Nýstovnaða menningardeildin hjá Visit Faroe Islands hevur sett ein menningarleiðara og menningarsamskipara í starv. Johan Pauli Helgason, sum er útbúgvin stjórnmálafrøðingur á Københavns Universitet, er settur sum menningarleiðari, og Alda Egilstrøð Magnussen, sum hevur lisið ferðavinnuleiðslu á University of Surrey, er sett sum menningarsamskipari.
- Vit fegnast um, at vit fáa tvey nýggj og dugnalig starvsfólk, ið hava røttu førleikarnar til hesa týðandi uppgávu, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
- Vit gleða okkum at koma í gongd við at skipa innlendis ferðavinnuna og soleiðis brynja okkum til framtíðina.
Johan Pauli hevur seinastu fýra árini starvast sum fulltrúi á Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, har hann hevur havt ábyrgd av ferðavinnuøkinum. Áðrenn tað starvaðist Johan Pauli í trý ár sum fulltrúi á Almannamálaráðnum.
Alda hevur arbeitt á Visit Tórshavn í eitt ár. Hon hevur eisini royndir innan samskipan, har hon millum annað hevur samskipað tiltakið 'Heystfagnaður á Eiði' fyri Eiðis Kommunu. Alda var eisini við til at stovna og arbeiða á kaffistovuni í Saksun, ið lat upp í fjørsummar.
Johan Pauli og Alda taka við størvunum 1. apríl 2018. Út við 100 umsóknir vóru til størvini.
Uppgávan hjá menningardeildini verður at menna innlendis ferðavinnuna í Føroyum. Uppgávan hjá Visit Faroe Islands framyvir verður sostatt tvíbýtt: ein menningardeild, ið tekur sær av innlendisøkinum og ein marknaðardeild, ið framhaldandi fer at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál uttanlands. Leiðsla og nevndarsamanseting í felagnum er óbroytt.
Á myndini síggjast Alda Egilstrøð Magnussen og Johan Pauli Helgason.