Tað er okkurt, sum bendir á, at 07 Vestur hevur sett sær fyri, at steðgurin í næstbestu deildini ikki skal vera langur.
Í fjør flutti 07 Vestur niður, og nú trý umfør eru farin, fer tað at líkjast tann vegin, at 07 Vestur fer at leggja seg á kós ímóti uppflyting.
Í dag høvdu teir í Vágum vitjan av B68, sum í fjør var akkurát ov stutt í kappingini at vinna uppflyting.
Heimaliðið vann 4-2 eftir hálvleiksstøðuna 3-1.
Eirikur Magnusarson, sum í fjør taldist millum berandi kreftirnar á Suðuroyarliðnum, setti hol á fyri 07 Vestur longu í sjeynda minutti, og ein annar av teimum, sum í fjør var millum berandi kreftirnar á Suðuroyarliðnum, Heri Kjærbo, staðfesti sigurin, tá ið hann tíggju minuttir undan leikloki skoraði til 4-2.
Veteranurin Debes Danielsen javnaði fyri B68 til 1-1, tá ið eitt stórt korter var farið, og tveir minuttir seinni legði Solomon Kwao heimaliðið í Sørvági framum 2-1. Tríggjar minuttir seinni økti Ragnar Weihe um munin til 3-1, sum var hálvleiksstøðan.
Tá ið ein tími var farin, minkaði Bárður Ó. Jensen um munin til 3-2, og so var tað heilt spennandi í tjúgu minuttir, inntil Heri Kjærbo staðfesti heimasigurin.
07 Vestur hevur eftir trý umfør sjey stig, meðan B68 hevur fýra stig.
Í fjórða umfari skal B68 spæla á heimavølli ímóti Skála, og 07 Vestur skal spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.