Avgerandi bóltar og samrøður: SÍ-KÍF 3-2 (Rás2)

(Rás2) Hoyr Sissal Ellefsdóttir, liðskipara hjá SÍ og Jákup Fjallsbak, hjálparvenjara hjá KÍF seta orð á fimmsettaran

SÍ helt lív í tí lítla matematiska møguleikanum hjá Mjølnir at hála inn á KÍF í stríðnum um annað FM-finaluplássið í meistaradeildini hjá kvinnum.

 

Hóast tær vóru aftanfyri 1-2 í settum komu sørvágskvinnur sterkt aftur á heimavølli og vunnu 3-2 á KÍF, sum bara fekk eitt stig við sær til Kollafjarðar aftur. 

 

Settmunurin í dystinum millum SÍ og KÍF gjørdist 26-28, 25-23, 17-25, 25-23 og 15-6.

 

Fleyr er greitt oddalið við 33 stigum. Nummar tvey er KÍF við 21 stigum. Nummar trý er Dráttur við 15 stigum, nummar fýra er Mjølnir við 14 stigum, TB er nummar fimm við 13 stigum og SÍ er aftast við 12 stigum.

 

TRÝST á PÍLIN undir báðum MYNDUNUM, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr Óla G. Samuelsen, frásøgumann hjá Rás2 siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Viðmerkjari var flogbóltslegendan, Jón Nielsen sum fyri stuttum vann steypakappingina saman við SÍb.


2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við liðskiparan hjá SÍ, Sissal Ellefsdóttir sum staðfestir, at tær í SÍ royna at enda árið væl, og dysturin og sigurin í kvøld hjálpti væl í so máta.


3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við hjálparvenjaran hjá KÍF, Jákup Fjallsbak sum viðgongur, at tað gekk als ikki eftir ætlan hjá KÍF í dystinum í kvøld. Hann slær tó fast, at KÍF ætlar sær í FM-finalurnar, og KÍF ætlar at vinna teir tríggjar dystirnar sum eru eftir í grundspælinum.