skútan kann ikki halda fram á leið síni við honum sum skipara. ORÐ sum óútrokniligur og undirgravar okkara samráðingarstøðu eru so ógvuslig, at vit eru noydd til at steðga á og spyrja, hvat tað er fyri ein [...] á flestu mál, tí hann hevur mett, at hetta tænir Føroyum best. Við øðrum orðum hevur tað eydnast okkara oljumálaráðharra at mjørkaleggja hesa vinnu og sama kann sigast um marknatrætuna. Antin fáa vit einki [...] antin verða sett út av spælinum ella fáa boð um einki at gera. TOLIN trívst sigur orðatakið. Men einki land verður bygt við at øll mál skulu bíða og tigast í hel. Hetta er ikki nøktandi fyri nakran. At løgmaður
fáa at síggja. Eftir okkara tykki er einki, sum bendir á, at ein borgarlig stjórn fer at verða fús til at ganga føroyskum krøvum á møti - nú távinstramenninar longu hava drigið í land og umrøða bankamálið
OWN COUNTRY. SOLEIÐIS dámar amerikanarum at kalla sítt egna land. Guds egna land. VIT vóru mong, sum komu til hugs alt annað enn Guds egna land, tá boðini frættust tíðliga mikumorgunin um, at staturin Texas [...] talan er jú um fólk, sum hava tikið onnur av døgum, og tí mugu tey gjalda við sínum egna lívi. Í okkara hugaheimi er hetta primitiv hugsan fyri ikki at siga hevndarhugur og einki annað. Endmálið við d [...] sum systemið ikki hevur pláss fyri. SJÁLVANDI skulu tey, ið fremja brotsverk bøta fyri hetta. Men okkara samfelag má seta til síðus resursir soleiðis at hesi fólk kunnu liva í fongslum ella á institutiónum
fiskivinnuøkinum. Alt tykist so óvist. Hetta vísir bert, hvussu viðbrekið okkara samfelag er og er hetta eisini nakað, sum okkara politikarar eiga at taka við, nú tá tað verður lagt so hart út á sjálvstýrisleið [...] Samanumtikið kemur meira inn í skatti. Gongd er í VIT hoyra um somu tíð, at skrædl er væntandi í okkara fiskivinnu. Enn hava vit so ikki fingið hetta váttað ella útgreinað. Hvat nú, um eitt slíkt skædl [...] er um, at flestu føroyingar vilja meira sjálvstýri og sjálvbjargni, men tað má ikki gamblast við okkara vælferð. Stig á sjálvstýrisleið mugu ikki verða tikin úr berari luft men byggja á trygga grund. Tí
Bretland. Vit mettu tað vera ein góðan møguleika hjá tí almennu Føroyum at gera vart við støðu okkara og ónøgd okkara við bretsku krøvini í hesum máli. Løgmaður hevur heldur valt lutvíst tøgnina og lutvíst at [...] Men tá tað frættist, at løgmaður gongur ímóti samráðingarleiðara og uttanlandsnevnd er tað skylda okkara at rópa varskó. Tá Jákup Joensen leggur javnaðarflokk undir at grugga bankamálið er hetta skeiv adressa [...] tíð hevði landsstýrið við sambandinum á odda havt møguleikan fyri at kunnað fingið hesar avtalur í land: 1. Endurgjald í bankamálinum. 2. Avtalu um skuldina og 3. Avtalu við bretar um markið. Men ístaðin
samskiftið í lag. EFTIR okkara tykki má hetta vera ein uppgáva hjá ikki bert danska uttanríkismálaráðnum men eisini hjá Føroya landsstýri og entá Amnesty. Tí einki siviliserað land - og tað mugu vit ganga [...] honum málið. Hetta er so sanniliga ikki tann viðferð, sum franskir fiskimenn, ið fiska ólógliga um okkara leiðir, fáa. Eingin ivi skal vera um, at teir, ið fiskað hava ólógliga, eiga at fáa revsing, men
leggja lunnar undir ein útvikling,ið einaferð í framtíðini skal staðfesta Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land. LANDSSTÝRISMAÐURIN í sjálvstýrismálum hevur í hyggju at leggja uppskot fyri tingið, helst longu á [...] fær meiriluta, tí tá avtornar, skal hesin meirilutin eisini tryggjast við eina fólkaatkvøðu. EFTIR okkara tykki ger samgongan tí sera kløkt við at taka andstøðu við uppá ráð longu nú fyrireikingarnar verða
Føroya. SKRÁIN fyri teir ymsu fundirnar er sera fjølbroytt og fevnir um hópin av málum, ið eisini hava okkara áhuga. M.a. verður tosað um umhvørvi, fiskastovnar, ES osfr. VIT halda tað vera bæði rætt og rímuligt [...] geva. Og farið so heimaftur og sigið frá í tykkara tingum og forummum, hvat Føroyar eru fyri eitt land, og hvat fólk her býr. Eitt ynski hava vit. Nú tit viðgera fíggjarætlaninar fyri komandi ár, skarvið
rutunetið til at umfata Danmark, Skotland og Ísland/Grønland, ja so er enn eitt land eftir, og tað er Noreg. Tað skal vera vón okkara, at tað fer at eydnast Atlantsflogi at fáa í lag fast samband við Bergen ella [...] felagið átikið sær fleiri spennandi og nýggjar uppgávur sum at flúgva til flestu av grannalondum okkara. Nú seinast eisini til Skotlands. Skotlandsflúgvingin byrjaði við framsýningartúri úr Vágum til Glasgow [...] Glasgow og Aberdeen í gjár. Hetta tiltak fara vit at frætta nærri um í vikuni, nú eitt av blaðfólkum okkara er við á hesi forvitnisligu farleið. EIN náttúrlig avleiðing av øktu samvinnuni millum Føroyar og
málið. Tí skal tað vera okkara vón, at bæði vinnu og oljumálaráðharrin taka stig til eitt orðaskifti um ikki bert spurningin, hvar ein framtíðar útgerðarhavn skal liggja, men um okkara framtíðar vinnupolitikk [...] krevur tað ikki. Men harfyri kunnu vit politiskt tosa um, hvat er best fyri land og fólk og ikki minst, hvat er best fyri okkara eftirkomarar. [...] ikki júst hetta eigur lívið í okkum í dag. Ein kann so venda tí og siga, at nettup hesir eginleikar okkara hava koyrt okkum á heysin fleiri ferðir. At øvundin hevur bara oyðilagt. Ella tú kanst velja at hugsa