Føroyski búskapurin og ríkisstuðulin

Nú kjak hevur tikið seg upp um fullveldi, er spurningurin um týdningin av ríkisstuðlinum fyri føroyska búskapin vorðin átrokandi.

Landsstýrið hevur í umbúna at seta í gongd lýsing av búskapinum í hesum sambandi. Fyri tó at kunna byrja eitt sindur meira ítøkiligt kjak, áðrenn hetta arbeiði fyriliggur, kundi eg hugsað mær at gjørt vart við, at búskaparráðið í frágreiðingini »Pengarenslið millum Føroyar og Danmark« frá januar 1997 hevur roynt at rokna seg fram til, hvussu stórur partur av inntøkunum í Føroyum kann sigast at vera treytaður av ríkisstuðlinum. Ráðið kemur fram til, at 0,8?1,3 mia. kr. (alt eftir um ein íroknar avleiddar ávirkanir ella ikki) av inntøkunum í Føroyum stava frá ríkisstuðlinum. Til samanburðar kann upplýsast, at bruttofaktorinntøka í 1997 er mett til 5,2 mia. kr.


Framleiðslukravið

Skulu samlaðu inntøkurnar í Føroyum ikki lækka, um ríkisstuðulin fellur burtur, skal framleiðslan í Føroyum tískil økjast soleiðis, at inntøkurnar í samfelagnum økjast við 1,3 mia. kr. Lat okkum rokna við einum avløningarparti um 50% (sum er hægri enn bæði í fiskaídnaðinum og í fiskiflotanum), og við at ringávirkanin av føroyskari framleiðslu er tann sama, sum av stuðlinum. Um so er, at nýggj framleiðsla veksur fram, sum hevur við sær eina avløning upp á 0,8 mia. kr. og ein umsetning upp á 1,6 mia. kr., so hava ringávirkanir við sær, at tann samlaða økingin í avløningini verður 1,3 mia. kr., og at økingin í umsetningi verður 2,6 mia. kr. Til samanburðar kann upplýsast, at allur okkara útflutningur í 1997 var 2,9 mia. kr.

   Um ein er samdur í hesum roknistykki, so er talan um eina sera stóra framleiðsluøking, ið krevst fyri at varðveita livifótin í Føroyum. Framleiðslur, sum í dag ikki løna seg, skulu koma fyri seg, so tær umseta fyri 1,6 mia. kr. Ringávirkanir fara so at geva 1 mia. kr. aftrat í umsetningi. Kravið til framleiðsluøking er stórt, líkamikið um hon skal fara fram yvir eitt áramál, og líkamikið um ein væntar, at framleiðsluøkingin verður innan tænastuvinnu, ferðavinnu ella ídnað.


Tillagingin

Hin høvuðsspurningur er, hvussu henda framleiðsluøking skal íkoma. Hon kemur ikki bara av sær sjálvum (heldur ikki um vit hava hálendska sjúku í Føroyum). Okkurt má henda; lægri kostnaður, nýtt hugflog ella tílíkt.

   Lægri kostnaður merkir lægri lønir, hægri produktivitet o.t. Hægri produktivitetur kann hugsast, men krevur eitt sera miðvíst arbeiði og helst eisini íløgur. Og tað er onki, sum uttan víðari talar fyri, at produktiviteturin skal fara upp, um ríkisstuðulin fellur burtur.

   Tað er ikki óhugsandi, at trýst kemur á lønirnar, um ríkisstuðulin fellur burtur, tí landið má annaðhvørt hækka skattir ella spara, um stuðulin fellur burtur. Báðar atgerðir hava við sær minni virksemi og meiri arbeiðsloysi. Við øðrum orðum kann ein vænta eina tillaging, sum hevur við sær lægri framleiðslukostnað, um ríkisstuðulin fellur burtur. Talan verður fyrst og fremst um trýst niður á lønirnar. Spurningurin er so, hvussu nógv kunnu tær falla uttan, at vit fáa fráflyting úr Føroyum, sum so aftur minkar um trýstið niður á lønirnar. Í tann mun tær falla kann hugsast, at virksemið í landinum økist. Men tað er vert at leggja til merkis, at fyrst má stuðulin falla burtur, so mugu lønir/kostnaðir falla og tástani kann virksemið økjast. Og ongin vissa er fyri, at virksemið økist, partvíst tí fráflyting kann gera, at lønirnar ikki falla so nógv, partvíst tí lægri lønir ikki sjálvvirkandi hava við sær økta framleiðslu.


Onnur týðandi

viðurskifti

Umframt marknaðarligar tillagingar kann ein hugsa sær ymsar meira psykologiskt kendar ávirkanir, sum kunnu vera við til at fáa livifótin at hækka aftur. Vit gerast kanska meira eldhugað, um vit sjálvi hava ta fullu ábyrgdina av samfelagnum, so meira kemur burturúr. Hugsast kann eisini, at loysnir, sum ikki fáa politiska undirtøku í dag, kunnu fáa undirtøku undir øðrum umstøðum.

   T.d. er tað mín fatan, at føroyski búskapurin kann geva meira av sær, enn hann ger í dag. Fyri at búskapurin skal kunna geva meira av sær krevst ein hugburðarbroyting til vinnuliga virksemið. Fiskivinnan er eitt gott dømi, har onnur atlit enn tey búskaparligu eru ráðandi. Hetta ger, at høvuðsvinna okkara ikki verður fult út rikin eftir handilsligum fortreytum. Og verður høvuðsvinnan ikki rikin eftir handilsligum fortreytum, so ávirkar tað eisini hugburðin í hinum vinnunum (og fyri tað eisini hjá tí almenna). So eitt búskaparligt potentiali er við at reka høvuðsvinnuna eftir handilsligum fortreytum.

   Yvirhøvur hevur ein miðvísur vinnupolitikkur við denti á at skapa tær røttu rammurnar fyri virkseminum og við denti á gransking í menning av vinnunum í Føroyum stóran týdning fyri, hvussu nógv kemur burtur úr búskaparliga í Føroyum. Møguleikarnir hesum viðvíkjandi eru ikki troyttir fult út í dag.

   Útlitini fyri at finna olju eru sjálvsagt eisini av sera stórum týdningi fyri livifótin í Føroyum.


Niðurstøða

Tillagingargongdin, ið stendst av, at ríkisstuðulin fellur burtur, má sostatt roknast við at gerast bæði sera víttfevnandi og sera óviss. Tær marknaðarligu fortreytirnar fyri framleiðsluøking eru at eitt nú lønartillagingar mugu fara fram áðrenn framleiðslan kann kvinka uppeftir. Marknaðartillagingar eru tó neyvan nóg mikið til at fáa livifótin uppaftur á støðið, sum vit hava í dag.

   Tað eru tó aðrir ? nakað óvissir ? møguleikar fyri at hækka livifótin. Føroyski búskapurin hevur, sum er (hóast vit fáa ríkisstuðul), møguleikar fyri at geva meira av sær. Politiskt ber tað tó kanska illa til í dag at fremja tær neyðugu broytingarnar. Um so er at vit hava fullu ábyrgdina av samfelagnum kann hugsast, at teir politisku møguleikarnir broytast. Somuleiðis kann hugsast, at vit føroyingar gerast meira eldhugaðir, um vit fáa fullveldi.

   Og síðst, men helst ikki minst, er tað møguligt at oljan kann geva okkum tað aftur, sum vit missa í livifóti, um ríkisstuðulin fellur burtur.

   Tað kann væl vera, at fólk meta sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt at hava størri týdning, enn eitt størri ella minni fall í livifóti. Tað er ein heiðurlig støða at hava. Men eg haldi, at tað hevði verið ein virðiligur politiskur boðskapur at komið við, at vilja vit hava fullveldi, mugu vit rokna við at skula stríðast fyri at fáa ein góðan livifót.

   Omanfyristandandi er skrivað út frá tí, sum eg dugi at meta í løtuni. Talan er um mína persónligu meting. Hvørki Búskaparráðið ella Hagstovan, sum eg arbeiði hjá dagliga, hava viðgjørt tað, ið eg havi skrivað. Tað kann sjálvsagt væl vera, at tað nevndararbeiði, sum landsstýrið er við at seta í verk, fer at vísa eitt úrslit, sum ger, at eg má broyta mína niðurstøðu. Tað geri eg í so fall fegin.


Bjarni Olsen