Aftur í dag er nógv sigling hjá Strandferðsluni darvað av veðrið. Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at nakrir bátar hava siglt í morgun, men hann væntar fleiri avlýsingar seinni, tí tá er sjóvarfallið heldur ikki til vildar hjá fleiri av skipunum.
Hann hevur ligið eystan eftir við nógvum vindi í fleiri dagar, og aldan er rættiliga stórt, hon hevur fleiri ferðir verið yvir sjey metrar hesar dagarnar, so líkindini eru vánalig, sigur ferðslusamskiparin.
Hann sigur, at Teistin hevur siglt ein túr aftur og fram, men hann liggur stilt nú. Teir hava vónir um at loysa aftur úr Skopun beint eftir døgverða, men tað er við fyrivarni.
Smyril sigldi ikki í gjárkvøldið, og fyrsti túrur hjá honum verður úr Havn klokkan 13 í dag. Hann fer norður aftur klokkan 17, men so verður ikki siglt meiri í dag, tí seinni er sjóvarfallið ikki til vildar, og tá eru ring líkindi bæði eystan fyri og vestan fyri.
Smyril hevur havt trupulleikar við tí eina stabilisatorinum, men teir eru loystir nú. Men Heri Norðberg sigur, at fær Smyril ikki siglt 12-14 míl, tæna teir ongum endamáli, tí Smyril skal sigla skjótari fyri at teir tálma rullinum.
Ternan siglur onkrar túrar í dag, men seinni í dag verður tað eisini ein trupulleiki við nólsoyarsiglingini. Ritan fer neyvan í Fugloy í dag, men fer bara at sigla á Eiði í Svínoy. Men Sildberin siglur ikki yvirhøvur, í dag.