Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum hevur evnað til fullveldisuppskotið, vil ikki kennast við tað, sum Bjarni Djurholm í Sosialinum í gjár helt verða bjargingin fyri framtíðina í Føroyum, nevniliga eitt láglønarsamfelag.
Heldur ikki sjónarmiðini hjá fólkaflokstingmanninum, sum sigur, at eingin kann vænta, at danska vælferðarstøðið verður galdandi í framtíðini, er í trá við tað, sum Tjóðveldisflokkurin hevur ført fram um sama mál..
Spurdur, um Tjóðveldisflokkurin er so heitur fyri fullveldinum, at teir vilja góðtaka at føra fólkaflokspolitik, sigur Høgni Hoydal, at tað vil hann afturvísa.
Samdir um karmin
? Sjálvandi eru flokkarnir ymiskir á máli, bæði búskaparliga og sosialt, men tó so: vit eru samdir um ríkisrættarliga karmin, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at føroyskur politikkur ikki steðgar upp, fyri tað um uppskotið um fullveldi er samtykt, men visiónin hjá fólkaflokkinum um eitt láglønarsamfelag er eingin loysn, av tí at vit tá bert kunnu framleiða hálvfabrikata, sum ikki økir um búskapin.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann einki kennir til málið, og at uppskotið hjá fólkaflokkinum ikki hevur verið á borðinum í Tinganesi.
Væl útbúgvið fólk
? Vit vilja heldur menna vinnuna soleiðis, at hon byggir á væl útbúgvið fólk, gransking og tílíkt, og ikki bert á lágløntir arbeiðarar, sum í Teilandi og aðrastaðni.
? Eg hugsi um fullveldisuppskotið sum eitt projekt, og nú skal útgreinandi arbeiðið gerast, sum skal vísa, hvat krevst fyri at varðveita tænastustøðið.
? Víst kunnu vit rationalisera og gera ábøtur sum ger tað bíligari at reka samfelagið. Har eru vit samdir við Fólkaflokkinum, sigur Høgni Hoydal, og vísir á, at júst slíkt orðaskifti sum hetta, skal mynda politiska arbeiðið frameftir, hvussu vit kunnu skipa nútíðarsamfelagið
Arbeiða eftir samgonguskjalinum
? Ert tú ikki bangin fyri at Fólkaflokkurin fær ov stóra ávirkan á Tjóðveldisflokkin?
? Nei, tað eri eg als ikki. Tað stendur í samgonguskjalinum hvat vit skulu gera. Har er m.a. nevnt at mál sum gransking og útbúgving skal hækka. Hetta er okkara málsøki, men tað stendur eisini, at fiskivinnumál og vinnumál, sum eru øki hjá Fólkaflokkinum, skulu lækka.
Um hvussu stóran meiriluta Tjóðveldisflokkurin heldur verða neyðugur á fólkaatkvøðuni, sum verður í sambandi við fullveldisætlanina, sigur Høgni Hoydal, at ein meiriluti í sjálvum sær er nóg mikið.
? Hetta er annars ein spurningur, sum tingið skal taka støðu til. Eitt nú hvussu fólkaatkvøðan skal skipast og eisini um tingið vil, hvussu stórt prosenttalið av meirilutanum skal ásetast. Tað stendur Løgtinginum frítt fyri, sigur Høgni Hoydal.
Andstøðan kann gera seg galdandi
? Av tí at samgongan er í meiriluta í tinginum, henda væl ikki tær stóru broytingarnar har?
? Tað er upp til andstøðuna á fáa ávirkan í tinginum, eisini í hesum máli.
? Tað sæst eisini einamest av, at Javnaðarflokkurin er til reiðar at samtykkja fíggjarlógaruppskotið, um teir kunnu fáa ávirkan.
? Tað sama kundi verið galdandi við fullveldisuppskotinum, um flokkurin var áhugaður í tí, sigur Høgni Hoydal og leggur aftrat, at einki er fjalt undir nøkrum steini í fullveldismálinum. Tað hevur samgongan víst í verki, við at leggja uppskotið fram í tinginum. Allir flokkar kunnu eisini gera sína ávirkan galdandi frameftir.
Byrja við fundum á embætismannastigi
Spurdur um nakrar broytingar eru gjørdar viðvíkjandi ætlanunum um at samráðast við danir, sum á ólavsøku vóru ásettar til í januar 1999, sigur landsstýrismaðurin, at fyrst skulu fundir verða á embætismannastigi, áðrenn tær veruliga samráðingarnar byrja.
? Nú eru vit farnir undir at útgreina, hvat framtíðar samstarvið við danir skal bygga á, og hvussu nógv tað kostar.
? Síðan keypa vit okkum løgfrøðiliga hjálp uttanífrá, úr Danmark, Íslandi og aðrastaðni, har vit ráðføra okkum við serfrøðingar í fólkarætti, statsrætti og aðrar, sum kenna trupulleikarnar hjá sjálvstøðugum smátjóðum.
Í Sosialinum mikudagin, segði Eilif Samuelsen, at samgongan virkar sum einaræðis meiriluti.
Tað heldur Høgni Hoydal ikki er rætt, tí Landsstýrið hevði ikki skyldu at tosa við tingið um fullveldisætlaninar. Teir kundu bara verið farnir niður at samráðast við danir.
? Eg dugi ikki at síggja, at vit hava ført okkum fram sum einaræðis meiriluti, men sum sagt, øll eru vælkomin at gera sína ávirkan galdandi.