Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, fer mánadagin til Washington at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump.
Tað skrivaði Zelensky á sosiala miðlinum X.
Ukrainski forsetin fer at hitta Trump fyri at “umrøða allar smálutir viðvíkjandi at enda drápini og kríggið”, skrivar hann.
Zelensky skrivaði eisini, at Ukraina tekur undir við uppskotinum hjá Trump um at hava ein fund, har bæði Ukraina, Russland og USA eru umboðað.
Í gjár hitti Donald Trump russiska forsetan. Tey bæði hittust í amerikanska statinum Alaska.
/Ritzau/