Formaðurin og stadionspeakarin stórfegnast (FM1)

(FM1) Hoyr Tummas Lervig, formann í KÍ og Kristian Joensen, stadionspeakara seta orð á sigurin hjá KÍ í Europa League

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein sera hásan og kenslubornan formann hjá KÍ, Tummas Lervig aftaná KÍ á fyrsta sinni vann seg víðari í einari evropeiskari kapping, tá KÍ vann 2-1 og samlað 3-2 á Birkirkara úr Malta.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við "hin" Kristian Joensen hjá KÍ, stadionspeakaran hjá KÍ, Kristian Joensen, ið eisini var rættiliga hásur.

 

Fyri Tummas Lervig og hini sum varða av KÍ er tað ein góð løn at fáa fyri nógv tøk, og nógv stríð at felagið vinnur seg víðari í Europa League. Tummas Lervig viðgongur tó, at tað stóð sera nógv á honum tá Birkirkara minkaði um munin til 1-2.

 

Kristian Joensen staðfestir, at KÍ enn ikki hevur tapt ein evropeiskan dyst í Gundadali í Havn, og hann leggur eina við, at søguligi sigurin fer at verða feiraður í Klaksvík í kvøld við nógvum fýrverki. Hann gleðir seg til dystin ímóti Zalgiris úr Litava komandi týskvøld, og hevur góðar vónir.

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málunum í dystinum millum KÍ og Birkirkara, og viðmerkingarnar hjá André Olsen hoyrast HER

 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen hoyrist HER

 

Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Ólav Niclasen og Kristian Joensen hjá KÍ hoyrast HER

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Jákup Ósá frá bolt.fo og nordlysid.fo hoyrist HER