donsku myndugleikarnar um at gera somu broyting til fólkatingsvalið. - Tann broytingin verður eisini framd í donsku lógini, men nú er so stutt til fólkatingsval, at tey náa ikki at gera broytingina áðrenn [...] Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Heilsu- og Innlendismálaráðnum upplýsir, at broytingin er gjørd eftir áheitan frá Kunoyar kommunu um at strika Haraldssund sum valstað. Seinast ein broyting bleiv framd í valstøðum [...] nr. 72 frá 14. mai 2019. Sirið Stenberg hevur undirskrivað kunngerðina, ið fær gildið dagin eftir, at hon bleiv kunngjørd. Tað vil siga í dag. Til seinasta løgtingsval høvdu 51 persónar atkvøðurætt í
bendir á, at 07 Vestur hevur sett sær fyri, at steðgurin í næstbestu deildini ikki skal vera langur. Í fjør flutti 07 Vestur niður, og nú trý umfør eru farin, fer tað at líkjast tann vegin, at 07 Vestur [...] Vestur fer at leggja seg á kós ímóti uppflyting. Í dag høvdu teir í Vágum vitjan av B68, sum í fjør var akkurát ov stutt í kappingini at vinna uppflyting. Heimaliðið vann 4-2 eftir hálvleiksstøðuna 3-1. Eirikur
føroyska miðlaheiminum at kjakast, um føroysku miðlarnir megna at røkja sína journalistisku og fólkaræðisligu uppgávu á einum fakliga forsvarligum stigi. Síðan fara politikarar at kjakast um støðuna hjá [...] føroyska fjølmiðlalandslagið nóg fjølbroytt? Hava fjølmiðlarnir eina framtíð, ella eru miðlarnir við at tódna burtur í einki? Er tørvurin á føroyskum fjølmiðlum minkandi? Føroysk Miðlafólk skipa fyri almennum [...] út í, hvørjar og hvussu nógvar miðlar vit skulu hava í Føroyum. Eisini verður høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar. Í fyrra panelinum eru: Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpi Føroya Eirikur Lindenskov
Lyklaspælarin hjá B36 væntar ikki, at hann verður tøkur til steypafinlauna, sum verður 25. august móti HB. - Tú skal aldrin siga aldrin, men tað er sera sannlíkt, at eg ikki verið klárur til steypafinaluna [...] gjørdi mun beinanvegin Hann skal í næstum undir skurð, har læknar skulu hyggja nærri at brotinum. Tað er ein møguleiki, at tað tekur upp til tvey ár, áðrenn miðvallarin aftur kann spæla við fullari ferð. [...] líknandi skaði í minsta lagi í seks vikur. Nú fari eg til Danmarkar til skanning, men eg vænti ikki, at eg verið klárur, sigur Lukasz Cieslewicz við in.fo. Í fleiri ár hava Lukasz Cieslewicz og Róaldur Jakobsen
Lervig og hini sum varða av KÍ er tað ein góð løn at fáa fyri nógv tøk, og nógv stríð at felagið vinnur seg víðari í Europa League. Tummas Lervig viðgongur tó, at tað stóð sera nógv á honum tá Birkirkara minkaði [...] munin til 1-2. Kristian Joensen staðfestir, at KÍ enn ikki hevur tapt ein evropeiskan dyst í Gundadali í Havn, og hann leggur eina við, at søguligi sigurin fer at verða feiraður í Klaksvík í kvøld við nógvum
rættiliga ferð á, og í endaspurtinum vístu tøkini hjá teimum í bláa bátinum at vera so mikið dygg, at tað væl og virðiliga eydnaðist at taka Falkin. Fjarstøðan millum tveir teir fremstu var tað mesta av einari [...] Leingi sá tað út til, at róðurin fór at verða heilt kiksaður hjá teimum av Argjum, men smátt um smátt løgdu tær framat í kappingini um heiðursmerkjaplássini. Blikur var tætt við at vinna næstfremsta plássið
líkindini eru vánalig, sigur ferðslusamskiparin. Hann sigur, at Teistin hevur siglt ein túr aftur og fram, men hann liggur stilt nú. Teir hava vónir um at loysa aftur úr Skopun beint eftir døgverða, men tað er [...] men teir eru loystir nú. Men Heri Norðberg sigur, at fær Smyril ikki siglt 12-14 míl, tæna teir ongum endamáli, tí Smyril skal sigla skjótari fyri at teir tálma rullinum. Ternan siglur onkrar túrar í dag [...] hjá Strandferðsluni darvað av veðrið. Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at nakrir bátar hava siglt í morgun, men hann væntar fleiri avlýsingar seinni, tí tá er sjóvarfallið heldur
var 2 miljónir tons, sum er 11 prosent lægri enn í 2017. Jan Arge Jacobsen sigur, at svartkjaftur var at síggja so at siga í øllum kanningarøkinum, burtursæð frá økjunum við køldum sjógvi í Eysturgrønlandi [...] sigur, at vísitalið fyri makrel var 6,2 miljónir tons í ár, sum er ein lækking á 40 prosent í mun til í fjør og 30 prosent lægri enn miðal seinastu fimm árini. - Tað var serliga í grønlendskum øki, at minkingin [...] prosentum í 2018 niður í 4,5 miljónir tons. Útbreiðslan av sild var eins og undanfarin ár. Mest var at síggja í økjunum í ein útnyrðing úr Føroyum og eystan-og norðan fyri Ísland. - Nøgdin av svartkjafti
staðfestir, at tær í SÍ royna at enda árið væl, og dysturin og sigurin í kvøld hjálpti væl í so máta. 3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við hjálparvenjaran hjá KÍF, Jákup Fjallsbak sum viðgongur, at tað [...] tað gekk als ikki eftir ætlan hjá KÍF í dystinum í kvøld. Hann slær tó fast, at KÍF ætlar sær í FM-finalurnar, og KÍF ætlar at vinna teir tríggjar dystirnar sum eru eftir í grundspælinum. [...] SÍ helt lív í tí lítla matematiska møguleikanum hjá Mjølnir at hála inn á KÍF í stríðnum um annað FM-finaluplássið í meistaradeildini hjá kvinnum. Hóast tær vóru aftanfyri 1-2 í settum komu sørvágskvinnur
um, at vit fáa tvey nýggj og dugnalig starvsfólk, ið hava røttu førleikarnar til hesa týðandi uppgávu, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. - Vit gleða okkum at koma í gongd við at skipa [...] millum annað hevur samskipað tiltakið 'Heystfagnaður á Eiði' fyri Eiðis Kommunu. Alda var eisini við til at stovna og arbeiða á kaffistovuni í Saksun, ið lat upp í fjørsummar. Johan Pauli og Alda taka við størvunum [...] størvunum 1. apríl 2018. Út við 100 umsóknir vóru til størvini. Uppgávan hjá menningardeildini verður at menna innlendis ferðavinnuna í Føroyum. Uppgávan hjá Visit Faroe Islands framyvir verður sostatt tvíbýtt: