Billardárið byrjar við Haldor Holm Cup

Billard: Átta teir bestu føroysku billardspælararnir hittast í Klaksvík leygardagin og sunnudagin

Nú allur vetrarítrótturin byrjar, er eisini tíð hjá øllum billardspælarum at finna køðina fram. Billardárið plagar at strekkja seg frá fyrst í oktober til síðst í mars, og sum altíð, so byrjar billardárið norðuri í Klaksvík, har átta teir frægastu spælararnir hittast til kapping um Haldor Holm steypið.

Haldor Holm sáli var ein dyggur stuðul hjá føroyska billardítróttinum, og hann var eisini ein sannur billardvinur. Mangir tilkomnir billardspælarar minnast góðar og ríkar løtur norðuri í Klaksvíkm tá Haldor sat og eygleiddi spælið og kom við sínum sermerktu viðmerkingum.

Tað verður altíð roynt at skipa kappingina so tætt sum gjørligt upp at føðingardegnum hjá Haldori. Føðingardagurin er 8. oktober, og í ár verður kappingin fríggjadagin 9. og leygardagin 10. oktober. Fríggjadagin verður innleiðandi umfarið spælt, og leygardagin er finaluumfarið so á skránni.

Sum sagt verða tað átta teir bestu spælararnir frá seinastu kapping, sum sleppa at vera við í Haldor Holm Cup. Teir, sum skulu kappast í ár, eru: Niclas Heri Jákupsson, Kristian Suni Høgnesen og Sonhard Johannesen úr Klaksvíkar Klubba, Henrik Pedersen og Bjarni Skaalum úr Kagganum, Max Rasmussen úr Tvøroyrar Klubba, Eirikur Nielsen úr Havnar Klubba og Jan Müller úr Mimir.

Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at tað er sera tætt millum hesar átta spælararnar, og teir rokna við eini góðari og harðari kapping. Kappingin endar við eini veitslu leygarkvøldið, har steypini eisini verða handað. Tað er Føroya Bjór, sum letur steyp til kappingina.