avgjørt verið ein samfelagsligur vinningur, sigur Sigurd Poulsen.
Avleiðingarnar av, at vit ikki duga okkum hógv, tá vit hava tilfeingið, fara nú at vísa seg, tá toskurin eftir øllum at døma verður burtur.
Tað er eingin ivi um, at tað fer at merkjast um landið, minkar toskastovnurin nú aftur, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.
Tað verða fyrst plássini, sum traditionelt eru bundin av fiskivinnuni, sum fara at merkja sviðan. Klaksvík er eitt, sigur hann.
Hinvegin eru onkrar bygdir, sum eru at kalla handverkarabygdir, sigur Sigurd Poulsen. Tær fara ikki at merkja so nógv beinanvegin, men tað kemur. Havnin fer helst at sleppa lættast, heldur hann.
Og hvørs skuldin er, kunnu vit so trætast um, so galið vit vilja. Tað hjálpir einki, tá vanlukkan er hend.
Sigurd Poulsen heldur, at orsøkirnar kunnu vera bæði náttúru- og mannaskaptar.
Tað hevur altíð verið svingandi tilgongd í fiskastovninum. Men føroyingar hava ongantíð dugað at tilpassað seg hesum. Vit vilja altíð hava. Og hava nógv.
So ein grundin til, at nú kanska verður galið aftur, er, at vit hava verið ov grammir á teimum góðu árgangunum.
»Vit hava ikki lurtað eftir fiskifrøðingunum, og tað er skeivt,« sigur Sigurd Poulsen.
Men Sigurd Poulsen er sannførdur um, at hetta neyvan kemur so ræðuliga óvæntað á nakran. Og tann, sum hevur hildið, at vit hava ovtroytt stovnin, stendur ikki serliga bilsin í dag, sigur hann.
Sigurd Poulsen sigur, at vit eru komnir soleiðis fyri, at tað er ikki so nógv at gera her og nú.
Men bera vit okkum eitt sindur skilagott at, fara vit at hugsa meira langsiktað í framtíðini.
Tí ikki fyrr, enn vit duga tað, fara vit at klára okkum við teimum útsvingum, sum altíð fara at verða í fiskastovnunum.
Tað er einki annað at gera, sigur Sigurd Poulsen, enn at hava minni veiðitrýst.
Hann sigur, at hann trýr meira upp á fiskifrøðingarnar, enn teir, sum bara vilja sleppa at fiska frítt, hvørja ferð, ein góður árgangur vísir seg.