meina, at ein av orsøkunum til áður nevnda er, at vit/FF, hava verið ov lítið avgjørdir, í mun til lóggávuvaldið. Nú er ein møguleiki til at gera okkara rættindir galdandi, uttan at slaka ein tumma. Hetta [...] gravarbakkanum. Sum kunnugt hava føroyskir fiskimenn ein av bestu sáttmálum í heiminum, men allíkavæl hava familjumenn ikki ráð at liggja heima ein túr, sjálvt um teir hava baldrast á havinum í 3/4 ár [...] fara í verkfall o.a. um eitt fimmoyra ella ein hálvan tíma yvirtíð. Úrslitið síggja vit so aftur við, at vit ikki eru kappingarførir á landi. Harvið verður ein stórur partur av okkara ráfiski útfluttur
-Men hevur løgmaður spurt seg fyri hjá tær, áðrenn hann tók hesa avgerð? -Eg havi onga viðmerking. -Men er tað ikki at meta sum ein degradering av tær og tínum arbeiði, tá tú nú verður settur frá sum formaður [...] -Nei tað er beint tvørturímóti. Eg havi jú víst á, hvussu stóran dent eg leggi á at fáa marknamálið loyst og hvussu stóran prioritet tað skal hava. Henda avgerð er bert ein staðfesting av tí. Løgmaður sigur [...] hvørji landgrunnsøki møguliga skulu bjóðast út við skili, soleiðis at ein ikki ger nakað, sum setir okkum verri í marknamálinum. -Hetta er ein stór uppgáva, sum Árni Olafsson skal standa fyri. Edmund Joensen
forsvarliga fisktitrýst, annað er er at fáa ein fiskiflota, sum í stødd svarar til veiðumøguleikarnar. Triðja er at hava kappingarføran fiskiídnað, og ikki minst, at ein størri partur av veiðuni verður landað [...] Spurningurin um at viðgera Fiskavirking, sum var ein partur hjá Fíggingargrunninum fyri fleiri árum síðan, og til Framtaksgrunnin og Fiskavirking í dag, er ein long søga, sum hann ikki heldur hóskar á hesum [...] slag av samstarvsskipan, enn vit hava í dag? - Einki broytist við bert at seta aðra lóg í gildi, men meira áhugavert kundi verið at tosa um, hvat ein nýggj lóg í innihaldi skuldi snúð seg um. - Eg dugi
rini hevur verið, at eg havi ikki verið í toppformi. Eg havi manglað júst tað síðsta sum skal til fyri at gera seg galdandi, og tað er fyri ein stóran part komið av, at eg havi havt nógvar smáar skaðar [...] Kvívík og arbeiði í Havn. Tað hevði verið ómetaliga trupult hjá mær at vant í B68 komandi ár, og tí havi eg valt HB fram um, sigur Súni Fríði Johannesen við Ítróttarsosialin. Tað er ikki tað, at eg ætli [...] Fríða Johannesen í kappingini í 1995, tá fyrrverandi B68-arin eisini gjørdi 24 mál. Fyri meg er tað ein veldug avbjóðing bara at fara í HB at spæla, tí har er sera stór kapping um plássini. Fyrsta málið
uppá. Tí heldur, at ein pens-sjónsskipan er harðliga tiltrongd hjá fiskomonnum. Hann vónar tí, at tingmenn taka undir við Javnaðarflokkurin og seta ein part av skattalættanum í ein pensjónsgrunn. Hevði [...] Føroyum, og betala skatt her. Men eins og onnur, sum fara uttanlands, og tí eru ein bólkur uttanfyri samfelagið, sum vinna pening til samfelagið, eru fiskimenn eisini ein bólkur uttanfyri samfelagið. Tí [...] ferð, eg havi sett fótin á skipsdekk, havi eg følt tað, sum um eg eri farin uttanlands, tí vit eru burtur frá øllum, báði persónliga og sosialt. Tí hava vit eisini rætt at verða viðgjørdur, sum ein bólkur
limir sínar í FA, og at hennara einasta dygd var at brúka munn sín. Um Óla Jacobsen havi eg hug at siga, at hann man vera ein tann størsti pragmatikari og tí eisini opportunistur sum í hesum landi gongur, og [...] síðu upp og síðu niður. Tó var orðavalið í løgtinginum týsdagin ikki tað penasta, og havi hoyrt. Um Ingeborg Vinther havi eg hug at siga, at hóast hon sigur nógv, og kanska eitt sindur ov nógv viðhvørt, so [...] øðrum mangt og hvat. Men eg haldi, at Óli Jacobsen fór út um øll sømilig mørk, og var tað hann segði ein jánkaslig roynd at fjala út yvir egna avmakt. Óli Jacobsen ákærdi Ingeborg Vinther fyri als einki at
siga, at havi eg havt eina fríløtu, so havi eg ofta sitið og skrivað, tí givið er, at tað er ikki løtuverk at skriva tílíkar bøkur. ? Eg haldi meg tí eisini kunna siga, at sjálvt um eg ikki havi búð við [...] við Gjógv nú í hálva øld, so havi eg í grundini gjøgnum skriving mína verið her alla tíðina. ? Hóast bøkurnar eru stórar í vavi, so havi eg tó av ráddum huga valt at nevna tær Úr Gjáar søgu, eisini ta 3. [...] fjálturstungin. Atvoldirnar til tess eru jú fleiri. Ein er tann, at eg eri væl vitandi um, at tað eru fleiri Gjáarfólk, ið saktans kunnu skriva Gjáar søgu, og so havi eg kanska órógvað arbeiði teirra, men nú vendst
vil hann, eins og Konservativi og Vinstriflokkurin í Danmark, geva Nyrup skyldina fyri at hava gjørt ein brølara, men vit mugu ikki gloyma, at Óli Breckmann í samstarvi við teir Konservativu, eins og Sam [...] tosa meira frítt og vísa ein góðan vilja, hóast trupulleikarnar. - Hann spurdi, hvat eg helt um at hann vildi hitta fólk í Javnaðarflokkinum, so vit kundu tosa um tingini? - Nú havi eg sum kunnugt skrivað [...] teirra hugsan um vitjanina. Eitt nú hevur Óli Breckmann og Fólkaflkkurin víst sína ónøgd við vitjanina, eins og Sjávstýrisflokkurin í skrivi í dag sigur, at flokkurin ikki vil hitta forsætisráðharran, tá hann
fiskivinnuni betri? Ja, hetta er ein stuðul til fiskivinnuna og í so máta ger tað kappingarførið betri? Men í Sosialinum í gjár heldur ein samfelagsfrøðingur, sum hevur ein slíka støðu í samfelagnum, at hann [...] uppskotið, kann hann ikki siga akkurát, hvussu tað fer at ávirka búskapin. Men er ætlanin at geva ein skattalætta, uttan at taka hann innaftur frá øðrum samfelagsbólkum, er tað ikki búskaparliga skilagott [...] Sigurd Poulsen. Skuldu hedur tátta í enn at slaka Sigurd Poulsen sigur, at sjálvur skattalættin er ein slaking í fíggjarpolitikkinum ?Og eg haldi ikki, at tað er rætt at slaka nú. Sigurd Poulsen sigur,
Hetta er heilt fantastiskt. Hetta er ringasta lortaspann, eg havi fingið omanyvir meg øll tey 50 árini, eg havi verið fiskimaður og útróðrarmaður. Útróðrarmenn um alt landið eru fúkandi óðir, og harmir [...] í Meginfelag Útróðrarmanna eitt hálvt mannaminni, er ein teirra, sum rættiliga hevur tikið sær tykni av útspillingini hjá Birni á Heygum. Eg havi nú verið á sjónum í yvir 50 ár. Og tað hevur mangan leikað [...] hart á. Men eina slíka lortaspann, havi eg aldrin fingið omanyvir mín kropp. Hetta hava útróðrarmenn ikki uppiborið. Hetta er tað fúlasta, og tað ljótasta, eg havi sæð á prenti um føroyska útróðrarmannin