Lukasz: Eg spæli helst ikki steypafinaluna

Tað er sannlíkt, at Lukasz Cieslewicz ikki verðu tøkur til steypafinaluna

Lukasz Cieslewicz er í løtuni á veg til Danmarkar, har hann skal skannast í samband við knæskaðan, sum hann fekk í Europa League dystinum móti Besiktas. Lyklaspælarin hjá B36 væntar ikki, at hann verður tøkur til steypafinlauna, sum verður 25. august móti HB.

 

- Tú skal aldrin siga aldrin, men tað er sera sannlíkt, at eg ikki verið klárur til steypafinaluna. Vanliga tekur ein líknandi skaði í minsta lagi í seks vikur. Nú fari eg til Danmarkar til skanning, men eg vænti ikki, at eg verið klárur, sigur Lukasz Cieslewicz við in.fo.

 

Í fleiri ár hava Lukasz Cieslewicz og Róaldur Jakobsen verið bulurin á B36-liðnum. Róaldur Jakobsen hevur sitið uttanfyri síðani 4. umfar í landskappingini, tí hann hevur ein slitskaða í fótinum. Hann kom á vøllin í gjár, tá B36 vann 2-1 á KÍ. Róaldur Jakobsen hevði bara verið inni í ein minutt, tá hann legði upp til sigursmálið.

 

- Tað hevur ikki riggað við hvílt, so nú havi eg mist tolið. Tí segði eg við venjaran, at eg klári tíggju minuttir. Eg veit ikki um eg kann spæla eina løtu í steypafinaluni, sigur Roaldur Jakobsen.

 

Les eisini: (FM1) Róaldur gjørdi mun beinanvegin

 

Hann skal í næstum undir skurð, har læknar skulu hyggja nærri at brotinum. Tað er ein møguleiki, at tað tekur upp til tvey ár, áðrenn miðvallarin aftur kann spæla við fullari ferð.