Føroyska rækjuvinnan stendur á einum gravarbakka í dag. Verður einki munagott gjørt nú, fer hendan vinnan í søguna. Tað er harmiligt, tí vinnan tyngir ikki um grunnar okkara, men er hetta ein vinna, sum við áhaldandi treystni, er upparbeidd síðan 1969, tá ið føroyingar, sum teir fyrstu, royndu seg í hesi vinnu.
Eingin torir, ella hevur ráð, at gera nýíløgur í hesa vinnu. Eitt rækjuskip er farið úr flotanum í ár. Eitt hevur skift navn og hini rilla á gravarbakkanum.
Sum kunnugt hava føroyskir fiskimenn ein av bestu sáttmálum í heiminum, men allíkavæl hava familjumenn ikki ráð at liggja heima ein túr, sjálvt um teir hava baldrast á havinum í 3/4 ár.
Tá uppgerðin einaferð kemur, einar 2 mánaðir eftir at teir eru heimkomnir og skattur o.a. er tikið av, eru teir bert javnfríðir, um væl stendur til.
Hetta er ikki at bjóða fólki í hesum tíðum, hvar so nógv tilboð eru á landi. Tað vísir seg eisini, at ungir menn fara ikki á sjógvin í dag, uttan teir als einki finna á landi. Hetta viðførir, at tað er ikki tað best roynda fólkið, ið vil fara á sjógvin, sum so aftur ger at skip okkara ikki verða mannaði so effektivt, sum tey kundu verið. Men teir fara harafturímóti við skipum hjá okkara grannatjóðum, sum hava forstáilsi fyri sjófólki og langt síðani hava givið teimum ymsar sømdir + ein fleiri ferðir størri skattalætta enn her er talan um.
Hetta at so Ingeborg og Karl ætla í verkfall, tí okkum stendur í boði hesar sjálvsøgdu sømdir, er púra óhoyrt. Hetta er als ikki til nakran sóma fyri tey, og vit duga als ikki at skilja hetta, tí tey skuldu jú sum so verið okkara stuðlar.
Hví fóru tey ikki í verkfall, tá t.d. timburmenn fingu ein stóran skattalætta, tá ið teir fóru av landinum at arbeiða? Nei, tá hoyrdist ikki eitt graml. Vit meta okkum at verða í somu støðu sum teir, ella langt verri.
Sum kunnugt, eru fiskimenn frá øðrum tjóðum, t.d. Noreg, Canada og Ísland, ið vit liggja og veiða saman við, nógv betur fyri enn vit á øllum økjum.
Viðurskiftini hjá okkum eru so vánalig eftir hondini, at tað verður verri og verri at manna skipini. Vit meina, at ein av orsøkunum til áður nevnda er, at vit/FF, hava verið ov lítið avgjørdir, í mun til lóggávuvaldið. Nú er ein møguleiki til at gera okkara rættindir galdandi, uttan at slaka ein tumma.
Hetta kemst kanska eisini av at sjófólk eru eitt lítið sigandi fólk, og sum ofta ikk gera nakran háva burtur úr sær, og tó sjálvdan kemur í fjølmiðlarnar við sjónarmiðum fyri søk okkara.
Eru tað verkafólk á landi, so eru tey beinanvegin villig til at fara í verkfall o.a. um eitt fimmoyra ella ein hálvan tíma yvirtíð. Úrslitið síggja vit so aftur við, at vit ikki eru kappingarførir á landi. Harvið verður ein stórur partur av okkara ráfiski útfluttur óvirkaður.
Sjálvsagt bakka vit uppskotinum upp, við vón um, at tað kemur ígjøgnum, uttan ov nógvar skerjingar og turbulens.
Ein ting ið aðrir vinnubólkar ganga serstakliga høgt uppí, er, at teirra frítíð og rættindir ikki verða rørd á nakran hátt, sum t.d. at krevja yvirtíð, um arbeiðið byrjar kl. 07.00 á morgni, ístaðin fyri kl. 08.00 osfr.
Hjá okkum er hetta heilt øðrvísi. Fara vit at rokna tímalønina út umborð, so verður hon ofta ógvuliga lág, í mun til uppi á landi, og burdi hetta tí verið eitt av teimum størstu viðmælunum til skattalætta.
Sum kunnugt er arbeiðstíðin soleiðis umborð hjá okkum:
1. Vit ganga 6 og 6, so vanligur arbeiðsdagur er 12 tímar, 7 dagar um vikuna. T.v.s. minimum 84 tímar um vikuna. Her er einki, ið eitur yvirtíðarískoyti.
2. Fyriuttan 84 tímar arbeiðsviku, búgva vit á arbeiðsplássinum og hava 24 tímars tilkallivakt, tá ið t.d. trolið er skrætt, ella aðrir trupulleikar stinga seg upp.
3. At vit liggja úti á opnum havi ein stóran part av árinum, gera vit jú lítla og onga nýtslu av teimum rættindum/service, eitt vælferðarsamfelag bjóðar sínum borgarum.
4. Vit hoyra ikki útvarpið, men mugu gjalda fyri at áa 4 A4 síður um vikuna við teimum neyvastu tíðindunum. Eisini mugu vit gjalda fyri at fáa sjónvarpstíðindini á bandi, og tá eru tað tíðindi, sum vóru at hoyra fyri ca. tveimum mánaðum síðani. Omaná alt hetta mugu vit gjalda fult útvarps- og sjónvarpsgjald heima.
Vit kundu blivið við at ført ymiskar missir upp, sum t.d. ov lítið samband við familjuna og at vit liva í hægsta vandabólki o.s.fr.
Á henda hátt vilja vit heita á allar løgtingslimir um at geva hesum álvarsuppskoti tykkara fullan stuðul, og ikki lata tykkum tøla av hóttanum um verkfall v.m.
Heilsanin er frá
manningunum á rækjubátum á fjarleiðum