Rætt at seta hámark á fyri at fáa skattalætta

­ Tað er rættvísari at seta hámark á, so at tað verða tær lágu fiskimannalønirnar, sum fáa ágóðan. Tað hevði eisini verið rætt at sett ein part av skattalættanum í pensjónsgrunn, sigur næstformaðurin í Fiskimannafelagnum

 

 

­ Eg taki heilt avgjørt undir við, at ein partur av ætlaða skattalættanum til fiskimenn fer í ein pensjónsgrunn.

Tað sigur Eyðun Johannesen, næstformaður í Fiskimannafelagnum.

Táið ætlaði skattalættin var til viðgerðar í tinginum mánadagin, legði formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard nakað nýtt fyri dagin, táið hann skeyt upp at seta ein part av skattalættanum í ein pensjónsgrunn.

Tað hevði tænt tveimum endamalum, helt tingmaður-in:

­ Í fyrsta lagi eru pensjónsviðurskiftini hjá fiskimonnum sera vánalig við tað, at teir hava onga pensjónsskipan.

­ Ikki minst eru teir illa

fyri, táið hugsað verður um, at sjólívið er so strævið, at fiskimenn verða mangan noyddir at leggjast upp í hampiliga góðum árum.

­ Í øðrum lagi er fíggjarpolitikkurin hjá landsstýrinum so so linur, at handilsjavnin er við at geva undirskot aftur.

­ Og fer allur skattalættin til forbrúk, setir tað enn meiri ferð á negativu gongdina í búskapinum, heldur Jóannes Eidesgaard.

Verður skattalættin tí settur í pensjónsgrunn, fer hann ikki til forbrúk, men verður ístaðin brúktur til eitt stórt, sosialt framstig fyri fiskimenn.


Roynt í fleiri ár

Hesin tekur næstformaðurin í Fiskimannafelagnum, Eyðun Johannesen á Oyrabakka, fult undir við.

Hann sigur, at sjálvur hevur hann í fleiri ár roynt at fáa fiskimannafelagið at arbeiða fyri eini pensjónsskipan fyri fiskimenn, men higartil hevur hann fingið undirtøku og onki er komið á skaftið.

Hann hevur eisini reist málið, nú uppskotið um skattalætta kom fyri.

Hann sigur, at fiskimenn eru heilt illa fyri til pensjón.

­ Nógvir noyðast at gevast við sjólívinum á góðum árum og noyðast tá at finna sær annað arbeiði, rógva út, ella okkurt tílík.

­ Men tað er ikki altíð so lætt, og mangan er so bara avlamisrentan at dúva uppá.

Tí heldur, at ein pens-sjónsskipan er harðliga tiltrongd hjá fiskomonnum.

Hann vónar tí, at tingmenn taka undir við Javnaðarflokkurin og seta ein part av skattalættanum í ein pensjónsgrunn.

­ Hevði enntá eitt lítið sindur verðið sett í pensónsgrunnin so gongd kom á hann, um ikki annað, sigur hann.

­ Tað hevði verið eitt veldugt framstig, tí vit hava rættiliga stóran tørv á eini pensjónsskipan.

­ Men tað hevði eisini verið sera gagnligt fyri samfelagsbúskapin, sum hevur gingið skjótt tann skeiva vegin í seinastuni, og nærkast nú einum undirskoti á handilsjavnanum, sigur Eyðun Johannesen.

Hann vísur tí aftur, sum Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri, førir fram um, at tað hevði blivið alt ov fløkt og trupult, at sett ein part av skattalættanum í pensjónsgrunn, so at tað bar ikki til

­ Skattakønir, eg havi tosað við, siga, at tað letur seg væl gera, sigur næstformaðurin í Fiskimannafelagnum.


Rættvíst at seta loft á

Eyðun Johannesen er eisini fyri uppskotinum hjá Jóannesi Eidesgaard um at seta hámark á, so at tað verða tær lágu inntøkurnar, sum fáa skattalættan og at tær høgu inntøkurnar ikki fáa skattalætta.

­ Vit hava ikki tosað um tað í nevndini í Fiskimannafelagnum.

­ Men eg eri næstan vísur í, at varð málið tikið upp, hevði nevndin verið fyri at sett loft á, so at tað vera tær lágu inntøkurnar, sum fáa skattalættan, sigur Eyðun Johannesen.

­ Í hvussu so er hjá teimum, sum sigla við føroyskum skipum, leggur hann afturat

Hann sigur, at afturfyri kundi skattalættin eisini umfata inntøkur frá Lønjavningargrunninum, tí tær hava mest brúk fyri tí.

Sjálvur heldur hann, at loftið eigur at verða uppá einar 300.000 - 350.000 krónur

Annars tekur hann fult undir við at fiskimenn fáa skattalætta.

­Aðrir føroyingar, sum fara uttanlands, fáa skattalætta, fyri at teir skulu blíva búgvandi í Føroyum, og betala skatt her.

­Men eins og onnur, sum fara uttanlands, og tí eru ein bólkur uttanfyri samfelagið, sum vinna pening til samfelagið, eru fiskimenn eisini ein bólkur uttanfyri samfelagið.

­ Tí eisini vit siga farvæl til alt sosialt í Føroyum, hóast vit bara fara út á landgrunnin at vinna pening til samfelagið.

­ Hvørja ferð, eg havi sett fótin á skipsdekk, havi eg følt tað, sum um eg eri farin uttanlands, tí vit eru burtur frá øllum, báði persónliga og sosialt.

­ Tí hava vit eisini rætt at verða viðgjørdur, sum ein bólkur uttanfyri samfelagið. Sigur Eyðun Johannesen.

­ Men sjómenn eru ein so náttúrligur partur í samfelagnum, at hetta hugsa fólk ikki um, sigur hann.