- Úrslitini frá felags kanningum av uppsjóvarfiski í eystara parti av Norðuratlantshavi vísa niðurgongd í øllum trimum uppsjóvarstovnunum, makreli, sild og svartkjafti.
Tað sigur Jan Arge Jacobsen, sum hevur skrivað frágreiðing um kanningina.
Hetta er ein altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Grønlandi, og Tróndur í Gøtu varð leigaður til føroysku kanningarnar.
- Úrslitini frá eystara parti av Norðuratlantshavi í summar vísa eina afturgongd í øllum trimum uppsjóvarstovnunum, makreli, sild og svartkjafti.
Jan Arge Jacobsen sigur, at vísitalið fyri makrel var 6,2 miljónir tons í ár, sum er ein lækking á 40 prosent í mun til í fjør og 30 prosent lægri enn miðal seinastu fimm árini.
- Tað var serliga í grønlendskum øki, at minkingin var stór, men eisini í íslendskum øki var ein lutfalsliga stór minking, meðan minni munur var í eystara parti av kanningarøkinum.
Fyri norðhavssild lækkaði vísitalið við 24 prosentum í 2018 niður í 4,5 miljónir tons. Útbreiðslan av sild var eins og undanfarin ár. Mest var at síggja í økjunum í ein útnyrðing úr Føroyum og eystan-og norðan fyri Ísland.
- Nøgdin av svartkjafti hevur verið kannað síðani 2016 í hesum kanningum. Vísitalið fyri svartkjaft var 2 miljónir tons, sum er 11 prosent lægri enn í 2017.
Jan Arge Jacobsen sigur, at svartkjaftur var at síggja so at siga í øllum kanningarøkinum, burtursæð frá økjunum við køldum sjógvi í Eysturgrønlandi og norðan fyri Ísland.