Nógvir møguleikar og sjey mál í Sumba

Fótbóltur: Klaksvíkingar vóru deydligir fyrra umfarið, men so vaknaðu teir, og enn eina ferð gekk Kurt Mørkøre undan

Setningurin hjá klaksvíkingum í Sumba var at vinna tey trý stigini og harvið vinna silvurkrónurnar, og tað eydnaðist. Men tað var eisini ein onnur dagsskrá, sjálvt um hon var eitt sindur fjald. Seinna dagsskráin var at fáa Kurt Mørkøre upp á máltindin. Kurt var enn eina ferð í hopla, hann skoraði trý mál, hann rakti tríggjar ferðir í stólparnar og tvørtræið, og hann var við í upplegginum til hini, men munurin upp til Jákup á Borg var ov stórur.


Heimaliðið var við

Veðrið var fínt í Sumba, Sólin skein, og tað var ikki so lítið av einum trupulleika fyri málverjan, sum vendi oman móti stjónum. Sólarljósið endurspeglaðist í Atlantshavinum, so tað var ikki altíð so lætt at fylgja við í tí, sum gekk fyri seg inni á vøllinum.

Sumbingar vóru væl við í fyrra umfarinum. KÍ hevði bóltin meiri, men tað tóktist sum um teir høvdu ilt við at seta seg upp, og tað gekk út yvir ferðina og harvið megnaðu teir illa at slíta seg leysar av miðvísu verjumonnunum.

Setningurin hjá Marloni Kjærbo var at halda Kurt Mørkøre frá opnum møguleikum, og tað eydnaðist væl í 1. hálvleiki.

Hóast eingi mál komu, so vóru møguleikar báðar vegir. Birgir Jørgensen hevði tríggjar møguleikar, og sumbingar raktu í tvørtræið aftanfyri Gunnar á Steig, bólturin støkk nioður í vøllin, og onkrir av heimaáskoðarunum vildu hava dómaran at døma mál, men sjónvarpsupptøkurnar vístu, at bólturin var ikki innanfyri.


Hægri ferð

Støðutalvan sigur, at klaksvíkingar eiga eitt betri fótbótlslið, enn teir eiga í Sumba, og eftir at Jóannes Jakobsen í steðginum hevði givið sínum monnum ein orduligan vals, vóru teir sum hamskiftir, og so sást munurin.

Klaksvíkingarnir fluttu seg meiri fyri hvørjum øðrum, teir lótu bóltin gera arbeiðið, og teir fingu ferð í vongspælið, sum hevur borið so nógv mál og stig við sær síðani summarsteðgin.

Teir fingu skjótt hol á. Uppspælið byrjaði hjá Gunnari á Steig, og tað endaði við, at Rógvi Jacobsen dró seg leysan í høgra borði, snaraði út frá aftur og lyfti í brotsteigin, har Kurt Mørkøre var hægstur á stútaði.

Kurt var eisini meistari fyri næsta málinum. Hann fekk tak á mitt fyri, snaraði sær á og smekkaði til, og eykamálverjin, Anfinn Thomsen, sum loysti skadda Rúna Lisberg av, hevði ikki møguleika at bjarga.

Og Kurt Mørkøre átti eisini sín lut í triðja málinum. Hann smekkaði til, málverjin hálvbjargaði, og bólturin stakk til Rógva Jacobsen, sum hesa ferð mannaði á-lopsplássið saman við Kurt Mørkøre, og Rógvi setti innaru síðuna á.

Hóast yvirvágina til klaksvíkingar, so fóru teir á heimaliðnum ongantíð niður við nakkanum. Birgir Jørgensen tóktist betri upplagdur hesa ferð, enn hann ofta hevur verið í ár. Hann hevur verið plágaður av skaðum, venjingarstøðan hevur ikki verið nakað at reypa av, og hann hevur spælt lítið. Men hesa ferð gekk væl, og umframt málið, sum hann skoraði til 1-3, tá hann kom ímillum afturlegging frá Heðini á Lakjuni, hevði hann fleiri aðrar vandamiklar royndir.

Rógvi Jacobsen økti til 4-1, tá Kurt Mørkøre stútaði innlegg úr vinstru uppá tvørs aftur, og Eirikur Joensen minkaði um munin til 2-4 eftir frísparksinnlegg úr høgru.

Síðsta málið hjá KÍ í ár skoraði Kurt Mørkøre, tá hann gjørdist leysur mitt fyri og smekkaði flatt í kassan.

Óli Holm handaði silvurkrónurnar til KÍ. Tá teir komu norður aftur vórðu spælararnir bodnir til ábit í felagshølunum, og har fingu teir at vita, at spurningurin um venjara í 1999 er ikki avgreiddur enn.

Sumbingar eiga tvey týdningarmikil vikuskifti eftir í fótbóltskappingini 1998. Tað er møguleiki fyri, at teir fara at flyta niður, men halda teir fast um góða lagi frá leygardegnum, so hava teir avgjørt møguleika fyri at varðveita plássið.