Møguleiki er hjá føroyingum at fáa stuðul til skeið, eftirútbúgvingar ol. í Bretlandi. Tað er bretski stovnurin »The British Council«, sum bjóðar umboðum úr øðrum londum at fara til Bretlands og har økja um sína vitan innan fleiri samfelagsgreinar so sum mentan, undirvísing, gransking og vísindi.
Fyri at eggja føroyingum at brúka hetta frálíka høvið vitjaði stjórin í The British Council í Danmark, Dr. Michael Sørensen - Jones í Føroyum nú um dagarnar. Hetta er fyrstu ferð hann leggur leiðina henda vegin og ætlar ikki, at hetta skal vera seinasta ferðin heldur. Bretska Ráðið í Danmark fevnir eisini um Føroyar og Grønland men viðgongur Michael Sørensen-Jones, at ov lítið hevur verið hugt eftir teimum báðum norðaru pørtunum av danska kongaríkinum. Tað er hetta hann fegin nú vil bøta um.
The British Council var stovnað stutt eftir kríggið, sum ein partur av bretska uttanríkismálaráðnum. Í dag hevur stovnurin skrivstovur í fleiri enn 100 londum, har roynt verður at økja um kunnleikan til bretskt mál og mentan eitt nú gjøgnum útbúgving- og skeiðmøguleikar.
Stovnurin, sum hevur umleið somu støðu sum BBC, fær sína játtan frá uttanríkisríkisráðnum umframt at hann eisini fær pengar frá altjóða grunnum og stovnum, sum taka sær av menning, útbúgving og arbeiði.
-Vit royna fyrst og fremst á einum hægri støði at skapa áhuga fyri bretskari mentan, og tí geva vit legat til fólk, sum longu hava eina universitetsútbúgving ella líknandi.
Í hesum sambandi hava føroyingar longu verið í Bretlandi við legati frá The British Council. Í ár hava Richard Swartson og Bjarni Mortensen havt hesi legatini. Ætlanin er at 2 føroyingar skulu fáa henda møguleikan aftur í 1999. Umsóknarbløðini skulu vera inni áðrenn 18. desember.
Talan er um eitt ára legat, sum hevur eitt virði uppá 100.000 kr. Tey, ið fáa hesi legat, eru oftani fólk, sum júst eru liðug við eina útbúgving á lærdum háskúla.
Umframt at geva føroyingum møguleika at fara til Bretlands, so ber eisini til at senda fólk úr Bretlandi til Føroya at standa fyri skeiðum ol. eitt nú til at leggja lærarum, sum undirvísa í enskum, lag á. Her kann m.a. hugsast, at serfrøðingur í enskum kemur til Føroya at greiða ensklærarum her frá teimum nýggjastu metodunum, sum verða brúktar. Eisini kann slíkur serfrøðingur lodda dýpið og vita, hvar føroyingar hava brúk fyri stuðuli ol. Sum heild verður stórur dentur lagdur á frá bretskari síðu at vaksa um áhugan fyri tí enska málinum.
Men eisini innan tónleik og list finnast møguleikar fyri at fáa stuðul. M.a. hevur Ráðið verið við til at fíggja útreiðslur hjá bretskum tónleikarum og listafólkum, sum hava verið í Føroyum. Undir vitjanini í Føroyum hitti stjórin í The British eisini umboð fyr mentanarlívið. Hann vitjaði Norðurlandahúsið, Listaskálan, Fornminnissavnið, Fróðskaparsetrið og Kristian Black. -Vit eru eisini til fyri at geva upplýsingar um mentanartiltøk og útbúgvingarmøguleikar í Bretlandi sum heild leggur Michael Sørensen-Jones aftrat.
Arbeitt verður eisini á øðrum økjum, og í næstum er Ráðið við til at fíggja eitt seminar, har granskarar úr Bretlandi og Danmark viðgera dálking í Norðsjónum. -Eg síggi fegin, at onkur føroyskur granskari kann vera við, og royni í løtuni at finna onkran. Á hesum seminari verður eisini tosað um, hvørjar verkætlanir eru í gongd og í umbúnað, og hvussu vit kunnu vera við til at stuðla teimum.
Nú tosað verður um eina komandi føroyska oljuvinnu, og spurningurin um tað menniskjansliga- og mentanarliga umhvørvið - The Human Environment - eisini verða viðgjørd í hesum sambandi heldur Dr. Michael Sørensen-Jones, at tað eisini átti at verið møguligt at tikið slíkar spurningar upp í einum samstarvi. Her hugsar hann um tær royndir, sum tey í Bretlandi hava gjørt sær á hesum øki, eitt nú hvussu ein oljuvinna ávirkar lokalsamfelagið.