altjóða grunnum og stovnum, sum taka sær av menning, útbúgving og arbeiði. -Vit royna fyrst og fremst á einum hægri støði at skapa áhuga fyri bretskari mentan, og tí geva vit legat til fólk, sum longu hava [...] føroyingar longu verið í Bretlandi við legati frá The British Council. Í ár hava Richard Swartson og Bjarni Mortensen havt hesi legatini. Ætlanin er at 2 føroyingar skulu fáa henda møguleikan aftur í 1999 [...] virði uppá 100.000 kr. Tey, ið fáa hesi legat, eru oftani fólk, sum júst eru liðug við eina útbúgving á lærdum háskúla. Umframt at geva føroyingum møguleika at fara til Bretlands, so ber eisini til at senda
minuttirnar, men so kom ferð á. Bjarni Prior spældi á miðjuni leygardagin, og hann fekk hol á, tá eitt innlegg hjá honum um ein VB-fót endaði í málinum. Á dómaraseðlinum stendur Bjarni Prior til at hava fingið [...] noyddist Bjarni Johansen átta ferðir inn í málið eftir bóltinum. Leygardagin hevði hann langan veg aftur eftir bóltinum, tá sætta málið hjá B36 kom. Staddur langt úti úr egnum máli misti Bjarni bóltin til [...] John Petersen økti til 7-2 upp á ein eitt sindur tilvildarligan kjans, eftir at VB-verjan enn einaferð hevði kloddað í tí framman fyri egnum máli, og tað bleiv 8-2, tá Jákup á Borg setti punktum fyri sínum
skjótt hol á. Uppspælið byrjaði hjá Gunnari á Steig, og tað endaði við, at Rógvi Jacobsen dró seg leysan í høgra borði, snaraði út frá aftur og lyfti í brotsteigin, har Kurt Mørkøre var hægstur á stútaði [...] til Rógva Jacobsen, sum hesa ferð mannaði á-lopsplássið saman við Kurt Mørkøre, og Rógvi setti innaru síðuna á. Hóast yvirvágina til klaksvíkingar, so fóru teir á heimaliðnum ongantíð niður við nakkanum [...] Mørkøre upp á máltindin. Kurt var enn eina ferð í hopla, hann skoraði trý mál, hann rakti tríggjar ferðir í stólparnar og tvørtræið, og hann var við í upplegginum til hini, men munurin upp til Jákup á Borg var
Aldursbólkurin, sum flestu spælararnir koma frá, er lítil á Tvøroyri, og tað tekur tíð at byggja uppaftur. Tað eru ungir og evnaríkir spælarar á Tvøroyri, men tað verða ikki teir, sum fara at bera liðnum [...] møguleika afturat Úrslitini leygardagin vísa, at tað er veldugur munur á bestu liðunum og so teimum, hvørs lutur tað so at siga á hvørjum ári er at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Sumbingar [...] niðurflytingina sum ein stóran smeit, bæði ítróttarliga og fíggjarliga, men samstundis eru tað fleiri á Tvøroyri og eisini millum ábyrgdarfólkini hjá TB, sum ásanna, at teirra felag í størri mun enn so nógv
Hann vísti hinvegin á uppskot Javnaðarfloksins, sum eina gongda leið, tí so fingu tingmenn ein møguleika at gera neyðugar kanningar, uttan at hava bundið seg til at taka fullveldi. Bjarni Djurholm úr Fólk [...] tingmenn at ganga við til at broyta ríkisviðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Og at tingmenn ikki eru á einum málið um hvussu hesar broytingar skulu gerast fingu vit sjón fyri søgn fríggjadagin tá onnur viðgerð [...] tað var rætt, sum tjóðveldismenn søgdu, at Sambandsflokkurin ikki vildi hava broytingar. Hann vísti á, at hann, meðan hann var løgmaður, fyri formansskapinum í tinginum hevði skotið upp, at halda eina ráðstevnu
skattalækking. Trýr upp á broytingina Spurdur, um Bjarni Djurholm er sannførdur um fullveldisætlanina, sigur hann, at um fólkið tekur undir við broytingunum, so trýr hann upp á tað - treytað av at nakrar [...] tað leggur Bjarni Djurholm seg ikki út í, og hevur onga ávirkan á. ? Ein og hvør nýggj avgerð fær avleiðingar, men samstundis mugu vit innrættað okkum eftir nýggju fortreytunum, sigur Bjarni Djurholm. [...] sigur Bjarni Djurholm. Skulu skapa eitt nýtt samfelag Hann vil innrætta samfelagið eftir búskaparligu og náttúrugivnu fortreytunum, og vísir til ein norðuratlantiskan fiskivinnubúskap, ið byggir á tað,
leygardagin 10. oktober. Fríggjadagin verður innleiðandi umfarið spælt, og leygardagin er finaluumfarið so á skránni. Sum sagt verða tað átta teir bestu spælararnir frá seinastu kapping, sum sleppa at vera við [...] Jákupsson, Kristian Suni Høgnesen og Sonhard Johannesen úr Klaksvíkar Klubba, Henrik Pedersen og Bjarni Skaalum úr Kagganum, Max Rasmussen úr Tvøroyrar Klubba, Eirikur Nielsen úr Havnar Klubba og Jan Müller
inum ikki hevur verið á borðinum í Tinganesi. Væl útbúgvið fólk ? Vit vilja heldur menna vinnuna soleiðis, at hon byggir á væl útbúgvið fólk, gransking og tílíkt, og ikki bert á lágløntir arbeiðarar, sum [...] ávirkan galdandi frameftir. Byrja við fundum á embætismannastigi Spurdur um nakrar broytingar eru gjørdar viðvíkjandi ætlanunum um at samráðast við danir, sum á ólavsøku vóru ásettar til í januar 1999, sigur [...] fyrst skulu fundir verða á embætismannastigi, áðrenn tær veruliga samráðingarnar byrja. ? Nú eru vit farnir undir at útgreina, hvat framtíðar samstarvið við danir skal bygga á, og hvussu nógv tað kostar
máldómaran, sum stóð inni á vøllinum. Hoyvíkingar ilskaðust, og tað sá eisini út til, at Kyndlavenjarin vardi innanfyri, men spælið steðgaði ikki, og Hannis Wardum setti ferð á frameftir. Ein H71-spælari [...] tá hann var á veg inn í málteigin, dómarin bríkslaði, og so var aftur øði í. Endin varð, at tveir H71-arar fingu reyða kortið, og Kyndil fekk fríkast (!). Dómararnir høvdu tá mist takið á dystinum, og [...] Kyndil á odda 14-12. Størri var munurin ikki, men Kyndil dróg longsta stráið, tá avtornaði, og hóast munurin bert var eitt mál, so var greitt, at kyndlamenn hava fleiri streingir at spæla upp á í álopinum
Um so er, at nýggj framleiðsla veksur fram, sum hevur við sær eina avløning upp á 0,8 mia. kr. og ein umsetning upp á 1,6 mia. kr., so hava ringávirkanir við sær, at tann samlaða økingin í avløningini [...] fyrst og fremst um trýst niður á lønirnar. Spurningurin er so, hvussu nógv kunnu tær falla uttan, at vit fáa fráflyting úr Føroyum, sum so aftur minkar um trýstið niður á lønirnar. Í tann mun tær falla [...] fortreytum. Yvirhøvur hevur ein miðvísur vinnupolitikkur við denti á at skapa tær røttu rammurnar fyri virkseminum og við denti á gransking í menning av vinnunum í Føroyum stóran týdning fyri, hvussu